Frø tíð og uppihald
125 versir um "Frø tíð og uppihald"
Versir
Síða 2 av 3Matteus 13:42 Matteus
Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.
Matteus 13:43 Matteus
Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!
Matteus 13:44 Matteus
Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.
Matteus 13:45 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum.
Matteus 13:46 Matteus
Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana.
Matteus 13:47 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.
Matteus 13:48 Matteus
Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu.
Matteus 13:49 Matteus
Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu
Matteus 13:50 Matteus
og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.
Matteus 13:51 Matteus
Hava tit fatað alt hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Ja.“
Matteus 13:52 Matteus
Tá segði Hann við teir: „Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur.“
Matteus 13:53 Matteus
Táið Jesus hevði sett fram øll hesi líknilsi, fór Hann avstað haðani.
Matteus 13:54 Matteus
Hann kom nú til heimbygd Sína og lærdi tey í sýnagogu teirra, so at tey vórðu ovfarin og søgdu: „Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir?
Matteus 13:55 Matteus
Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas!
Matteus 13:56 Matteus
Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?“
Matteus 13:57 Matteus
So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.“
Matteus 13:58 Matteus
Og Hann gjørdi ikki mangar kraftargerðir har; tí tey trúðu ikki.
Lukas 8:1 Lukas
Eftir hetta ferðaðist Hann um gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds, og hinir tólv við Honum,
Lukas 8:2 Lukas
somuleiðis nakrar kvinnur, ið grøddar vóru frá illum andum og sjúkum: Maria, ið kallaðist Magdalena, sum sjey illir andar vóru farnir út úr,
Lukas 8:3 Lukas
Jóhanna, sum gift var við Kuza, húsfúta Heródesar, Súsanna og mangar aðrar, ið tæntu teimum við tí, sum tær áttu.
Lukas 8:4 Lukas
Táið nú nógv fólk streymaði saman, og tey fóru út til Hansara úr hvørjum býi, segði Hann í líknilsi:
Lukas 8:5 Lukas
„Sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin; tað varð traðkað niður, og fuglar himmalsins ótu tað upp.
Lukas 8:6 Lukas
Nakað fall í gaddajørð; táið tað vaks upp, følnaði tað, av tí at tað hevði ikki vætu.
Lukas 8:7 Lukas
Nakað fall mitt ímillum tornir; men tornirnir vuksu upp við og køvdu tað.
Lukas 8:8 Lukas
Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði.“ Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: „Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“
Lukas 8:9 Lukas
Tá spurdu lærisveinar Hansara Hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða.
Lukas 8:10 Lukas
Hann segði: „Tykkum er givið at kenna loyndarmál Guds ríkis; men hinum verður tað givið í líknilsum, fyri at tey við síggjandi eygum einki skulu síggja og við hoyrandi oyrum einki fata.
Lukas 8:11 Lukas
Men hetta er líknilsið: Sáðið er orð Guds.
Lukas 8:12 Lukas
Og tey við vegin eru tey, sum hoyra tað; men so kemur Djevulin og tekur burt orðið úr hjarta teirra, fyri at tey skulu ikki trúgva og verða frelst.
Lukas 8:13 Lukas
Tey í gaddajørð eru tey, sum taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað; men hesi hava ikki rót; tey trúgva eina tíð og falla frá freistingarstundina.
Lukas 8:14 Lukas
Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst.
Lukas 8:15 Lukas
Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni.
Lukas 8:16 Lukas
Eingin, ið tendrar ljós, fjalir tað undir ílati ella setur tað undir song; nei, hann setur tað í ljósastaka, fyri at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið.
Lukas 8:17 Lukas
Tí einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma fyri ljósið.
Lukas 8:18 Lukas
Síggið tí til, hvussu tit hoyra! Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið, og tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava.“
Lukas 8:19 Lukas
Móðir og brøður Hansara komu nú til Hansara, og tey sluppu ikki fram til Hansara fyri fólkinum.
Lukas 8:20 Lukas
Boð vórðu tá send til Hansara: „Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja hitta Teg.“
Lukas 8:21 Lukas
Men Hann svaraði teimum: „Móðir Mín og brøður Mínir eru hesi, sum hoyra orð Guds og gera eftir tí.“
Lukas 8:22 Lukas
Ein dag fór Hann í bát við lærisveinum Sínum, og Hann segði við teir: „Latið okkum fara yvir um vatnið!“ Teir løgdu tá avstað.
Lukas 8:23 Lukas
Men meðan teir sigldu, sovnaði Hann. Stormur streyk nú oman yvir vatnið, báturin fyltist, og teir vóru í vanda.
Lukas 8:24 Lukas
Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: „Meistari, meistari, vit ganga burtur!“ Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð.
Lukas 8:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Hvar er trúgv tykkara!“ Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?“
Lukas 8:26 Lukas
Teir hildu nú til lands, har sum Gadarenar búðu, beint yvir av Galilea.
Lukas 8:27 Lukas
Táið Hann steig á land, møtti Honum maður úr býnum, sum í langar tíðir hevði verið settur av illum andum og ikki verið í klæðum og ikki havt tilhald í húsum, men í grøvunum.
Lukas 8:28 Lukas
Táið hann sá Jesus, skar hann í róp, fall niður fyri Honum og rópti: „Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins Hægsta Guds! Eg biði Teg um, at Tú pínir meg ikki.“
Lukas 8:29 Lukas
Tí Hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Mangan hevði hann gripið hann; og hann varð bundin við leinkjum og fótjørnum, og vakt varð hildin yvir honum; men hann sleit sundur tað, sum hann varð bundin við, og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimarkirnar.
Lukas 8:30 Lukas
Jesus spurdi hann nú: „Hvussu eitur tú?“ Hann svaraði: „Legión“ – tí nógvir illir andar vóru farnir í hann.
Lukas 8:31 Lukas
Og teir bóðu Hann um ikki at siga við teir, at teir skuldu fara niður í avgrundina.
Lukas 8:32 Lukas
Nú var har stórt svínafylgi, sum lá og át á fjallinum; teir bóðu Hann tá loyva sær at fara í svínini, og Hann gav teimum loyvi til tað.
Lukas 8:33 Lukas
Tá fóru hinir illu andarnir út úr manninum og í svínini, og fylgið stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði.