grikskir gudar
119 versir um "grikskir gudar"
Versir
Síða 3 av 3Dániel 2:13 Dániel
Táið hetta boð var givið, og teir skuldu fara at drepa vísmenninar, leitaðu teir eisini eftir Dániel og vinmonnum hansara og ætlaðu at drepa teir.
Dániel 2:14 Dániel
Tá segði Dániel klókt og vitigt orð við Arjok, lívvaktarhøvdinga kongsins, hann, ið út var farin at drepa vísmenninar í Bábel.
Dániel 2:15 Dániel
Hann tók til orða og spurdi Arjok, høvuðsmann kongsins: „Hví hevur kongur givið hetta stranga boð?“ Arjok segði tá Dániel, hvussu við visti.
Dániel 2:16 Dániel
Nú fór Dániel inn og bað kongin geva sær tíð at umráða seg, so hann kundi týða konginum dreymin.
Dániel 2:17 Dániel
Síðani fór Dániel heimaftur og segði Hananja, Misael og Azarja, vinmonnum sínum, hvussu við visti,
Dániel 2:18 Dániel
og álegði teimum at biðja Gud Himmalsins um miskunn, so Hann opinberaði henda loyndardóm, og Dániel og vinmenn hansara ikki vórðu dripnir saman við hinum vísmonnunum í Bábel.
Dániel 2:19 Dániel
Tá varð loyndardómurin opinberaður Dániel í sjón um náttina. Og Dániel lovaði Gudi Himmalsins;
Dániel 2:20 Dániel
Dániel tók til orða og segði: „Lovað veri navn Guds frá ævi til ævi! Tí vísdómurin og styrkin hoyrir Honum til;
Dániel 2:21 Dániel
Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;
Dániel 2:22 Dániel
Hann opinberar hitt djúpa og loynda; Hann kennir tað, sum í myrkrinum er, og hjá Honum býr ljósið.
Dániel 2:23 Dániel
Tær, Gudi fedra mína, takki og lovi eg, tí Tú hevur givið mær vísdóm og styrki! Og nú hevur Tú kunngjørt mær tað, ið vit bóðu Teg um; tí tað, sum kongur vildi hava at vita, hevur Tú kunngjørt okkum.“
Dániel 2:24 Dániel
Dániel fór nú til Arjok, sum kongurin hevði givið boð um at drepa vísmenninar í Bábel; hann fór og segði við hann: „Drep ikki vísmenninar í Bábel! Leið meg inn fyri kong! So skal eg týða kongi dreymin.“
Dániel 2:25 Dániel
Arjok fór tá skundisliga inn fyri kongin við Dániel og segði við hann: „Eg havi millum hinar herleiddu úr Juda funnið mann, ið kann týða konginum dreymin!“
Dániel 2:26 Dániel
Kongurin tók til orða og spurdi Dániel – sum hevði fingið navnið Beltsazar: „Ert tú førur fyri at siga mær dreymin, ið eg havi havt, og týða hann?“
Dániel 2:27 Dániel
Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.
Rómverjabrævið 2:14 Rómverjabrævið
Tí táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg;
Rómverjabrævið 2:15 Rómverjabrævið
teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sínámillum klaga ella eisini verja hvør aðra
Fyrra Korintbrævið 15:31 Fyrra Korintbrævið
– Eg doyggi hvønn dag, so satt sum eg í Kristi Jesusi, Harra okkara, kann rósa mær av tykkum, brøður!
Fyrra Korintbrævið 15:32 Fyrra Korintbrævið
Var tað, sum menniskju eru von, eg bardist við vill dýr í Efesus, hvønn vinning havi eg so av tí! Rísa deyð ikki upp, so „latið okkum eta og drekka, tí í morgin doyggja vit!“