Italia

128 versir um "Italia"

Versir

Síða 2 av 3
Ápostlasøgan 28:6 Ápostlasøgan

Tey væntaðu, at hann fór at hovna ella knappliga detta niður deyður. Men táið tey høvdu bíðað leingi og sóu, at einki sakaði hann, fóru tey at hugsa annað og søgdu, at hann var gudur.

9
Ápostlasøgan 28:7 Ápostlasøgan

Nær við hetta stað hevði maður, ið æt Publius, garð; hann var hægsti maður í oynni. Hann tók vinarliga ímóti okkum og hýsti okkum tríggjar dagar.

9
Ápostlasøgan 28:8 Ápostlasøgan

So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann.

9
Ápostlasøgan 28:9 Ápostlasøgan

Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd.

9
Ápostlasøgan 28:10 Ápostlasøgan

Tey vístu okkum eisini miklan heiður; og táið vit fóru haðani, bóru tey umborð í skipið tað, sum okkum tørvaði.

9
Ápostlasøgan 28:11 Ápostlasøgan

Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, fóru vit haðani við skipi úr Aleksandria, sum hevði havt vetrarlegu har við oynna og hevði merki Tvíburanna*.

9
Ápostlasøgan 28:12 Ápostlasøgan

Vit fóru inn í Sýrakus og vórðu har tríggjar dagar.

9
Ápostlasøgan 28:13 Ápostlasøgan

Haðani sigldu vit longur og komu til Regium. Dagin eftir fingu vit sunnanvind og komu næsta dag til Puteoli.

9
Ápostlasøgan 28:14 Ápostlasøgan

Har hittu vit brøður og vórðu bidnir at steðga hjá teimum sjey dagar. So fóru vit til Róm.

9
Ápostlasøgan 28:15 Ápostlasøgan

Brøðurnir har – sum høvdu frætt um okkum – komu ímóti okkum til Forum Appii og Tres Taberne. Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum.

9
Ápostlasøgan 28:16 Ápostlasøgan

Táið vit nú vóru komnir til Róm, gav høvuðsmaðurin fangarnar upp til høvdingan fyri lívvaktini; tó slapp Paulus at búgva fyri seg sjálvan saman við hermanninum, ið helt vakt yvir honum.

9
Ápostlasøgan 28:17 Ápostlasøgan

Táið tríggir dagar vóru gingnir, kallaði hann saman hinar fremstu menninar millum Jødarnar, og táið teir vóru komnir saman, segði hann við teir: „Tit menn, brøður! Tóat eg einki havi gjørt móti fólki okkara ella móti siðum fedra okkara, varð eg úr Jerusalem givin Rómverjum í hendur sum fangi.

9
Ápostlasøgan 28:18 Ápostlasøgan

Og táið teir høvdu avhoyrt meg, ætlaðu teir at geva meg leysan, við tað at eingin deyðasøk fanst hjá mær.

9
Ápostlasøgan 28:19 Ápostlasøgan

Men av tí at Jødarnir settu seg ímóti tí, varð eg noyddur at skjóta mál mítt til keisaran – tó ikki, sum at eg hevði nakra klagu móti fólki mínum.

9
Ápostlasøgan 28:20 Ápostlasøgan

Hetta er grundin fyri, at eg havi latið tykkum kalla higar at síggja tykkum og tosa við tykkum; tí tað er fyri vón Ísraels, eg beri hesa leinkju.“

9
Ápostlasøgan 28:21 Ápostlasøgan

Tá svaraðu teir honum: „Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Judea, ei heldur er nakar av brøðrunum komin og hevur borið ring tíðindi um teg – sagt nakað ilt um teg.

9
Ápostlasøgan 28:22 Ápostlasøgan

Men vit vilja fegnir hoyra frá tær, hvat tú hugsar; tí okkum er kunnigt um henda flokk, at hann allastaðni verður mótmæltur.“

9
Ápostlasøgan 28:23 Ápostlasøgan

Teir ásettu so dag við hann, og tá komu teir fjølmentari til hansara í herbergið; hann útlegði tá fyri teimum og vitnaði um ríki Guds og royndi at sannføra teir viðvíkjandi Jesusi, út av Móselóg og profetunum, frá árla á morgni líka til kvølds.

9
Ápostlasøgan 28:24 Ápostlasøgan

Nakrir vórðu sannførdir av tí, sum sagt varð, men summir trúðu ikki.

9
Ápostlasøgan 28:25 Ápostlasøgan

Teir fóru so frá honum, ósamdir sínámillum, eftir at Paulus hevði sagt hetta eina orð: „Rætt talaði Heilagi Andin við Esaiasi profeti til fedrar tykkara, táið Hann segði:

9
Ápostlasøgan 28:26 Ápostlasøgan

„Far til hetta fólk og sig: Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja.

9
Ápostlasøgan 28:27 Ápostlasøgan

Tí hjartað í hesum fólki er hert; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eyguni hava tey latið aftur, fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum, hoyra við oyrunum, skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“

9
Ápostlasøgan 28:28 Ápostlasøgan

Tí skulu tit vita, at henda frelsa Guds er send heidningunum; teir fara eisini at hoyra!“

9
Ápostlasøgan 28:29 Ápostlasøgan

Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan.

9
Ápostlasøgan 28:30 Ápostlasøgan

Full tvey ár varð hann nú í leiguherbergi sínum. Øllum, ið til hansara komu, tók hann ímóti;

9
Ápostlasøgan 28:31 Ápostlasøgan

og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður.

9
Ápostlasøgan 10:1 Ápostlasøgan

Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri herliðinum, ið kallaðist hitt italska.

8
Ápostlasøgan 10:2 Ápostlasøgan

Hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og altíð bað til Gud.

8
Ápostlasøgan 10:3 Ápostlasøgan

Hann sá skilliga í sjón um níggjunda tíman á deginum eingil Guds, sum kom inn til hansara og segði við hann: „Kornelius!“

8
Ápostlasøgan 10:4 Ápostlasøgan

Hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: „Hvat er tað, harri?“ Hann segði við hann: „Bønir tínar og olmussur tínar eru stignar upp, so at Gud minnist tær!

8
Ápostlasøgan 10:5 Ápostlasøgan

Send nú nakrar menn til Joppe og fá til tín ein Símun, sum hevur tilnavnið Pætur!

8
Ápostlasøgan 10:6 Ápostlasøgan

Hann heldur til hjá garvara, ið eitur Símun, og sum hevur hús við sjógvin.“

8
Ápostlasøgan 10:7 Ápostlasøgan

Táið nú eingilin, ið tosaði við hann, var farin frá honum, kallaði hann til sín tveir av tænarum sínum og ein hermann, ið óttaðist Gud – ein av teimum, ið altíð vóru um hann –

8
Ápostlasøgan 10:8 Ápostlasøgan

og segði teimum tað alt samalt og sendi teir til Joppe.

8
Ápostlasøgan 10:9 Ápostlasøgan

Men dagin eftir, meðan hesir vóru á veg og nærkaðust býnum, fór Pætur um sætta tíman upp á takið at biðja.

8
Ápostlasøgan 10:10 Ápostlasøgan

Hann varð tá ógvuliga svangur og vildi hava at eta. Meðan tey nú gjørdu tað til, fall hann í burturrykking.

8
Ápostlasøgan 10:11 Ápostlasøgan

Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina.

8
Ápostlasøgan 10:12 Ápostlasøgan

Í tí vóru øll fýrføtt dýr og skriðdýr jarðarinnar og fuglar himmalsins.

8
Ápostlasøgan 10:13 Ápostlasøgan

Rødd ljóðaði til hansara: „Reis teg, Pætur, drep og et!“

8
Ápostlasøgan 10:14 Ápostlasøgan

Men Pætur svaraði: „Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.“

8
Ápostlasøgan 10:15 Ápostlasøgan

Uppaftur, aðru ferð, ljóðaði rødd til hansara: „Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!“

8
Ápostlasøgan 10:16 Ápostlasøgan

Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals.

8
Ápostlasøgan 10:17 Ápostlasøgan

Meðan Pætur nú ikki visti, hvat hann skuldi hugsa um hesa sjón, ið hann hevði sæð, hvat hon mundi hava at týða, tá stóðu menninir, ið Kornelius hevði sent, fyri portrinum; teir høvdu spurt seg fram til hús Símunar.

8
Ápostlasøgan 10:18 Ápostlasøgan

Teir róptu og spurdu, um Símun, sum hevði tilnavnið Pætur, helt til har.

8
Ápostlasøgan 10:19 Ápostlasøgan

Meðan Pætur nú hugsaði um sjónina, segði Andin við hann: „Tríggir menn leita eftir tær.

8
Ápostlasøgan 10:20 Ápostlasøgan

Reis teg, far oman og far við teimum uttan at ivast! Tí Eg havi sent teir.“

8
Ápostlasøgan 10:21 Ápostlasøgan

So fór Pætur oman til menninar og segði: „Eg eri tann, ið tit leita eftir! Av hvørji grund eru tit komnir higar?“

8
Ápostlasøgan 10:22 Ápostlasøgan

Teir svaraðu: „Kornelius høvuðsmaður, rættvísur maður, sum óttast Gud og hevur góðan vitnisburð frá øllum Jødafólkinum, fekk frá heilagum eingli boð, at hann skuldi heinta teg til sín og hoyra, hvat tú hevur at siga.“

8
Ápostlasøgan 10:23 Ápostlasøgan

Hann bað teir tá koma inn og hýsti teimum. Og dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum í Joppe fóru við honum.

8
Ápostlasøgan 10:24 Ápostlasøgan

Næsta dagin komu teir til Kesarea. Kornelius bíðaði eftir teimum og hevði kallað skyldfólk sítt og næstu vinir sínar saman.

8