Frø tíð og uppihald
125 versir um "Frø tíð og uppihald"
Versir
Síða 3 av 3Lukas 8:34 Lukas
Men táið hirðarnir sóu tað, sum hent hevði, flýddu teir og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum.
Lukas 8:35 Lukas
Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey.
Lukas 8:36 Lukas
Teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum nú frá, hvussu hann, ið settur hevði verið av illum andum, var hjálpin.
Lukas 8:37 Lukas
Alt fólkið á teimum leiðum har hjá Gadarenum bað Hann tá um at fara burt frá sær; tí stór ræðsla var á teimum. So fór Hann í bátin og fór avstað aftur.
Lukas 8:38 Lukas
Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði:
Lukas 8:39 Lukas
„Far heimaftur til tín sjálvs og sig frá stórverkunum, ið Gud hevur gjørt fyri teg!“ Tá fór hann avstað og kunngjørdi um allan býin stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann.
Lukas 8:40 Lukas
Táið Jesus nú kom aftur, tók fólkið ímóti Honum, tí øll bíðaðu eftir Honum.
Lukas 8:41 Lukas
Tá kom har maður, ið æt Jairus, og sum var fyristøðumaður fyri sýnagoguni; hann fall niður fyri fótum Jesusar og bað Hann koma inn hjá sær;
Lukas 8:42 Lukas
tí einkadóttir hansara – hon var um tólv ár – lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, trokaðist fólkið um Hann.
Lukas 8:43 Lukas
Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum,
Lukas 8:44 Lukas
kom aftanífrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara.
Lukas 8:45 Lukas
Tá spurdi Jesus: „Hvør var tað, sum nam við Meg?“ Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: „Meistari, fólkið trokar og treingir Teg jú!“
Lukas 8:46 Lukas
Men Jesus segði: „Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.“
Lukas 8:47 Lukas
Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.
Lukas 8:48 Lukas
Tá segði Hann við hana: „Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“
Lukas 8:49 Lukas
Meðan Hann enn talaði, kom ein heiman frá sýnagogustjóranum og segði við hann: „Dóttir tín er deyð; ómaka ikki Meistaran!“
Lukas 8:50 Lukas
Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: „Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!“
Lukas 8:51 Lukas
Táið Hann so kom til húsið, loyvdi Hann ongum at koma inn við Sær uttan Pæturi, Jóhannesi og Jákupi og faðir og móður gentuna.
Lukas 8:52 Lukas
Tey grótu øll har og venaðu seg uppi yvir henni; men Hann segði: „Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur.“
Lukas 8:53 Lukas
Tá læðu tey at Honum; tey vistu jú, at hon var deyð.
Lukas 8:54 Lukas
Men Hann tók í hond hennara og rópti: „Genta, reis teg upp!“
Lukas 8:55 Lukas
Tá kom andi hennara aftur, og hon reistist upp alt fyri eitt; og Hann beyð, at tey skuldu geva henni at eta.
Lukas 8:56 Lukas
Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði.
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.