bundinleikar
1343 versir um "bundinleikar"
Versir
Síða 8 av 27Matteus 13:39 Matteus
fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar.
Matteus 13:40 Matteus
Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda.
Matteus 13:41 Matteus
Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir fall, og tey, sum gera órætt.
Matteus 13:42 Matteus
Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.
Matteus 13:43 Matteus
Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!
Matteus 13:44 Matteus
Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.
Matteus 13:45 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum.
Matteus 13:46 Matteus
Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana.
Matteus 13:47 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.
Matteus 13:48 Matteus
Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu.
Matteus 13:49 Matteus
Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu
Matteus 13:50 Matteus
og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.
Matteus 13:51 Matteus
Hava tit fatað alt hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Ja.“
Matteus 13:52 Matteus
Tá segði Hann við teir: „Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur.“
Matteus 13:53 Matteus
Táið Jesus hevði sett fram øll hesi líknilsi, fór Hann avstað haðani.
Matteus 13:54 Matteus
Hann kom nú til heimbygd Sína og lærdi tey í sýnagogu teirra, so at tey vórðu ovfarin og søgdu: „Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir?
Matteus 13:55 Matteus
Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas!
Matteus 13:56 Matteus
Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?“
Matteus 13:57 Matteus
So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.“
Matteus 13:58 Matteus
Og Hann gjørdi ikki mangar kraftargerðir har; tí tey trúðu ikki.
Matteus 26:41 Matteus
Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“
Jóhannes 2:1 Jóhannes
Triðja dagin var brúdleyp í Kana í Galilea, og móðir Jesus var har.
Jóhannes 2:2 Jóhannes
Eisini Jesus og lærisveinar Hansara vórðu bodnir í brúdleypið.
Jóhannes 2:3 Jóhannes
Nú varð vínið uppi, og móðir Jesus segði við Hann: „Tey hava einki vín.“
Jóhannes 2:4 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Hvat havi Eg við teg at gera, kvinna! Tími Mín er ikki komin enn.“
Jóhannes 2:5 Jóhannes
Móðir Hansara segði við tænararnar: „Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.“
Jóhannes 2:6 Jóhannes
Nú stóðu har seks vatníløt av steini, soleiðis sum siður var hjá Jødunum við reinsan; tey tóku hvørt tvey ella trý bat.
Jóhannes 2:7 Jóhannes
Jesus segði við tey: „Fyllið íløtini við vatni!“ Tey fyltu tey tá á tremur.
Jóhannes 2:8 Jóhannes
So segði Hann við tey: „Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!“ Tey bóru honum tað.
Jóhannes 2:9 Jóhannes
Táið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið – sum var vorðið vín – og ikki visti, hvaðani tað var komið – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vistu tað – rópti fyristøðumaðurin brúðgómin og segði við hann:
Jóhannes 2:10 Jóhannes
„Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!“
Jóhannes 2:11 Jóhannes
– Hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea – og opinberaði dýrd Sína, og lærisveinar Hansara trúðu á Hann.
Jóhannes 2:12 Jóhannes
So fór Hann oman til Kapernaum, Hann, móðir Hansara, brøður Hansara og lærisveinar Hansara; men har steðgaðu tey ikki nógvar dagar.
Jóhannes 2:13 Jóhannes
Páskir Jødanna vóru nú nær, og Jesus fór niðan til Jerusalem.
Jóhannes 2:14 Jóhannes
Í templinum fann Hann teir sitandi, sum seldu neyt, seyð og dúvur, og peningavekslararnar.
Jóhannes 2:15 Jóhannes
Tá gjørdi Hann Sær koyril av togi og rak tey øll út úr templinum, bæði seyðin og neytini; og Hann stoytti niður smápeningar peningavekslaranna og koyrdi umkoll borð teirra.
Jóhannes 2:16 Jóhannes
Hann segði við teir, ið seldu dúvur: „Takið hetta burt hiðani, gerið ikki hús Faðirs Míns til handil!“
Jóhannes 2:17 Jóhannes
Tá kom lærisveinum Hansara í hug, at skrivað er: „Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp.“
Jóhannes 2:18 Jóhannes
Jødarnir tóku nú til orða og søgdu við Hann: „Hvat tekin vísir Tú okkum, síðani Tú gert hetta?“
Jóhannes 2:19 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Brótið niður hetta tempul, og Eg skal reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!“
Jóhannes 2:20 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir: „Í 46 ár stóð hetta tempul í gerð, og Tú skalt reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!“
Jóhannes 2:21 Jóhannes
– Men Hann talaði um tempul likams Síns.
Jóhannes 2:22 Jóhannes
Seinni, táið Hann var risin upp frá hinum deyðu, mintust lærisveinar Hansara, at Hann hevði sagt hetta, og teir trúðu skriftini og orðinum, ið Jesus hevði sagt.
Jóhannes 2:23 Jóhannes
Meðan Hann nú var í Jerusalem um páskirnar, á høgtíðini, trúðu mong á navn Hansara, táið tey sóu tekin Hansara, sum Hann gjørdi.
Jóhannes 2:24 Jóhannes
Men Jesus sjálvur leit Seg ikki til teirra, tí Hann kendi øll,
Jóhannes 2:25 Jóhannes
og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var.
Jóhannes 3:1 Jóhannes
Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna.
Jóhannes 3:2 Jóhannes
Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: „Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“
Jóhannes 3:3 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“
Jóhannes 3:4 Jóhannes
Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“