ephod (prestaklóði)

133 versir um "ephod (prestaklóði)"

Versir

Síða 3 av 3
Onnur Mósebók 39:12 Onnur Mósebók

hýasint, agat og ametyst í triðja,

4
Onnur Mósebók 39:13 Onnur Mósebók

krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir sótu feldir inn í samanflættað gull.

4
Onnur Mósebók 39:14 Onnur Mósebók

Steinarnir vóru 12 í tali, eftir nøvnum sona Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin varð navnið á einum av teimum 12 ættunum skorið inn eins og í innsigli.

4
Onnur Mósebók 39:15 Onnur Mósebók

Til bringudúkin gjørdu teir eisini ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri.

4
Onnur Mósebók 39:16 Onnur Mósebók

Síðani flættaðu teir gull saman – í tveimum – og gjørdu tveir gullringar og settu teir hvønn á sítt horn bringudúksins.

4
Onnur Mósebók 39:17 Onnur Mósebók

Tær báðar snaraðu gullketurnar festu teir í báðar ringarnar á hornum bringudúksins.

4
Onnur Mósebók 39:18 Onnur Mósebók

Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum festu teir í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil festu teir tær.

4
Onnur Mósebók 39:19 Onnur Mósebók

So gjørdu teir tveir aðrar gullringar og settu teir á hini bæði horn bringudúksins, á tann kvarðan, ið inn eftir vendi, inn móti lívkyrtlinum.

4
Onnur Mósebók 39:20 Onnur Mósebók

Tveir gullringar enn gjørdu teir og settu teir á tey bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann varð samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins.

4
Onnur Mósebók 39:21 Onnur Mósebók

Ringar bringudúksins bundu teir við bandi av bláum tógvi til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kom at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kundi skiljast frá lívkyrtlinum – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:22 Onnur Mósebók

Kápuna, ið hoyrdi til lívkyrtilin, gjørdu teir av bláum tógvi, alla sum hon var, vovna.

4
Onnur Mósebók 39:23 Onnur Mósebók

Mitt á henni var opilsi til høvdið, og rundan um opilsið bordi – sum opilsið á brynju – fyri at hon skuldi ikki skrædna.

4
Onnur Mósebók 39:24 Onnur Mósebók

Runt um fald hennara í neðra settu teir granatepli av tvinnaðum bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi.

4
Onnur Mósebók 39:25 Onnur Mósebók

Og teir gjørdu bjøllur av reinum gulli og settu tær rundan um allan faldin á kápuni í neðra, millum granateplini,

4
Onnur Mósebók 39:26 Onnur Mósebók

eina bjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina bjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra – at verða nýtta við tænastuna, so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:27 Onnur Mósebók

Síðani gjørdu teir Áron og sonum hansara vovnar undirkyrtlar av fínum líni,

4
Onnur Mósebók 39:28 Onnur Mósebók

húgvuna av fínum líni, embætishúgvurnar av fínum líni, løriftsbuksurnar av fínum, tvinnaðum líni,

4
Onnur Mósebók 39:29 Onnur Mósebók

og beltið av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi, vovnum í ymiskum litum – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:30 Onnur Mósebók

So gjørdu teir plátuna av reinum gulli – hitt heilaga pannuprýðið – og skrivaðu á hana, eins og innsigli verða útskorin: „Halgaður HARRANUM.“

4
Onnur Mósebók 39:31 Onnur Mósebók

Og teir festu á hana band av bláum tógvi og settu hana omantil á húgvuna – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:32 Onnur Mósebók

Soleiðis varð nú alt arbeiðið liðugt við tabernaklið, samkomutjaldið; í einum og øllum gjørdu Ísraelsmenn tað so, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:33 Onnur Mósebók

So bóru teir Mósesi tabernaklið: Tjaldið og alt, ið til hoyrdi, krókarnar, plankarnar, tvørstengurnar, stólparnar og stabbarnar,

4
Onnur Mósebók 39:34 Onnur Mósebók

takið av reyðlitaðum veðraskinni og takið av sjókúskinni, forhangið, ið framman fyri ørkina skuldi vera,

4
Onnur Mósebók 39:35 Onnur Mósebók

vitnisburðarørkina við stongum hennara, náðistólin,

4
Onnur Mósebók 39:36 Onnur Mósebók

borðið við øllum, ið til hoyrdi, sýnisbreyðini,

4
Onnur Mósebók 39:37 Onnur Mósebók

ljósastakan av reinum gulli við lampunum, ið á hann skuldu setast, og alt annað, ið til hoyrdi, oljuna til ljósastakan,

4
Onnur Mósebók 39:38 Onnur Mósebók

gullaltarið, salvuoljuna, hitt angandi roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins,

4
Onnur Mósebók 39:39 Onnur Mósebók

koparaltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrdi, vatnílatið og fót tess,

4
Onnur Mósebók 39:40 Onnur Mósebók

umhang forgarðsins, stólparnar og stabbarnar, forhangið fyri portur forgarðsins, togini og hælirnar, alt, ið nýtast skuldi til tænastuna í tabernaklinum, samkomutjaldinum,

4
Onnur Mósebók 39:41 Onnur Mósebók

embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heilagu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara.

4
Onnur Mósebók 39:42 Onnur Mósebók

Í einum og øllum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn alt arbeiðið.

4
Onnur Mósebók 39:43 Onnur Mósebók

Og táið Móses hugdi at øllum, ið gjørt var, og sá, at tað var liðugt, at teir á allan hátt høvdu gjørt tað so, sum HARRIN hevði sagt, tá signaði hann teir.

4
Seinna Sámuelsbók 6:14 Seinna Sámuelsbók

Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni.

4