hórur
165 versir um "hórur"
Versir
Síða 3 av 4Ezekiel 23:44 Ezekiel
Teir gingu inn til hennara, sum farið verður inn til skøkju; soleiðis gingu teir inn til Oholu og Oholibu, horkvinnurnar.
Ezekiel 23:45 Ezekiel
Men rættvísir menn skulu døma tær, sum horkvinnur verða dømdar og kvinnur, ið úthella blóð; tí horkvinnur eru tær, og blóð er á hondum teirra.
Ezekiel 23:46 Ezekiel
Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal stevna saman fólkaskara móti teimum og geva tær upp til ringa viðferð og rán.
Ezekiel 23:47 Ezekiel
Fólkaskarin skal steina tær og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir og døtur teirra skulu teir drepa, og hús teirra skulu teir brenna av.
Ezekiel 23:48 Ezekiel
Soleiðis skal Eg gera enda á skemdaratburðinum í landinum, og allar kvinnur skulu taka við ávaring og ikki bera seg so skammiliga at sum tit.
Ezekiel 23:49 Ezekiel
Skemdaratburður tykkara skal verða lagdur á tykkum sjálvar, og tit skulu bera revsingina fyri syndir tykkara við avgudum tykkara. – Og tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
Orðtøkini 7:5 Orðtøkini
– so tey varða teg fyri konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum!
Orðtøkini 7:6 Orðtøkini
Tí eg hugdi út um vindeygað á húsi mínum, út millum rimarnar,
Orðtøkini 7:7 Orðtøkini
og millum hinar óroyndu sá eg unglinga, eg legði til merkis millum hinar ungu ein við ongum skili,
Orðtøkini 7:8 Orðtøkini
hann gekk eftir gøtuni við hornið, har sum hon búði, tók leiðina at húsi hennara
Orðtøkini 7:9 Orðtøkini
í skýmingini, móti kvøldi, táið nátt og myrkur komu.
Orðtøkini 7:10 Orðtøkini
Tá kom ímóti honum kvinna í skøkjubúna og við svikafullum hjarta.
Orðtøkini 7:11 Orðtøkini
Vill er hon og kát; heima hava føtur hennara ikki frið á sær;
Orðtøkini 7:12 Orðtøkini
nú er hon á gøtum, nú á torgum, og á hvørjum horni lúrir hon.
Orðtøkini 7:13 Orðtøkini
Hon treiv í hann og kysti hann, og við frekum andliti segði hon við hann:
Orðtøkini 7:14 Orðtøkini
„Eg hevði takkoffur at bera fram, og í dag havi eg uppfylt lyfti míni;
Orðtøkini 7:15 Orðtøkini
tí fór eg út ímóti tær, at leita eftir tær, og nú havi eg funnið teg.
Orðtøkini 7:16 Orðtøkini
Eg havi reitt song mína við teppum, við marglittum teppum av egyptiskum líni.
Orðtøkini 7:17 Orðtøkini
Myrra, aloe og kanel havi eg stroytt út yvir legu mína.
Orðtøkini 7:18 Orðtøkini
Kom, lat okkum stuttleika okkum í kærleika, inntil lýsir, frøa okkum í elskhugalysti!
Matteus 7:17 Matteus
Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.
Matteus 7:18 Matteus
Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.
Matteus 7:19 Matteus
Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.
Matteus 7:20 Matteus
Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Matteus 7:24 Matteus
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
Matteus 7:25 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.
Matteus 7:26 Matteus
Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
Matteus 7:27 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“
Matteus 24:12 Matteus
Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.
Esaias 57:1 Esaias
Hin rættvísi umkemst, og ikki ein er, sum leggur sær tað á hjarta; gudsóttandi menn verða ryktir burt, uttan at nakar hugsar um, at hin rættvísi verður ryktur burt, áðrenn vanlukkan kemur.
Esaias 57:2 Esaias
Hann fer inn til frið; teir hvíla á legum sínum, allir teir, sum gingu leið sína beint fram.
Esaias 57:3 Esaias
Men komið tit higar, tit børn gandakellingar, tú avkom horkals og horkvinnu!
Esaias 57:4 Esaias
Hvørjum er tað, tit halda frægd at! Hvørjum gálva tit eftir og rætta út tunguna! Eru tit ikki sjálv børn syndarinnar, avkom lyginnar
Esaias 57:5 Esaias
– tit, sum brenna av girnd undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum drepa børn í dølunum, niðri í klettagjáum!
Esaias 57:6 Esaias
Hinir hálu steinar dalanna eru lutur tín, teir hevur tú í part; ja, eisini teimum úthellir tú drykkjuoffur og bert fram matoffur – skal Eg lata slíkt um Meg ganga!
Esaias 57:7 Esaias
Á høgum, veldigum fjøllum reiddi tú legu tína; eisini niðan hagar fórt tú at ofra sláturoffur.
Esaias 57:8 Esaias
Og aftan fyri hurðina og durastavin setti tú minnismerki títt;* tú vendi tær frá Mær, klæddi teg nakna og fórt upp á leguna, gjørdi hana breiða og tingaði tær løn frá teimum;** tú elskaði at hava teir at liggja hjá tær, tú sást skomm teirra.
Esaias 57:9 Esaias
Tú fórt til kongin* við olju, og tú komst við mongum salvum, ið angaðu væl; tú sendi boð tíni langt burt, og tú fórt djúpt niður, líka í deyðaríkið.
Esaias 57:10 Esaias
Tú vart móð á longu ferð tíni; tó segði tú ikki: „Eg gevist!“ Nei, tú fanst nýggjan mátt í hond tíni; tí avmaktaðist tú ikki.
Esaias 57:11 Esaias
Hvønn ræddist og óttaðist tú, síðani tú gavst teg upp til lygnina og mintist ikki til Mín, legði tær tað ikki á hjarta? Er tað ikki so: Eg havi tagt, og tað líka frá fornum tíðum – og Meg óttaðist tú tí ikki!
Esaias 57:12 Esaias
Eg skal kunngera rættvísi tína og verk tíni – tey skulu einki bata tær!
Esaias 57:13 Esaias
Táið tú rópar – lat tá flokk tín* frelsa teg! Nei, vindur skal hava teir við sær allar samlar, vindblak skal sópa teir burt! Men tann, ið søkir sær skjól hjá Mær, skal arva landið og taka heilaga fjall Mítt í ogn.
Esaias 57:14 Esaias
Og sagt skal verða: „Gerið veg, gerið veg og slættið hann, takið hvørt ástoyt burtur av vegi fólks Míns!“
Esaias 57:15 Esaias
Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
Esaias 57:16 Esaias
Ja, Eg skal ikki til ævigar tíðir stríðast og ikki allar dagar vera vreiður; tí tá hevði andin ørmaktast fyri ásjón Míni, sálirnar, ið Eg havi skapt.
Esaias 57:17 Esaias
Tað var fyri syndigu girnd hansara,* Eg varð vreiður og sló hann; Eg fjaldi ásjón Mína og var vreiður, og hann helt í fráfalli leið hjarta síns.
Esaias 57:18 Esaias
Vegir hansara havi Eg sæð, og Eg skal grøða hann; Eg skal leiða hann og troysta hann og tey hjá honum, sum syrgja.