Iran
181 versir um "Iran"
Versir
Síða 4 av 4Ezekiel 39:25 Ezekiel
Tí sigur Harrin HARRIN so: Nú skal Eg venda lagnu Jákups og vísa øllum húsi Ísraels náði og vera íðin fyri heilaga navni Mínum.
Ezekiel 39:26 Ezekiel
Tey skulu gloyma skomm sína og alt trúloysið, ið tey hava víst Mær – táið tey búgva trygt í landi sínum, og eingin ræðir tey.
Ezekiel 39:27 Ezekiel
Ja, táið Eg leiði tey aftur frá tjóðunum og savni tey saman úr londum fígginda teirra og prógvi Meg heilagan á teimum, so mangar tjóðir síggja,
Ezekiel 39:28 Ezekiel
skulu tey sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra – við tað at Eg havi herleitt tey til tjóðirnar, men aftur savnað tey saman inn í land teirra og ongan av teimum lati verða eftir har.
Ezekiel 39:29 Ezekiel
Eg skal ikki longur fjala ásjón Mína fyri teimum; tí Eg skal úthella Anda Mín yvir alt hús Ísraels – sigur Harrin HARRIN.
Ápostlasøgan 12:23 Ápostlasøgan
Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan.
Ápostlasøgan 12:24 Ápostlasøgan
Men orð Guds hevði framgongd og útbreiddist.
Opinberingin 16:12 Opinberingin
Sætti eingilin helti úr skál síni í hina stóru ánna Eufrat; tá tornaði vatnið í henni upp, so vegurin skuldi verða gjørdur kongunum eystaneftir til reiðar.
Opinberingin 16:13 Opinberingin
Úr munni drekans, úr munni dýrsins og úr munni lygiprofetsins sá eg koma út tríggjar óreinar andar; teir líktust paddum.
Opinberingin 16:14 Opinberingin
Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.
Opinberingin 16:15 Opinberingin
– Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd.
Opinberingin 16:16 Opinberingin
Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon.
Opinberingin 16:17 Opinberingin
Sjeyndi eingilin helti úr skál síni í luftina; tá kom hørð rødd út úr templinum, frá hásætinum; hon segði: „Tað er gjørt!“
Opinberingin 16:18 Opinberingin
Og snarljós, røddir og torur komu; og stórur jarðskjálvti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vórðu til á jørðini – slíkur jarðskjálvti, so stórur.
Opinberingin 16:19 Opinberingin
Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu; og Gud mintist hitt stóra Bábylon – at geva tí vínbikar strongu vreiði Sínar.
Opinberingin 16:20 Opinberingin
Hvør oyggj flýddi, og fjøll vóru ikki at finna.
Opinberingin 16:21 Opinberingin
Og stórur heglingur – hann vigaði eini 100 pund – fall av himli niður á menniskjuni. – Og menniskjuni spottaðu Gud fyri heglingspláguna! – Plágan av honum var ógvuliga stór.
Opinberingin 17:1 Opinberingin
Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: „Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum,
Opinberingin 17:2 Opinberingin
sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við – teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!“
Opinberingin 17:3 Opinberingin
So fór hann við mær út í oyðimørk – í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn.
Opinberingin 17:4 Opinberingin
Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns.
Opinberingin 17:5 Opinberingin
Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“
Opinberingin 17:6 Opinberingin
Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.
Opinberingin 17:7 Opinberingin
Eingilin segði við meg: „Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.
Opinberingin 17:8 Opinberingin
Dýrið, ið tú sást, hevur verið – og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva – tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins – skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var – og er ikki – og skal koma.
Opinberingin 17:9 Opinberingin
Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;
Opinberingin 17:10 Opinberingin
tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.
Opinberingin 17:11 Opinberingin
Dýrið, sum var – og er ikki – er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey – og fer burtur til fortaping.
Opinberingin 17:12 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma – saman við dýrinum.
Opinberingin 17:13 Opinberingin
Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.
Opinberingin 17:14 Opinberingin
Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“