Islam
137 versir um "Islam"
Versir
Síða 3 av 3Jákupsbrævið 3:18 Jákupsbrævið
Og ávøkstur rættvísinnar verður í friði sáaður teimum, sum fáa frið í lag.
Seinna Pætursbrævið 2:7 Seinna Pætursbrævið
Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu.
Judasarbrævið 1:22 Judasarbrævið
Talið summi til rættis, tí tey ivast!
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Opinberingin 11:1 Opinberingin
Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: „Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja!
Opinberingin 11:2 Opinberingin
Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu 42 mánaðir traðka niður hin heilaga stað.
Opinberingin 11:3 Opinberingin
Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.
Opinberingin 11:4 Opinberingin
Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.
Opinberingin 11:5 Opinberingin
Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra – ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis.
Opinberingin 11:6 Opinberingin
Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.
Opinberingin 11:7 Opinberingin
Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.
Opinberingin 11:8 Opinberingin
Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.
Opinberingin 11:9 Opinberingin
Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.
Opinberingin 11:10 Opinberingin
Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.“
Opinberingin 11:11 Opinberingin
Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.
Opinberingin 11:12 Opinberingin
Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: „Komið upp higar!“ Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals – fyri eygum fígginda sína.
Opinberingin 11:13 Opinberingin
Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.
Opinberingin 11:14 Opinberingin
Annað vei er at enda – men triðja vei kemur skjótt!
Opinberingin 11:15 Opinberingin
Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: „Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!“
Opinberingin 11:16 Opinberingin
Hinir 24 elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu:
Opinberingin 11:17 Opinberingin
„Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur!
Opinberingin 11:18 Opinberingin
Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heilagu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru – og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina.“
Opinberingin 11:19 Opinberingin
Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.
Opinberingin 20:4 Opinberingin
Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
Opinberingin 20:5 Opinberingin
– Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda. – Hetta er fyrra uppreisnin.
Opinberingin 20:6 Opinberingin
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.
Opinberingin 20:7 Opinberingin
Táið hini 1000 árini eru á enda, skal Satan verða loystur úr fangahúsi sínum.
Opinberingin 20:8 Opinberingin
Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar – Gog og Magog – og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
Opinberingin 20:9 Opinberingin
Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. – Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.
Opinberingin 20:10 Opinberingin
Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
Opinberingin 20:11 Opinberingin
Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
Opinberingin 20:12 Opinberingin
Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:13 Opinberingin
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:14 Opinberingin
Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
Opinberingin 20:15 Opinberingin
Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.
Opinberingin 22:18 Opinberingin
Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.
Opinberingin 22:19 Opinberingin
Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.