Iran

181 versir um "Iran"

Versir

Síða 2 av 4
Sálmarnir 2:10 Sálmarnir

Og nú, tit kongar, verið vísir, latið tykkum siga, tit dómarar á jørðini!

2
Sálmarnir 2:11 Sálmarnir

Tænið HARRANUM við ótta, fegnist við bivan!

2
Sálmarnir 2:12 Sálmarnir

Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!

2
Sálmarnir 3:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann flýddi fyri Absalom, syni sínum.

2
Sálmarnir 3:2 Sálmarnir

HARRI – sum fíggindar mínir tó eru mangir! Mangir eru teir, ið reisa seg móti mær,

2
Sálmarnir 3:3 Sálmarnir

mangir teir, ið siga um sál mína: „Eingin frelsa er hjá Gudi fyri hann!“ – Sela.

2
Sálmarnir 3:4 Sálmarnir

Men, HARRI, Tú ert mær skjøldur, Tú ert dýrd mín og tann, sum letur meg bera høvdið høgt.

2
Sálmarnir 3:5 Sálmarnir

Eg rópi hart til HARRAN, og Hann svarar mær av heilaga fjalli Sínum. – Sela.

2
Sálmarnir 3:6 Sálmarnir

Eg legðist og sovnaði; eg vaknaði – tí HARRIN heldur mær uppi.

2
Sálmarnir 3:7 Sálmarnir

Eg óttist ikki tíggjutúsund av fólki, ið fylkja seg móti mær rundanum.

2
Sálmarnir 3:8 Sálmarnir

Reis Teg, HARRI, frels meg, Gud mín! Tí Tú hevur sligið allar fíggindar mínar undir vangan, Tú hevur brotið tenn hinna gudleysu.

2
Sálmarnir 69:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir liljum. Eftir Dávid.

2
Sálmarnir 69:2 Sálmarnir

Frels Meg, Gud! Tí vøtnini eru komin Mær líka at sálini.

2
Sálmarnir 69:3 Sálmarnir

Eg eri sokkin niður í botnleyst díki, sum einki fótafesti er í; Eg eri komin í hini djúpu vøtn, og bylgjurnar leggja yvir Meg.

2
Sálmarnir 69:4 Sálmarnir

Eg havi rópt Meg móðan, tað brennur í kvørkrum Mínum, eygu Míni eru upptærd av at bíða eftir Gudi Mínum.

2
Sálmarnir 69:5 Sálmarnir

Fleiri enn hárini á høvdi Mínum eru teir, ið hata Meg uttan grund; nógvir eru teir, ið ætla at forkoma Mær, teir, ið uttan grund eru fíggindar Mínir; tað, ið Eg ikki havi rænt, skal Eg nú lata aftur.

2
Sálmarnir 69:6 Sálmarnir

Gud, Tú kennir dárskap Mín, og øll syndaskyld Mín er ikki Tær duld!

2
Sálmarnir 69:7 Sálmarnir

Lat ikki tey, ið bíða eftir Tær, verða til skammar av Mær, Harri, HARRI Gud herskaranna, lat ikki tey, ið søkja Teg, Gud Ísraels, verða til spott av Mær!

2
Sálmarnir 69:8 Sálmarnir

Tí fyri Tína skuld beri Eg vanæru, fyri Tína skuld fjalir skomm andlit Mítt.

2
Sálmarnir 69:9 Sálmarnir

Eg eri vorðin brøðrum Mínum fremmandur, sonum móður Mínar útlendingur.

2
Sálmarnir 69:10 Sálmarnir

Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg.

2
Sálmarnir 69:11 Sálmarnir

Og sál Mín græt, meðan Eg fastaði, og tað varð Mær til spott.

2
Sálmarnir 69:12 Sálmarnir

Sekk gjørdi Eg Mær til klædning, og Eg varð teimum orðtak.

2
Sálmarnir 69:13 Sálmarnir

Teir, ið sita í portrunum, tosa um Meg, og í drykkjuløgunum kvøða teir um Meg.

2
Sálmarnir 69:14 Sálmarnir

Men Eg komi við bøn Míni til Tín, HARRI, í náðitíðini, Gud, fyri stóru miskunn Tína – svara Mær í frelsandi trúfesti Tíni!

2
Sálmarnir 69:15 Sálmarnir

Drag meg upp úr díkinum og lat Meg ikki søkka! Lat Meg verða bjargaðan frá teimum, ið hata Meg, og úr hinum djúpu vøtnum!

2
Sálmarnir 69:16 Sálmarnir

Lat ikki vatnsbylgjurnar leggja yvir Meg, lat ikki djúpið gloypa Mær, og lat ikki brunnin lata gap sítt aftur yvir Mær!

2
Sálmarnir 69:17 Sálmarnir

Svara Mær, HARRI, tí náði Tín er góð, vend Tær til Mín eftir stóru miskunn Tíni!

2
Sálmarnir 69:18 Sálmarnir

Og fjal ikki ásjón Tína fyri tænara Tínum, tí Eg eri í neyð – skunda Tær at svara Mær!

2
Sálmarnir 69:19 Sálmarnir

Kom sál Míni nær, loys hana út, frels Meg fyri fígginda Mína skuld!

2
Sálmarnir 69:20 Sálmarnir

Tú veitst, hvussu Eg verði spottaður og beri skomm og vanæru; allar fíggindar Mínar sært Tú.

2
Sálmarnir 69:21 Sálmarnir

Spott hevur ógrøðandi brotið hjarta Mítt; Eg bíðaði eftir onkrum, sum tykti synd í Mær, men eingin var – eftir troystarum, men Eg fann ongan.

2
Sálmarnir 69:22 Sálmarnir

Teir góvu Mær gall, og táið Eg var tystur, góvu teir Mær edik at drekka.

2
Sálmarnir 69:23 Sálmarnir

Lat borð teirra framman fyri teir verða snerru, og fellu fyri teir, táið teir eru tryggir!

2
Sálmarnir 69:24 Sálmarnir

Lat eygu teirra blindast, so teir síggja einki, og lat lendar teirra altíð riða!

2
Sálmarnir 69:25 Sálmarnir

Hell vreiði Tína út yvir teir, lat brennandi vreiði Tína náa teimum!

2
Sálmarnir 69:26 Sálmarnir

Lat bústað teirra leggjast í oyði, lat ongan vera, sum býr í tjøldum teirra!

2
Sálmarnir 69:27 Sálmarnir

Tí tann, ið Tú hevur sligið, Hann elta teir, og teir hava á orði, hvussu tey verða plágað, sum Tú hevur sært.

2
Sálmarnir 69:28 Sálmarnir

Tilrokna teimum hvørja einastu synd, lat teir ikki fáa part í rættferð Tíni!

2
Sálmarnir 69:29 Sálmarnir

Lat teir verða útstrikaðar úr bók teirra, sum liva, lat teir ikki verða uppskrivaðar millum hini rættvísu!

2
Sálmarnir 69:30 Sálmarnir

Men Eg eri armur og pínufullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær!

2
Sálmarnir 69:31 Sálmarnir

Eg skal prísa navni Guds við songi, hálova Honum við tøkk;

2
Sálmarnir 69:32 Sálmarnir

tað skal líka HARRANUM betur enn ungur tarvur við hornum og kleyvum.

2
Sálmarnir 69:33 Sálmarnir

Táið hini eyðmjúku síggja tað, skulu tey gleðast; tit, sum søkja Gud, hjørtu tykkara livi!

2
Sálmarnir 69:34 Sálmarnir

Tí HARRIN lurtar eftir hinum fátæku, og fangar Sínar vanvirðir Hann ikki.

2
Sálmarnir 69:35 Sálmarnir

Himmal og jørð skulu prísa Honum, havið og alt, sum í tí rørist.

2
Sálmarnir 69:36 Sálmarnir

Tí Gud skal frelsa Zion og reisa upp býir Juda; har skulu tey búgva og eiga teir;

2
Jeremias 49:34 Jeremias

Orð HARRANS, sum kom til Jeremias profet um Elam í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs; Hann segði:

2
Jeremias 49:35 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg bróti sundur boga Elams, bestu megi teirra.

2
Jeremias 49:36 Jeremias

Og Eg skal úr fýra ættum himmalsins lata koma fýra vindar yvir Elam og spjaða tey í hesar fýra ættir; ikki skal vera tann tjóð, sum hini burtriknu úr Elam ikki koma til.

2