grikskir gudar
119 versir um "grikskir gudar"
Versir
Síða 2 av 3Ápostlasøgan 19:18 Ápostlasøgan
Mong av teimum, ið komin vóru til trúgv, komu og játtaðu atburð sín og søgdu frá honum.
Ápostlasøgan 19:19 Ápostlasøgan
Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera 50000 silvurpeningar.
Ápostlasøgan 19:20 Ápostlasøgan
Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald.
Ápostlasøgan 19:21 Ápostlasøgan
Táið nú hetta var fullført, setti Paulus sær fyri í andanum, at hann skuldi ferðast um Makedonia og Akaia og so fara til Jerusalem; og hann segði: „Táið eg havi verið har, má eg eisini síggja Róm!“
Ápostlasøgan 19:22 Ápostlasøgan
Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.
Ápostlasøgan 19:23 Ápostlasøgan
Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin.
Ápostlasøgan 19:24 Ápostlasøgan
Har var silvursmiður, ið æt Demetrius. Hann gjørdi artemistempul av silvuri og veitti smiðunum ikki lítla inntøku.
Ápostlasøgan 19:25 Ápostlasøgan
Hann kallaði nú teir saman, somuleiðis arbeiðsmenninar, ið fingust við slíkt, og segði: „Tit menn! Tit vita, at av hesum arbeiði hava vit stóru inntøku okkara.
Ápostlasøgan 19:26 Ápostlasøgan
Og nú síggja og hoyra tit, at ikki bert í Efesus, men næstan um alt Asia hevur hesin Paulus við yvirtalan síni villleitt stóran hóp, við tað at hann sigur, at tað eru ikki Gudar, teir, ið gjørdir verða við hondum.
Ápostlasøgan 19:27 Ápostlasøgan
Nú er ikki bert vandi fyri, at hetta yrki okkara skal verða vanvirt, men eisini, at tempul hinnar stóru gudinnu Artemisar skal verða hildið fyri einki, og at endi skal verða gjørdur á stórleika hennara, sum alt Asia og jarðarríki dýrkar!“
Ápostlasøgan 19:28 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fullir av vreiði og róptu: „Stór er Artemis Efesusmanna!“
Ápostlasøgan 19:29 Ápostlasøgan
Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi.
Ápostlasøgan 19:30 Ápostlasøgan
Paulus ætlaði tá at fara inn ímillum fólkið, men lærisveinarnir góvu honum ikki loyvi til tað.
Ápostlasøgan 19:31 Ápostlasøgan
Eisini nakrir av leikstjórunum, sum vóru vinir hansara, sendu honum boð og bóðu hann ikki vága sær inn á sjónleikarstaðið.
Ápostlasøgan 19:32 Ápostlasøgan
Summi róptu nú eitt, summi annað; tí alt fólkið, ið samankomið var, var uppøst, og tey flestu vistu ikki, hví tey vóru komin saman.
Ápostlasøgan 19:33 Ápostlasøgan
Tey drógu nú Aleksander út úr fólkahópinum – Jødarnir skúgvaðu hann fram. Aleksander gjørdi tekin við hondini, at hann ætlaði at halda verjurøðu fyri fólkinum.
Ápostlasøgan 19:34 Ápostlasøgan
Men táið tey fingu at vita, at hann var Jødi, fóru tey at rópa, øll sum eitt, í úti við tveir tímar: „Stór er Artemis Efesusmanna!“
Ápostlasøgan 19:35 Ápostlasøgan
Býskrivarin fekk tó fólkið at sissast og segði: „Tit menn í Efesus! Man nakað menniskja vera, sum veit ikki, at staður Efesusmanna er tempulverjari hinnar stóru Artemisar og himmalfalnu myndarinnar!
Ápostlasøgan 19:36 Ápostlasøgan
Táið nú eingin kann siga ímóti hesum, eiga tit at vera sáttligir og ikki leypa framav!
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið
Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið
Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið
og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið
Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið
og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið
Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið
– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið
tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið
skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið
Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.
Dániel 1:17 Dániel
Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.
Dániel 1:18 Dániel
Táið tíðin, ið kongurin hevði ásett, var úti, og teir skuldu verða leiddir fram fyri hann, fór hægsti hirðmaðurin inn fyri Nebukadnezar við teimum.
Dániel 1:19 Dániel
Kongurin tosaði við teir, og ikki var millum teir allar ein, ið kundi metast javnt við Dániel, Hananja, Misael og Azarja; teir vórðu tá tænarar kongsins.
Dániel 1:20 Dániel
Og altíð táið kongurin spurdi teir um okkurt, sum vísdómur og skil kravdi til, sá hann, at teir vóru tíggju ferðir so vísir sum allir spámenn og andamanarar í øllum ríki hansara.
Dániel 1:21 Dániel
Dániel varð tá har, líka til fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið.
Dániel 2:1 Dániel
Annað árið ið hann sat við stýrið, hevði Nebukadnezar dreymar, sum loyptu honum órógv í sinnið, so hann fekk ikki sovið.
Dániel 2:2 Dániel
Kongurin sendi tá boð eftir spámonnunum, andamanarunum, gandakøllunum og Kaldearunum og vildi hava teir at siga sær, hvat hann hevði droymt. Teir komu so og stigu fram fyri kongin.
Dániel 2:3 Dániel
Kongurin segði við teir: „Eg havi havt dreym, og eg fái ikki frið í sinnið, fyrrenn eg fái dreymin at vita.“
Dániel 2:4 Dániel
Kaldeararnir svaraðu konginum á árameiskum: „Kongurin livi í allar ævir! Sig tænarum tínum dreymin! So skulu vit týða tær hann.“
Dániel 2:5 Dániel
Men kongurin segði við Kaldeararnar: „Hetta orð mítt skal ikki vikast: Soframt sum tit siga mær ikki dreymin og týða hann, skulu tit verða høgdir sundur, og hús tykkara gjørd til skarndungar!
Dániel 2:6 Dániel
Men soframt sum tit siga mær dreymin og týða hann, skal eg lata tykkum fáa ríkar gávur og miklan heiður; sigið mær tí dreymin og týðið hann!“
Dániel 2:7 Dániel
Teir svaraðu uppaftur: „Kongurin má siga tænarum sínum dreymin! So skulu vit týða hann.“
Dániel 2:8 Dániel
Kongurin segði: „Eg síggi væl, at tit royna at fáa umrátt tykkum, av tí at tit síggja, at orðið, ið eg segði, er óvikiligt,
Dániel 2:9 Dániel
at siga tit mær ikki dreymin, kann dómurin yvir tykkum bert verða ein; tí eru tit komnir ásamt um at billa mær inn skammiliga lygn, í vón um, at tíðirnar skulu umskiftast. Sigið mær tí dreymin, so eg kann síggja, at tit eisini eru førir fyri at týða mær hann!“
Dániel 2:10 Dániel
Kaldeararnir svaraðu konginum: „Ikki er menniskja á jørðini, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita! Eingin kongur, hvussu stórur og máttugur hann so hevur verið, hevur heldur nakrantíð kravt slíkt av nøkrum spámanni, andamanara ella Kaldeara.
Dániel 2:11 Dániel
Tað, ið kongurin krevur, er ógjørligt, og eingin er til, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita – uttan gudarnir, og teir hava ikki bústað sín hjá deyðiligum menniskjum!“
Dániel 2:12 Dániel
Av hesum varð kongurin illur og ógvuliga uppøstur, og hann beyð, at allir vísmenn í Bábel skuldu verða dripnir.