hórur

165 versir um "hórur"

Versir

Síða 2 av 4
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið

biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –

11
Efesusbrævið 6:19 Efesusbrævið

fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,

11
Efesusbrævið 6:20 Efesusbrævið

fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum – at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!

11
Efesusbrævið 6:21 Efesusbrævið

Men fyri at tit eisini skulu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, siga tykkum alt.

11
Efesusbrævið 6:22 Efesusbrævið

Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu fáa at vita, hvussu til stendur hjá okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.

11
Efesusbrævið 6:23 Efesusbrævið

Friður veri við brøðrunum, og kærleiki við trúgv, frá Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi!

11
Efesusbrævið 6:24 Efesusbrævið

Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika!

11
Ezekiel 23:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

8
Ezekiel 23:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Tvær kvinnur vóru, døtur somu móður.

8
Ezekiel 23:3 Ezekiel

Tær drivu hor í Egyptalandi, í ungdóminum drivu tær hor; har varð krámað á bróstum teirra, og har kroystu teir moybarm teirra.

8
Ezekiel 23:4 Ezekiel

Hin eldra æt Ohola, og systir hennara Oholiba. Síðani vórðu tær Mínar og áttu synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Ohola er Samaria, og Oholiba Jerusalem.

8
Ezekiel 23:5 Ezekiel

Men Ohola dreiv hor í staðin fyri at halda seg til Mín; hon brann av trá eftir bólarum sínum, Assýringum, sum vóru komnir henni nær,

8
Ezekiel 23:6 Ezekiel

klæddir í bláum purpuri, jallar og landsstjórar, vakrir unglingar allir samlir, hestmenn á hestum sínum.

8
Ezekiel 23:7 Ezekiel

Til teirra helt hon seg í hori, til allar útvaldu synir Assurs; hon gjørdi seg óreina við øllum teimum, ið hon brann av trá eftir – við øllum avgudum teirra.

8
Ezekiel 23:8 Ezekiel

Men horulívi sínum úr Egyptalandi gav hon ikki uppat við; teir høvdu jú ligið hjá henni, táið hon var ung, teir høvdu kroyst moybarm hennara, og teir høvdu helt út yvir hana hor sítt.

8
Ezekiel 23:9 Ezekiel

Tí gav Eg hana í hendur bólara hennara, í hendur Assýringa, sum hon brann av trá eftir.

8
Ezekiel 23:10 Ezekiel

Teir lyftu burtur av blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so hon varð tiltikin millum kvinnurnar; soleiðis hildu teir dóm yvir henni.

8
Ezekiel 23:11 Ezekiel

Hetta sá Oholiba, systir hennara, og tó var hon enn skammleysari í lystum sínum enn hon og enn verri í hordómi sínum enn systirin.

8
Ezekiel 23:12 Ezekiel

Hon brann av trá eftir Assýringum, jøllum og landsstjórum, sum vóru komnir henni nær, stásiliga skrýddir, hestmenn á hestum sínum, vakrir unglingar allir samlir.

8
Ezekiel 23:13 Ezekiel

Eg sá, at hon var vorðin órein; ein og sama veg gingu báðar.

8
Ezekiel 23:14 Ezekiel

Men hon fór enn longur í hordómi sínum. Táið hon sá menn málaðar á bróstið, myndir av Kaldearum, málaðum við reyðum,

8
Ezekiel 23:15 Ezekiel

gyrdum við belti um lendarnar, við niðurhangandi, litaðum húgvum á høvdunum – allir vóru teir at síggja sum vagnkappar – ja, táið hon fekk at síggja hesar myndir av sonum Bábels, sum høvdu Kaldea til føðiland,

8
Ezekiel 23:16 Ezekiel

brann hon av trá, við tað sama sum hon fekk eyga á teir, og hon sendi boð til Kaldea til teirra.

8
Ezekiel 23:17 Ezekiel

Synir Bábels komu tá til hennara og lógu hjá henni í elskhugi og gjørdu hana óreina við hori sínum; men táið hon var vorðin órein við teimum, vendi sál hennara sær frá teimum.

8
Ezekiel 23:18 Ezekiel

Men táið hon dreiv hor sítt so opinlýst og lyfti burtur av blygd síni, vendi sál Mín sær frá henni, eins og sál Mín hevði vent sær frá systur hennara.

8
Ezekiel 23:19 Ezekiel

Tó fór hon enn longur við hordómi sínum; hon mintist ungdómsdagar sínar, táið hon dreiv hor í Egyptalandi,

8
Ezekiel 23:20 Ezekiel

og so fór hon at brenna av trá eftir horkøllunum har, ið høvdu hold sum esil og vóru graðir sum hestar.

8
Ezekiel 23:21 Ezekiel

Ja, hugur tín stóð aftur til ungdómsskammloysi títt, táið Egyptar kroystu barm tín og krámaðu á moybróstum tínum.

8
Ezekiel 23:22 Ezekiel

Tú, Oholiba! Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg eggi móti tær bólarar tínar, teir, ið sál tín hevur vent sær frá, og Eg lati teir koma yvir teg úr øllum ættum,

8
Ezekiel 23:23 Ezekiel

synir Bábels og allar Kaldearar, Pekod, Sjoa og Koa og við teimum allar synir Assurs, vakrar unglingar, jallar og landsstjórar allar samlar, vagnkappar, navnframar menn, ríðandi á hestum allar samlar.

8
Ezekiel 23:24 Ezekiel

Teir skulu koma móti tær við hervaldi, við vagnum og hjólum og við skara av fólkasløgum; stórar skjøldir, smáar skjøldir og hjálmar skulu teir seta móti tær rundan um teg. Eg skal seta teir til dómarar, og teir skulu døma teg við dómum sínum.

8
Ezekiel 23:25 Ezekiel

Eg skal lata vreiði Mína ganga yvir teg, og teir skulu leggja á teg í øði; nøs og oyru skulu teir skera av tær, og tað, ið eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; synir og døtur tínar skulu teir taka, og tað, ið eftir verður av tær, skal eldurin oyða.

8
Ezekiel 23:26 Ezekiel

Teir skulu skræða klæðini av tær og taka hitt dýra skart títt.

8
Ezekiel 23:27 Ezekiel

Soleiðis skal Eg gera enda á skemdaratburði og horulívi tínum úr Egyptalandi, og tú skalt ikki lyfta eygunum til teirra uppaftur og ikki aftur minnast Egyptaland.

8
Ezekiel 23:28 Ezekiel

Tí so sigur Harrin HARRIN: Eg gevi teg í hendur teirra, sum tú hatar, í hendur teirra, sum sál tín hevur vent sær frá.

8
Ezekiel 23:29 Ezekiel

Teir skulu leggja á teg í hatri, taka alt, ið tú hevur vunnið við strevi tínum, og lata teg verða eftir, nakna og bera; ja, horuskomm tíni skal verða lyft burtur av, og skemdaratburður tín og hordómur tín skulu síggjast.

8
Ezekiel 23:30 Ezekiel

Hetta skal verða gjørt við teg, aftur fyri at tú í hori hevur runnið eftir heidningafólkum og gjørt teg óreina við avgudum teirra.

8
Ezekiel 23:31 Ezekiel

Somu leið sum systir tín hevur tú gingið; tí rætti Eg tær sama steypið, sum hon fekk.

8
Ezekiel 23:32 Ezekiel

Ja, so sigur Harrin HARRIN: Steyp systur tínar skalt tú drekka – hitt djúpa og víða; tú skalt verða til látur og spott – tað tekur nógv!

8
Ezekiel 23:33 Ezekiel

Tú skalt verða drukkin og full av sorg – oyðingar- og herjingarsteyp er steyp Samaria, systur tínar!

8
Ezekiel 23:34 Ezekiel

Tú skalt drekka tað úr til seinasta dropa, og brotini av tí skalt tú gnaga – og ríva bróst tíni sundur; tí Eg havi talað – sigur Harrin HARRIN.

8
Ezekiel 23:35 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tú gloymdi Meg og kastaði Meg aftur um bak, skalt tú bera revsingina fyri siðloysi títt og hor títt.

8
Ezekiel 23:36 Ezekiel

Og HARRIN segði við meg: Menniskjasonur! Vilt tú døma Oholu og Oholibu, so minn tær á viðurstygdir teirra!

8
Ezekiel 23:37 Ezekiel

Tí tær hava drivið hor, og blóð er á hondum teirra; við avgudum sínum hava tær drivið hor, ja, og børn síni, sum Eg átti við teimum, hava tær latið ganga gjøgnum eldin – teimum til føði.

8
Ezekiel 23:38 Ezekiel

Eisini hetta gjørdu tær Mær: Sama dag gjørdu tær halgidóm Mín óreinan og vanhalgaðu sabbatar Mínar.

8
Ezekiel 23:39 Ezekiel

Táið tær høvdu dripið børn síni fyri avgudum sínum, komu tær sama dagin í halgidóm Mín – og vanhalgaðu hann; ja, so bóru tær seg at í húsi Mínum!

8
Ezekiel 23:40 Ezekiel

Enn meir: Tær sendu boð eftir monnum, sum skuldu koma langvegis; sendimenn vórðu sendir eftir teimum – og teir komu, teir, ið tú hevði baðað tær fyri og litað eyguni og skrýtt teg við skarti tínum.

8
Ezekiel 23:41 Ezekiel

Og tú satst á dýrari legu, og borðreitt var framman fyri hana; roykilsi Mítt og olju Mína hevði tú sett á borðið.

8
Ezekiel 23:42 Ezekiel

Gangurin frá kátari mannamúgvu hoyrdist har inni, og til teir menn av fólkahópinum, ið vóru har, fóru teir eftir drykkjubrøðrum úr oyðimørkini. So spentu teir armbond um handliðir teirra* og settu fagrar krúnur á høvd teirra.

8
Ezekiel 23:43 Ezekiel

Tá segði Eg um hina útslitnu skøkju: „Nú dámar teimum at dríva hor við henni, ja, við henni!“

8