bundinleikar
1343 versir um "bundinleikar"
Versir
Síða 4 av 27Matteus 8:33 Matteus
Men hirðarnir flýddu og fóru inn í býin og søgdu frá øllum – og hvussu gingist hevði við teimum, ið settir høvdu verið av illum andum.
Matteus 8:34 Matteus
Tá fór allur býurin út at møta Jesusi, og táið tey sóu Hann, bóðu tey Hann fara burt av leiðum sínum.
Matteus 9:1 Matteus
Hann fór nú í bátin og fór yvirum og kom til Sín egna bý.
Matteus 9:2 Matteus
Nú komu teir til Hansara við lamnum manni, sum lá í song. Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: „Ver hugreystur, sonurin! Syndir tínar eru tær fyrigivnar.“
Matteus 9:3 Matteus
Tá søgdu nakrir av hinum skriftlærdu við sær sjálvum: „Hesin spottar Gud!“
Matteus 9:4 Matteus
Við tað at Jesus nú sá hugsanir teirra, segði Hann: „Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara?
Matteus 9:5 Matteus
Hvat er lættari, at siga: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg og gakk!“
Matteus 9:6 Matteus
Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir“ – segði Hann við hin lamna: „Reis teg, tak song tína og far til hús!“
Matteus 9:7 Matteus
Tá reistist hann og fór til hús.
Matteus 9:8 Matteus
Táið fólkið sá hetta, óttaðust tey og prísaðu Gudi, sum hevði givið menniskjum slíkt vald.
Matteus 9:9 Matteus
Táið Jesus haðani fór longur, sá Hann mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina. Hann segði við hann: „Fylg Mær!“ Og hann reistist og fylgdi Honum.
Matteus 9:10 Matteus
Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara.
Matteus 9:11 Matteus
Men táið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærisveinar Hansara: „Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!“
Matteus 9:12 Matteus
Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!
Matteus 9:13 Matteus
Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“
Matteus 9:14 Matteus
Tá komu lærisveinar Jóhannesar til Hansara og søgdu: „Hví fasta vit og Fariseararnir so nógv, og lærisveinar Tínir fasta ikki?“
Matteus 9:15 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Fara brúðmenninir at syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta.
Matteus 9:16 Matteus
Eingin setur bót av ótøvdum vaðmali á gamalt plagg; tí bótin skræðir meiri burtur úr plagginum, og holið verður verri.
Matteus 9:17 Matteus
Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar.“
Matteus 9:18 Matteus
Meðan Hann talaði hetta við teir, kom ein fyristøðumaður, fall niður fyri Honum og segði: „Dóttir mín er júst deyð; men kom, legg hond Tína á hana, so verður hon livandi!“
Matteus 9:19 Matteus
Tá reistist Jesus og fór við honum, og lærisveinar Hansara eisini.
Matteus 9:20 Matteus
Nú kom ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, til Hansara aftanífrá og nam við klædnafald Hansara.
Matteus 9:21 Matteus
Tí hon segði við sær sjálvari: „Bert eg nemi við klæði Hansara, verði eg hjálpin.“
Matteus 9:22 Matteus
Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: „Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg.“ Og kvinnan varð grødd frá somu stund.
Matteus 9:23 Matteus
Táið Jesus nú kom inn í hús fyristøðumansins og sá floytublásararnar og fólkahópin, ið gjørdi óljóð, segði Hann:
Matteus 9:24 Matteus
„Farið burtur! Gentan er ikki deyð; hon svevur.“ Tá læðu tey at Honum.
Matteus 9:25 Matteus
Men táið fólkahópurin var koyrdur út, fór Hann innar og tók í hond hennara, og gentan reistist.
Matteus 9:26 Matteus
Hetta spurdist allastaðni har um vegir.
Matteus 9:27 Matteus
Táið Jesus fór haðani, fylgdu eftir Honum tveir blindir, ið róptu: „Miskunna okkum, Tú sonur Dávids!“
Matteus 9:28 Matteus
Táið Hann so var komin til hús, komu hinir blindu til Hansara, og Jesus segði við teir: „Trúgva tit, at Eg kann gera hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Ja, Harri!“
Matteus 9:29 Matteus
Tá nam Hann við eygu teirra og segði: „Tykkum verði eftir trúgv tykkara!“
Matteus 9:30 Matteus
Og eygu teirra lótust upp. Jesus beyð teimum nú strangliga og segði: „Síggið til, at eingin fær tað at vita!“
Matteus 9:31 Matteus
Men teir fóru avstað og bóru tíðindini um Hann út um alt landið har um vegir.
Matteus 9:32 Matteus
Táið nú hesir fóru, førdu tey til Hansara stumman mann, ið settur var av illum anda.
Matteus 9:33 Matteus
Táið hin illi andin var rikin út, talaði hin stummi. Og fólkið undraðist og segði: „Aldri hevur slíkt verið sætt í Ísrael!“
Matteus 9:34 Matteus
Men Fariseararnir søgdu: „Tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!“
Matteus 9:35 Matteus
Jesus ferðaðist nú um í øllum støðum og bygdum, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og hvønn veikleika.
Matteus 9:36 Matteus
Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.
Matteus 9:37 Matteus
Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: „Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir.
Matteus 9:38 Matteus
Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!“
Matteus 10:1 Matteus
Hann kallaði nú hinar tólv lærisveinar Sínar til Sín og gav teimum vald yvir óreinum andum, at reka teir út, og at grøða hvørja sjúku og hvønn veikleika.
Matteus 10:2 Matteus
Hetta eru nøvn hinna tólv ápostla: Fyrstur Símun, sum kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara; Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir hansara;
Matteus 10:3 Matteus
Filip og Bartolomeus, Tummas og Matteus tollari; Jákup, sonur Alfeus, og Lebbeus, sum eisini hevði navnið Taddeus;
Matteus 10:4 Matteus
Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.
Matteus 10:5 Matteus
Hesar tólv sendi Jesus út og beyð teimum: „Takið ikki leiðina út til heidningarnar, og farið ikki inn í nakran bý Samverja!
Matteus 10:6 Matteus
Nei, farið heldur til hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels!
Matteus 10:7 Matteus
Og sum tit ferðast fram, skulu tit prædika og siga: „Ríki Himmiríkis er komið nær.“
Matteus 10:8 Matteus
Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.
Matteus 10:9 Matteus
Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara,
Matteus 10:10 Matteus
ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.