ísraelsmenn

109 versir um "ísraelsmenn"

Versir

Síða 2 av 3
Jóhannes 6:20 Jóhannes

Men Hann segði við teir: „Tað eri Eg; óttist ikki!“

2
Jóhannes 6:21 Jóhannes

Teir vildu tá taka Hann inn í bátin, og alt fyri eitt kom báturin til lands, har sum teir stevndu ímóti.

2
Jóhannes 6:22 Jóhannes

Dagin eftir hendi hetta: Fólkið, ið stóð hinumegin vatnið, hevði sæð, at har var ikki meir enn ein bátur, og at Jesus var ikki farin í tann bátin saman við lærisveinum Sínum, men at lærisveinar Hansara fóru avstað einsamallir.

2
Jóhannes 6:23 Jóhannes

Men aðrir bátar komu úr Tiberias nær til staðið, har tey høvdu fingið at eta, eftir at Harrin hevði takkað.

2
Jóhannes 6:24 Jóhannes

Táið fólkið tí nú sá, at Jesus var ikki har, og lærisveinar Hansara heldur ikki, fóru tey eisini sjálv í bátarnar og komu til Kapernaum at leita eftir Jesusi.

2
Jóhannes 6:25 Jóhannes

Og táið tey hittu Hann hinumegin vatnið, søgdu tey við Hann: „Rabbi, nær ert Tú komin higar?“

2
Jóhannes 6:26 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett.

2
Jóhannes 6:27 Jóhannes

Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.“

2
Jóhannes 6:28 Jóhannes

Tá søgdu teir við Hann: „Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?“

2
Jóhannes 6:29 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.“

2
Jóhannes 6:30 Jóhannes

Teir søgdu við Hann: „Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva tær? Hvat arbeiði gert Tú?

2
Jóhannes 6:31 Jóhannes

Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini – sum skrivað er: „Hann gav teimum breyð av Himli at eta.““

2
Jóhannes 6:32 Jóhannes

Tá svaraði Jesus teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli.

2
Jóhannes 6:33 Jóhannes

Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.“

2
Jóhannes 6:34 Jóhannes

Tá søgdu teir við Hann: „Harri, gev okkum altíð tað breyðið!“

2
Jóhannes 6:35 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.

2
Jóhannes 6:36 Jóhannes

Men Eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð Meg og trúgva tó ikki.

2
Jóhannes 6:37 Jóhannes

Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur.

2
Jóhannes 6:38 Jóhannes

Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.

2
Jóhannes 6:39 Jóhannes

Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag.

2
Jóhannes 6:40 Jóhannes

Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.“

2
Jóhannes 6:41 Jóhannes

Tá knarraðu Jødarnir um Hann, tí Hann segði: „Eg eri breyðið, sum er komið niður av Himli“;

2
Jóhannes 6:42 Jóhannes

teir søgdu: „Er hesin ikki Jesus, sonur Jósef! Kenna vit ikki faðir og móður Hansara! Hvussu kann Hann tá siga: „Eg eri komin niður av Himli!““

2
Jóhannes 6:43 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Knarrið ikki tykkara millum!

2
Jóhannes 6:44 Jóhannes

Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.

2
Jóhannes 17:20 Jóhannes

Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg –

2
Jóhannes 17:21 Jóhannes

at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær – at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.

2
Jóhannes 17:22 Jóhannes

Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt –

2
Rómverjabrævið 3:1 Rómverjabrævið

Hvat hevur tá Jødin framum? Ella hvat nyttar umskeringin?

2
Rómverjabrævið 3:2 Rómverjabrævið

Nógv á allan hátt! Fyrst og fremst tað, at orð Guds eru litin teimum upp í hendur.

2
Rómverjabrævið 3:3 Rómverjabrævið

Tí hvat! Um nakrir vóru ótrúgvir, skal tá ótrúskapur teirra gera trúfesti Guds til einkis!

2
Rómverjabrævið 3:4 Rómverjabrævið

Minni enn so! Gud veri sannorðaður, og hvørt menniskja lygnari – sum skrivað er: „At Tú skalt verða kendur rættvísur í orðum Tínum og vinna, táið Tú verður dømdur.“

2
Rómverjabrævið 3:5 Rómverjabrævið

Men um nú órættvísi okkara prógvar rættvísi Guds – hvat skulu vit tá siga? Er Gud órættvísur, Hann, sum letur vreiðina koma? – Eg tali menniskjaliga.

2
Rómverjabrævið 3:6 Rómverjabrævið

Minni enn so! Hvussu kundi Gud tá dømt heimin!

2
Rómverjabrævið 3:7 Rómverjabrævið

Og er nú tað, at Gud er sannorðaður, vorðið Honum enn meiri til heiður við tí, at eg eri lygnari, hví verði eg tá kortini dømdur sum syndari!

2
Rómverjabrævið 3:8 Rómverjabrævið

Og hví skulu vit tá ikki – sum vit verða spilt út fyri, og sum summi siga, at vit læra – „gera ilt, fyri at gott kann koma burtur úr tí“! – Slík fáa av røttum dóm sín!

2
Rómverjabrævið 3:9 Rómverjabrævið

Hvat tá? Hava vit nakað framum? Als ikki! Vit hava jú frammanundan klagað bæði Jødar og Grikkar fyri, at teir eru allir undir synd –

2
Rómverjabrævið 3:10 Rómverjabrævið

sum skrivað er: „Eingin rættvísur er, ikki ein;

2
Rómverjabrævið 3:11 Rómverjabrævið

skilafólk eru ikki til; eingin er, sum søkir Gud;

2
Rómverjabrævið 3:12 Rómverjabrævið

øll eru farin av leið; øll somul eru spilt; eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein;

2
Rómverjabrævið 3:13 Rómverjabrævið

opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu tey svik; ormaeitur er undir vørrum teirra;

2
Rómverjabrævið 3:14 Rómverjabrævið

muður teirra er fullur av banni og beiskleika;

2
Rómverjabrævið 3:15 Rómverjabrævið

føtur teirra eru kvikir at úthella blóð;

2
Rómverjabrævið 3:16 Rómverjabrævið

oyðing og ósæla er á vegum teirra,

2
Rómverjabrævið 3:17 Rómverjabrævið

veg friðarins kenna tey ikki;

2
Rómverjabrævið 3:18 Rómverjabrævið

gudsótti er ikki fyri eygum teirra.“

2
Rómverjabrævið 3:19 Rómverjabrævið

– Nú vita vit, at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru, fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi.

2
Rómverjabrævið 3:20 Rómverjabrævið

Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd.

2
Rómverjabrævið 3:21 Rómverjabrævið

Men nú er – uttan lóg – rættvísi Guds opinberað, hon, ið vitnað er um av lógini og profetunum,

2
Rómverjabrævið 3:22 Rómverjabrævið

rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva. Tí eingin munur er;

2