ephod (prestaklóði)

133 versir um "ephod (prestaklóði)"

Versir

Síða 2 av 3
Onnur Mósebók 29:8 Onnur Mósebók

Lat harnæst synir hansara stíga fram, og lat teir í undirkyrtlar,

4
Onnur Mósebók 29:9 Onnur Mósebók

og bind belti um teir – bæði Áron og synir hansara – og bind hinar høgu húgvurnar á teir! Síðani skulu teir hava prestadømið sum ævigan rætt. So skalt tú innseta Áron og synir hansara.

4
Onnur Mósebók 29:10 Onnur Mósebók

Tarvin skalt tú leiða fram at samkomutjaldinum, og Áron og synir hansara skulu leggja hendur sínar á høvd tarvsins.

4
Onnur Mósebók 29:11 Onnur Mósebók

Drep so tarvin fyri ásjón HARRANS fyri durum samkomutjaldsins,

4
Onnur Mósebók 29:12 Onnur Mósebók

og tak av blóði tarvsins og smyr við fingrinum á altarhornini! Avlopið av blóðinum skalt tú stoyta niður við altarið.

4
Onnur Mósebók 29:13 Onnur Mósebók

Alla netjuna, tað størra livrarblaðið og bæði nýruni við nýrumørinum skalt tú taka og brenna á altarinum.

4
Onnur Mósebók 29:14 Onnur Mósebók

Men kjøt tarvsins, húðina og gorið skalt tú brenna upp uttan fyri tilhaldið; tað er syndoffur.

4
Onnur Mósebók 29:15 Onnur Mósebók

Tínæst skalt tú taka annan veðrin, og Áron og synir hansara skulu leggja hendurnar á høvd hansara.

4
Onnur Mósebók 29:16 Onnur Mósebók

Drep síðani veðrin, tak blóð hansara og slett rundanum á altarið!

4
Onnur Mósebók 29:17 Onnur Mósebók

Sker so veðrin sundur, vaska innvøl hansara og føturnar, legg tað oman á hini stykkini og høvdið,

4
Onnur Mósebók 29:18 Onnur Mósebók

og brenn allan veðrin á altarinum! Tað er brennioffur til HARRAN. Góður angi, eldoffur til HARRAN er tað.

4
Onnur Mósebók 29:19 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú taka hin veðrin, og Áron og synir hansara skulu leggja hendurnar á høvd hansara.

4
Onnur Mósebók 29:20 Onnur Mósebók

Drep nú veðrin, tak av blóði hansara og smyr á høgru oyralippu Árons og sona hansara og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti teirra! Avlopið av blóðinum skalt tú sletta rundanum á altarið.

4
Onnur Mósebók 29:21 Onnur Mósebók

Tak so av blóðinum, ið á altarinum stendur, og av salvuoljuni, og slett á Áron og klæði hansara, somuleiðis á synir hansara og á klæði teirra – so verður hann heilagur, hann sjálvur og klæði hansara, og somuleiðis synir hansara og klæði teirra!

4
Onnur Mósebók 29:22 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú taka tað feita av veðrinum, hárónna og netjuna, tað størra livrarblaðið, bæði nýruni við nýrumørinum og tað høgra tjógvið – tí hetta er vígsluveðrurin;

4
Onnur Mósebók 29:23 Onnur Mósebók

og úr kurvini við hinum ósúrgaðu breyðunum, sum stendur fyri ásjón HARRANS, skalt tú taka rundkøku, oljukøku og flatkøku.

4
Onnur Mósebók 29:24 Onnur Mósebók

Alt hetta skalt tú leggja í hendur Árons og sona hansara og lata teir sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.

4
Onnur Mósebók 29:25 Onnur Mósebók

Tak tað so úr aftur hondum teirra og brenn tað á altarinum – oman á brenniofrinum – til góðan anga fyri ásjón HARRANS! Tað er eldoffur fyri HARRANUM.

4
Onnur Mósebók 29:26 Onnur Mósebók

Tak síðani bringuna av vígsluveðri Árons og sveiggja hana fyri ásjón HARRANS – hon skal vera tín partur!

4
Onnur Mósebók 29:27 Onnur Mósebók

Soleiðis skalt tú halga sveiggibringuna og offurgávutjógvið – tað, ið sveiggjað verður, og tað, ið givið verður, av vígsluveðri Árons og sona hansara.

4
Onnur Mósebók 29:28 Onnur Mósebók

Og tað skulu Áron og synir hansara hava sum nakað, ið teir í allar ævir eiga hjá Ísraelsmonnum; tí tað er offurgáva, og sum offurgávu skulu Ísraelsmenn geva tað av takkofrum sínum, sum offurgávu sína til HARRAN.

4
Onnur Mósebók 29:29 Onnur Mósebók

Hini heilagu klæðini, ið Áron hevur, skulu synir hansara hava eftir hann; í teimum skulu teir vera, táið teir verða salvaðir og innsettir.

4
Onnur Mósebók 29:30 Onnur Mósebók

Í sjey dagar skal tann av sonum hansara, sum prestur verður í hansara stað, vera í teimum – hann, ið fara skal inn í samkomutjaldið at gera tænastu í halgidóminum.

4
Onnur Mósebók 29:31 Onnur Mósebók

– Síðani skalt tú taka vígsluveðrin og kóka kjøt hansara á heilagum staði.

4
Onnur Mósebók 29:32 Onnur Mósebók

Og kjøt veðrsins og breyðið, sum í kurvini er, skulu Áron og synir hansara eta fyri durum samkomutjaldsins.

4
Onnur Mósebók 29:33 Onnur Mósebók

Teir skulu eta hesi stykkini, sum bót verður gjørd við, táið teir verða innsettir og halgaðir; men ein, ið ikki er vígdur, má ikki eta av tí, tí tað er heilagt.

4
Onnur Mósebók 29:34 Onnur Mósebók

Og loypur nakað av vígsluoffurkjøtinum ella breyðinum av til morgunin eftir, so skalt tú brenna hetta, ið eftir er; etið má tað ikki verða, tí tað er heilagt.

4
Onnur Mósebók 29:35 Onnur Mósebók

Soleiðis skalt tú gera við Áron og synir hansara, í einum og øllum sum Eg havi álagt tær. Í sjey dagar skal innseting teirra vara.

4
Onnur Mósebók 29:36 Onnur Mósebók

Hvønn dag skalt tú ofra tarv sum syndoffur til at gera bót; tú skalt reinsa altarið frá synd við at gera bót fyri tað, og tú skalt salva tað og soleiðis halga tað.

4
Onnur Mósebók 29:37 Onnur Mósebók

Í sjey dagar skalt tú gera bót fyri altarið og halga tað; soleiðis verður altarið háheilagt; hvør tann, ið nemur við altarið, verður heilagur.*

4
Onnur Mósebók 29:38 Onnur Mósebók

Hetta er tað, ið tú skalt ofra á altarinum: Hvønn dag tveir veturgamlar seyðir – altíð.

4
Onnur Mósebók 29:39 Onnur Mósebók

Annan seyðin skalt tú ofra um morgunin, og annan um sólsetur.

4
Onnur Mósebók 29:40 Onnur Mósebók

Saman við hinum fyrra seyðinum skalt tú ofra tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandað við fjórðingin av hin av olju av stoyttum oljuberum, og sum drykkjuoffur fjórðingin av hin av víni.

4
Onnur Mósebók 29:41 Onnur Mósebók

Hin seyðin skalt tú ofra um sólsetur; saman við honum skalt tú ofra sama matoffur og drykkjuoffur sum um morgunin – til góðan anga, eldoffur til HARRAN.

4
Onnur Mósebók 29:42 Onnur Mósebók

Hetta skal vera dagliga brennioffur tykkara, mann eftir mann, sum skal verða borið fram fyri ásjón HARRANS fyri durum samkomutjaldsins, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær at tala við teg.

4
Onnur Mósebók 29:43 Onnur Mósebók

Har er tað, Eg skal møta børnum Ísraels, og tað skal verða halgað av dýrd Míni.

4
Onnur Mósebók 29:44 Onnur Mósebók

Bæði samkomutjaldið og altarið skal Eg halga, og Áron og synir hansara skal Eg halga at tæna Mær sum prestar.

4
Onnur Mósebók 29:45 Onnur Mósebók

Eg skal búgva millum børn Ísraels og vera Gud teirra;

4
Onnur Mósebók 29:46 Onnur Mósebók

og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra, sum leiddi tey út av Egyptalandi, fyri at Eg skuldi búgva millum teirra – Eg, HARRIN Gud teirra.“

4
Onnur Mósebók 39:1 Onnur Mósebók

Av tí bláa, purpurreyða og skarlaksreyða tónum gjørdu teir embætisklæði til tænastuna í halgidóminum; og teir gjørdu hini heilagu klæðini, ið Áron skuldi hava – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:2 Onnur Mósebók

Lívkyrtilin gjørdu teir av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.

4
Onnur Mósebók 39:3 Onnur Mósebók

Teir slógu gullið út í plátur og kliptu pláturnar sundur í træðrir, so tað í listvevnaði kundi verða vovið inn í tað bláa, purpurreyða og skarlaksreyða tógvið og tað fína línið.

4
Onnur Mósebók 39:4 Onnur Mósebók

Akslastykki gjørdu teir til hansara, at festa á hann; tey vóru at festa hann saman við í báðum endum.

4
Onnur Mósebók 39:5 Onnur Mósebók

Beltið, ið á honum sat og helt honum saman, var áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:6 Onnur Mósebók

So gjørdu teir sjóamsteinarnar til og feldu teir inn í samanflættað gull; inn í teir vóru nøvn sona Ísraels skorin, sum innsigli verða útskorin.

4
Onnur Mósebók 39:7 Onnur Mósebók

Teir vórðu settir á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skuldu gera, at børn Ísraels vórðu minst – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

4
Onnur Mósebók 39:8 Onnur Mósebók

Síðani gjørdu teir bringudúkin; í listvevnaði var hann, á sama hátt sum lívkyrtilin, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.

4
Onnur Mósebók 39:9 Onnur Mósebók

Hann var fýrhyrntur og lagdur dupultur; eina sponn langur og eina sponn breiður var hann og lagdur dupultur.

4
Onnur Mósebók 39:10 Onnur Mósebók

Við fýra røðum av dýrum steinum settu teir hann, kerneol, topas og smaragd í fyrsta raði,

4
Onnur Mósebók 39:11 Onnur Mósebók

rubin, safir og kalsedon í øðrum,

4