ísraelsmenn
109 versir um "ísraelsmenn"
Versir
Síða 3 av 3Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið
øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;
Rómverjabrævið 3:24 Rómverjabrævið
og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,
Rómverjabrævið 3:25 Rómverjabrævið
Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar
Rómverjabrævið 3:26 Rómverjabrævið
– fyri at vísa rættvísi Sína í tíðini, sum nú er. Soleiðis kundi Hann vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus.
Rómverjabrævið 3:27 Rómverjabrævið
Hvar er so rós okkara! Tað er útistongt. Við hvørji lóg? Lóg verkanna? Nei, við lóg trúarinnar!
Rómverjabrævið 3:28 Rómverjabrævið
Tí halda vit nú, at menniskjað verður rættvísgjørt av trúgv, uttan lógverk.
Rómverjabrævið 3:29 Rómverjabrævið
Ella er Gud bert Gud Jødanna! Er Hann ikki eisini Gud heidninganna? Jú, eisini heidninganna
Rómverjabrævið 3:30 Rómverjabrævið
– so satt sum Gud er ein og skal rættvísgera hinar umskornu av trúgv og hinar óumskornu við trúnni.
Rómverjabrævið 3:31 Rómverjabrævið
Gera vit tá við trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina!