Dávid og Nátan
135 versir um "Dávid og Nátan"
Versir
Síða 3 av 3Seinna Sámuelsbók 11:14 Seinna Sámuelsbók
Morgunin eftir skrivaði Dávid Jóab bræv og sendi tað við Uria.
Seinna Sámuelsbók 11:15 Seinna Sámuelsbók
Í brævinum skrivaði hann: „Set Uria fremstan, har sum bardagin er harðastur, og rýmið so frá honum, so hann fellur og doyr!“
Seinna Sámuelsbók 11:16 Seinna Sámuelsbók
Jóab – sum lá og hevði býin kringsettan – setti tá Uria á eitt stað, har hann visti, at djarvir menn vóru.
Seinna Sámuelsbók 11:17 Seinna Sámuelsbók
Táið so menninir í býnum gjørdu álop og hildu ímóti Jóab, fullu nakrir av herfólkinum, av monnum Dávids; eisini Uria Hetitur fall.
Seinna Sámuelsbók 11:18 Seinna Sámuelsbók
Tá sendi Jóab Dávidi boð við tíðindum um alt, ið hent hevði í orrustuni.
Seinna Sámuelsbók 11:19 Seinna Sámuelsbók
Hann gav sendimanninum hetta boð: „Táið tú hevur sagt kongi alt tað, ið hent hevur í bardaganum
Seinna Sámuelsbók 11:20 Seinna Sámuelsbók
– kemur tá ilt í kong, og hann sigur við teg: „Hví komu tit býnum so nær í bardaganum? Tit kundu jú vita, at teir fóru at skjóta niður av múrinum!
Seinna Sámuelsbók 11:21 Seinna Sámuelsbók
Hvør var tað, ið drap Abimelek, son Jerubbeset! Var tað ikki ein kvinna, ið kastaði kvarnarstein niður á hann av múrinum í Tebez, so hann doyði! Hví komu tit múrinum so nær?“ – so skalt tú siga: „Eisini tænari tín Uria Hetitur er deyður!““
Seinna Sámuelsbók 11:22 Seinna Sámuelsbók
Sendimaðurin fór nú avstað og kom og segði Dávidi alt tað, ið Jóab hevði álagt honum.
Seinna Sámuelsbók 11:23 Seinna Sámuelsbók
Sendimaðurin segði við Dávid: „Menninir vórðu okkum ov sterkir og hildu út á markina ímóti okkum; men so róku vit teir aftur líka at býportrinum.
Seinna Sámuelsbók 11:24 Seinna Sámuelsbók
Tá skutu bogamenninir av múrinum niður á tænarar tínar, og nakrir av tænarum kongsins fullu – eisini tænari tín Uria Hetitur fall.“
Seinna Sámuelsbók 11:25 Seinna Sámuelsbók
Tá segði Dávid við sendimannin: „Tú skalt siga við Jóab: „Tak tær ikki hatta so nær! Svørðið verður einum at bana nú og øðrum tá; halt við at gera álop á býin, og tað dyggiliga, og brót hann niður!“ – Soleiðis skalt tú seta mót í hann.“
Seinna Sámuelsbók 11:26 Seinna Sámuelsbók
Táið kona Uria frætti, at Uria, maður hennara, var deyður, syrgdi hon ektafelaga sín.
Seinna Sámuelsbók 11:27 Seinna Sámuelsbók
Men táið sorgardagarnir vóru at enda, sendi Dávid boð og tók hana heim til sín; hon varð kona hansara og átti honum son. – Men hetta, ið Dávid hevði gjørt, var ónt í eygum HARRANS.
Sálmarnir 51:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 51:2 Sálmarnir
Ta ferðina ið Natan kom til hansara, eftir at hann hevði verið inni hjá Batsebu.
Sálmarnir 51:3 Sálmarnir
Gud, ver mær náðigur eftir góðsku Tíni, strika út brot míni eftir stóru miskunn Tíni!
Sálmarnir 51:4 Sálmarnir
Tváa meg heilt reinan frá skyld míni, reinsa meg frá synd míni!
Sálmarnir 51:5 Sálmarnir
Tí eg kenni misbrot míni, og synd mín er mær altíð fyri eyga.
Sálmarnir 51:6 Sálmarnir
Móti Tær er tað, eg havi syndað, eina móti Tær, og tað, sum ónt er í eygum Tínum, havi eg gjørt – fyri at Tú skalt standa rættvísur, táið Tú talar, vera reinur, táið Tú dømir.
Sálmarnir 51:7 Sálmarnir
Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi.
Sálmarnir 51:8 Sálmarnir
Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum – so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!
Sálmarnir 51:9 Sálmarnir
Reinsa meg við isopi frá synd, so eg verði reinur, tváa meg, so eg verði hvítari enn kavi!
Sálmarnir 51:10 Sálmarnir
Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði, lat beinini, ið Tú hevur sorað sundur, fegnast!
Sálmarnir 51:11 Sálmarnir
Fjal ásjón Tína fyri syndum mínum, og strika út allar misgerðir mínar!
Sálmarnir 51:12 Sálmarnir
Gud, skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær!
Sálmarnir 51:13 Sálmarnir
Kasta meg ikki burtur frá ásjón Tíni, og tak ikki Heilaga Anda Tín frá mær!
Sálmarnir 51:14 Sálmarnir
Gev mær aftur at gleðast um frelsu Tína, og halt mær uppi við fúsum anda!
Sálmarnir 51:15 Sálmarnir
So skal eg læra misbrotsmenn vegir Tínar, og syndarar skulu venda við til Tín!
Sálmarnir 51:16 Sálmarnir
Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín – so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína!
Sálmarnir 51:17 Sálmarnir
Harri, lat upp varrar mínar – so skal muður mín kunngera prís Títt!
Sálmarnir 51:18 Sálmarnir
Tí Tær líkar ikki sláturoffur – annars hevði eg givið Tær tað – brenniofrum tekur Tú ikki við;
Sálmarnir 51:19 Sálmarnir
offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!
Lukas 3:31 Lukas
son Melea, son Menna, son Mattata, son Natan, son Dávid,
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,