Jákup
136 versir um "Jákup"
Versir
Síða 2 av 3Fyrsta Mósebók 27:32 Fyrsta Mósebók
Men Ísakur, faðir hansara segði: „Hvør ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri Esau, frumborni sonur tín.“
Fyrsta Mósebók 27:33 Fyrsta Mósebók
Tá fall ovurhonds ræðsla á Ísak, og hann segði: „Hvør var tá hann, ið hevði skotið eitt vilt dýr og kom til mín við tí? Eg át av øllum, áðrenn tú komst, og signaði hann – og hann skal eisini vera signaður!“
Fyrsta Mósebók 27:34 Fyrsta Mósebók
Táið Esau hoyrdi hesi orð faðirs síns, skar hann í ógvuligt og beiskt sorgarróp og segði við faðir sín: „Signa eisini meg, pápi!“
Fyrsta Mósebók 27:35 Fyrsta Mósebók
Men hann segði: „Beiggi tín kom við svikum og tók signing tína!“
Fyrsta Mósebók 27:36 Fyrsta Mósebók
Tá segði hann: „Væl má hann Jákup eita! Nú hevur hann tvær ferðir svikið meg; frumburðarrætt mín tók hann, og nú hevur hann tikið signing mína við!“ So segði hann: „Hevur tú tá onga signing eftir til mín?“
Fyrsta Mósebók 27:37 Fyrsta Mósebók
Men Ísakur svaraði Esau: „Eg havi sett hann til harra yvir tær, og allar brøður hansara havi eg givið honum til tænarar; eg havi givið honum korn og vín í yvirflóð – hvat skal eg tá nú gera fyri teg, sonur mín!“
Fyrsta Mósebók 27:38 Fyrsta Mósebók
Esau segði við faðir sín: „Hevur tú tá ikki meir enn hesa einu signingina, pápi? Signa eisini meg, pápi!“ – Og Esau skar í at gráta.
Fyrsta Mósebók 27:39 Fyrsta Mósebók
Tá tók Ísakur, faðir hansara, aftur til orða og segði við hann: „Uttan fiti jarðarinnar skal bústaður tín vera, og uttan døgg himmalsins úr erva!
Fyrsta Mósebók 27:40 Fyrsta Mósebók
Av svørði tínum skalt tú liva, og bróður tínum skalt tú tæna; men táið tú roynir teg, alt tú ert mentur, skalt tú bróta ok hansara av hálsi tínum!“
Fyrsta Mósebók 28:10 Fyrsta Mósebók
Jákup fór nú avstað úr Be’erseba og tók leiðina til Karan.
Fyrsta Mósebók 28:11 Fyrsta Mósebók
Á ferð síni kom hann til hitt heilaga staðið og varð har um náttina, við tað at sólin var undirfarin. Og hann tók ein av steinunum, sum lógu har, legði hann undir høvd sítt og legði seg so har at sova.
Fyrsta Mósebók 28:12 Fyrsta Mósebók
Tá hevði hann dreym. Hann sá stiga standa á jørðini; ovari endi á honum kom upp til Himmals, og einglar Guds gingu upp og niður gjøgnum hann.
Fyrsta Mósebók 28:13 Fyrsta Mósebók
Og HARRIN stóð framman fyri hann og segði: „Eg eri HARRIN, Gud Ábrahams, faðirs tíns, og Gud Ísaks; landið, ið tú nú liggur í, tað gevi Eg tær og avkomi tínum.
Fyrsta Mósebók 28:14 Fyrsta Mósebók
Avkom títt skal verða sum dustið á jørðini, og tú skalt breiða teg vestureftir og eystureftir, norðureftir og suðureftir; og í tær og í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.
Fyrsta Mósebók 28:15 Fyrsta Mósebók
Eg skal vera við tær og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær.“
Fyrsta Mósebók 28:16 Fyrsta Mósebók
Táið Jákup vaknaði upp úr svøvni, segði hann: „Sanniliga er HARRIN á hesum staði! Tað visti eg ikki!“
Fyrsta Mósebók 28:17 Fyrsta Mósebók
Og ótti fall á hann, og hann segði: „Hetta má vera eitt heilagt stað! Vissuliga er hús Guds her, her er portur Himmalsins!“
Fyrsta Mósebók 28:18 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir reistist Jákup og tók steinin, ið hann hevði havt undir høvdinum, reisti hann sum minnisstein og helti olju út yvir hann.
Fyrsta Mósebók 28:19 Fyrsta Mósebók
Og hann kallaði hetta staðið Betel;* áður hevði býurin itið Luz.
Fyrsta Mósebók 28:20 Fyrsta Mósebók
Jákup gjørdi nú hetta lyfti: „Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í,
Fyrsta Mósebók 28:21 Fyrsta Mósebók
so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns – so skal HARRIN vera Gud mín;
Fyrsta Mósebók 28:22 Fyrsta Mósebók
og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund.“
Fyrsta Mósebók 49:1 Fyrsta Mósebók
Nú sendi Jákup boð eftir sonum sínum og segði: „Komið saman, so skal eg kunngera tykkum tað, ið tykkum skal henda á síðstu døgum!
Fyrsta Mósebók 49:2 Fyrsta Mósebók
Komið higar og hoyrið, tit synir Jákup, lurtið eftir Ísrael, faðir tykkara!
Fyrsta Mósebók 49:3 Fyrsta Mósebók
Ruben, hin frumborni mín ert tú, máttur mín og fyrsta fruktin av styrki míni, hægstur í heiðuri og størstur í veldi!
Fyrsta Mósebók 49:4 Fyrsta Mósebók
Tú skúmar útav, sum vatnið – tú skalt ikki vera fremstur! Tí tú fórst upp í song faðirs tíns – tað var skammiligt, sum tú barst teg at – upp í song mína fór hann!
Fyrsta Mósebók 49:5 Fyrsta Mósebók
Símeon og Levi, hetta bróðurparið – vápn teirra eru yvirgangsamboð!
Fyrsta Mósebók 49:6 Fyrsta Mósebók
Sál mín vil einki hava við ráð teirra at gera, æra* mín hevur ongan felagsskap við samkomu teirra! Tí í vreiði síni drópu teir menn, og í sjálvræði sínum lamdu teir neyt!
Fyrsta Mósebók 49:7 Fyrsta Mósebók
Bannað veri vreiði teirra, sum so ógvislig er, og illsinni teirra, sum so hart er! – Eg býti teir sundur í Jákupi, spjaði teir um í Ísrael!
Fyrsta Mósebók 49:8 Fyrsta Mósebók
Juda – tær skulu brøður tínir prísa, hond tín skal vera á hálsi fígginda tína; synir faðirs tíns skulu boyggja seg fyri tær!
Fyrsta Mósebók 49:9 Fyrsta Mósebók
Ung leyva er Juda – frá ráni ert tú komin upp hagar, sonur mín! Hann leggur seg, hann hvílir seg sum leyva, sum honleyva – hvør vágar sær at órógva hann!
Fyrsta Mósebók 49:10 Fyrsta Mósebók
Ikki skal kongastavurin víkja frá Juda, ei høvdingastavur frá fótum hansara, inntil Hann kemur, sum stavin eigur – Honum skulu fólkini vera lýðin.
Fyrsta Mósebók 49:11 Fyrsta Mósebók
Hann bindur esil sítt við víntræið, við greinina á víntrænum fylið hjá esilsryssu síni; hann vaskar klæði síni í víni, kappa sín í vínberjablóði.
Fyrsta Mósebók 49:12 Fyrsta Mósebók
Døkk eru eygu hansara av víni, hvítar tenn hansara av mjólk.
Fyrsta Mósebók 49:13 Fyrsta Mósebók
Zebulon – á strondini við havið skal hann búgva, við strondina, har sum skipini liggja; síða hansara vendir móti Zidon.
Fyrsta Mósebók 49:14 Fyrsta Mósebók
Issakar er eitt beinsterkt esil, sum liggur í friði í byrgi sínum.
Fyrsta Mósebók 49:15 Fyrsta Mósebók
Honum tykti hvíluna góða og landið hugnaligt; so boygdi hann ryggin undir byrðina og varð ófríur – ein trælur!
Fyrsta Mósebók 49:16 Fyrsta Mósebók
Dan dømir fólk sítt, líka væl sum nøkur av ættum Ísraels.
Fyrsta Mósebók 49:17 Fyrsta Mósebók
Dan skal verða ormur á vegnum, høggormur á gøtuni, sum bítur hestin í fótin, so hann, ið á honum situr, dettur aftur av.
Fyrsta Mósebók 49:18 Fyrsta Mósebók
– Eftir frelsu Tíni bíði eg, HARRI!
Fyrsta Mósebók 49:19 Fyrsta Mósebók
Gad – ein fíggindaflokkur ger álop á hann, men til endan er tað hann, ið ger álop.
Fyrsta Mósebók 49:20 Fyrsta Mósebók
Frá Aser kemur fitin – føði hansara; góðgæti sum til kongar hevur hann at geva.
Fyrsta Mósebók 49:21 Fyrsta Mósebók
Naftali er kvik hind; yndisliga talu ber hann fram.
Fyrsta Mósebók 49:22 Fyrsta Mósebók
Eitt ungt frukttræ er Jósef, ungt frukttræ við kelduna – greinarnar á tí náa upp um múrin.
Fyrsta Mósebók 49:23 Fyrsta Mósebók
Bogamenn gera seg inn á hann, teir skjóta eftir honum og gera álop á hann.
Fyrsta Mósebók 49:24 Fyrsta Mósebók
Men stinnur stendur hann har við boga sínum, og hendur og armar hansara eru styrkt av hondum hins veldiga í Jákupi, av Honum, sum er hirðin, kletti Ísraels,
Fyrsta Mósebók 49:25 Fyrsta Mósebók
av Gudi faðirs tíns – Hann skal hjálpa tær! – av hinum Alvalda – Hann skal signa teg, við signingum av himli haruppi, við signingum úr dýpinum harniðri, við signingum úr bróstum og móðurlívum!
Fyrsta Mósebók 49:26 Fyrsta Mósebók
Signingar faðirs tíns náa høgt, hægri enn signingar forfedra mína; tær náa upp til dýrd hinna ævigu heyggja – tær skulu koma á høvur Jósefs, ja, á høvd hansara, ið er høvdingi millum brøður sínar!
Fyrsta Mósebók 49:27 Fyrsta Mósebók
Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann tað, ið hann hevur tikið, um kvøldið skiftir hann út fong.“
Fyrsta Mósebók 49:28 Fyrsta Mósebók
Hetta eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, ið faðir teirra talaði til teirra, táið hann signaði teir; hvønn teirra signaði hann við serligu signing hansara.