enkjumenn
140 versir um "enkjumenn"
Versir
Síða 3 av 3Markus 10:27 Markus
Jesus hugdi upp á teir og segði: „Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt.“
Markus 10:28 Markus
Pætur tók til orða og segði við Hann: „Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær!“
Markus 10:29 Markus
Jesus svaraði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld,
Markus 10:30 Markus
uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíðini hús, brøður, systrar, møður, børn og jørð, við atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív.
Markus 10:31 Markus
Men mong, sum eru hini fyrstu, skulu verða hini síðstu, og hini síðstu hini fyrstu.“
Markus 10:32 Markus
Teir vóru nú á ferð niðan til Jerusalem; Jesus gekk undan teimum, og teir vóru fullir av ótta, og tey, sum fylgdu við, vóru rødd. Tá tók Hann aftur hinar tólv til Sín og fór at siga teimum, hvussu Honum skuldi gangast:
Markus 10:33 Markus
„Vit fara nú niðan til Jerusalem. Menniskjasonurin skal verða givin høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu upp í hendur, og teir skulu døma Hann til deyða og geva Hann heidningunum upp í hendur.
Markus 10:34 Markus
Teir skulu spotta Hann, spýta á Hann, húðfleingja Hann og drepa Hann, og tríggjar dagar eftir skal Hann rísa upp.“
Markus 10:35 Markus
Tá fóru Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, til Hansara og søgdu: „Meistari, vit vilja fegnir, at Tú skalt gera tað fyri okkum, sum vit nú fara at biðja Teg um!“
Markus 10:36 Markus
Hann spurdi teir: „Hvat vilja tit tá, at Eg skal gera fyri tykkum?“
Markus 10:37 Markus
Teir søgdu við Hann: „Gev okkum, at vit sleppa at sita, annar við høgru, og annar við vinstru lið Tína, í dýrd Tíni!“
Markus 10:38 Markus
Jesus segði við teir: „Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg drekki, ella doypast við dópinum, ið Eg verði doyptur við?“
Markus 10:39 Markus
Teir svaraðu Honum: „Tað kunnu vit!“ Tá segði Jesus við teir: „Kalikin, ið Eg drekki, skulu tit drekka, og við dópinum, ið Eg verði doyptur við, skulu tit doypast;
Markus 10:40 Markus
men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað.“
Markus 10:41 Markus
Táið hinir tíggju hoyrdu hetta, vórðu teir illir inn á Jákup og Jóhannes.
Markus 10:42 Markus
Tá rópti Jesus teir til Sín og segði við teir: „Tit vita, at teir, ið roknast fyri høvdingar tjóðanna, valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt.
Markus 10:43 Markus
So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara;
Markus 10:44 Markus
og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum.
Markus 10:45 Markus
Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Markus 10:46 Markus
Teir komu nú til Jeriko. Og táið Hann fór út úr Jeriko saman við lærisveinum Sínum og nógvum fólki, sat sonur Timeus, Bartimeus, blindur biddari, við vegin.
Markus 10:47 Markus
Táið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nazaret, fór hann at rópa: „Sonur Dávids, Jesus, miskunna mær!“
Markus 10:48 Markus
Mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: „Sonur Dávids, miskunna mær!“
Markus 10:49 Markus
Tá steðgaði Jesus og segði: „Rópið hann higar!“ Tey róptu so hin blinda og søgdu við hann: „Ver hugreystur, reis teg upp, Hann rópar teg!“
Markus 10:50 Markus
Tá kastaði hann kappan av sær, leyp á føtur og kom til Jesus.
Markus 10:51 Markus
Jesus tók til orða og segði við hann: „Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?“ Hin blindi svaraði Honum: „Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!“
Markus 10:52 Markus
Jesus segði við hann: „Far avstað – trúgv tín hevur frelst teg!“ Við tað sama fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Honum á leið.
Lukas 7:11 Lukas
Dagin eftir fór Hann so til bý, sum eitur Nain, og nógvir av lærisveinum Hansara og hópur av fólki fóru við Honum.
Lukas 7:12 Lukas
Táið Hann nú nærkaðist býportrinum, varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur móður sína, og hon var einkja; og nógv fólk úr býnum var við henni.
Lukas 7:13 Lukas
Táið Harrin sá hana, tykti Honum hjartaliga synd í henni, og Hann segði við hana: „Grát ikki!“
Lukas 7:14 Lukas
So steig Hann til og nam við børuna, og teir, ið bóru, steðgaðu. Og Hann segði: „Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!“
Lukas 7:15 Lukas
Tá reisti hin deyði seg og fór at tala, og Hann gav móður hansara hann.
Lukas 7:16 Lukas
Tá fall ótti á øll, og tey prísaðu Gudi og søgdu: „Stórur profetur er risin upp millum okkara!“ og: „Gud hevur vitjað fólk Sítt!“
Lukas 7:17 Lukas
Hetta tosið um Hann kom út um alt Judea og alt landið har um vegir.
Lukas 21:1 Lukas
Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
Lukas 21:2 Lukas
Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
Lukas 21:3 Lukas
Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
Lukas 21:4 Lukas
Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“
Rómverjabrævið 7:1 Rómverjabrævið
Ella vita tit ikki, brøður – eg tali jú til slík, sum kenna lógina – at lógin ræður yvir menniskjanum, so leingi sum tað livir?
Rómverjabrævið 7:2 Rómverjabrævið
Hin gifta kvinnan er jú við lógini bundin til mann sín, so leingi sum hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini viðvíkjandi manninum.
Rómverjabrævið 7:3 Rómverjabrævið
Hon skal tí verða kallað horkvinna, um hon, meðan maðurin livir, gevur øðrum manni seg; men doyr maðurin, er hon frí frá lógini, so hon verður ikki horkvinna, um hon gevur øðrum manni seg.