bundinleikar
1343 versir um "bundinleikar"
Versir
Síða 24 av 27Fyrra Korintbrævið 9:6 Fyrra Korintbrævið
Ella eru eg og Barnabas teir einastu, sum ikki hava rætt at lata vera at arbeiða!
Fyrra Korintbrævið 9:7 Fyrra Korintbrævið
Hvør tænir nakrantíð sum hermaður fyri egna løn! Hvør plantar víngarð og etur ikki av ávøksti hansara! Ella hvør røktar fylgi og drekkur ikki av mjólk fylgisins!
Fyrra Korintbrævið 9:8 Fyrra Korintbrævið
Sigi eg hetta, bert tí menniskju eru von at siga so! Sigur ikki eisini lógin hetta!
Fyrra Korintbrævið 9:9 Fyrra Korintbrævið
Í Móselóg er jú skrivað: „Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.“ – Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta,
Fyrra Korintbrævið 9:10 Fyrra Korintbrævið
ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er, fyri okkara skuld! Jú, fyri okkara skuld er tað skrivað; tí tann, ið pløgir, skal pløga í vón, og tann, ið treskir, skal gera tað í vón um at fáa part sín.
Fyrra Korintbrævið 9:11 Fyrra Korintbrævið
Hava vit sáað tykkum hitt andaliga góða, er tað tá nakað stórt, um vit heysta tímiliga góða tykkara!
Fyrra Korintbrævið 9:12 Fyrra Korintbrævið
Hava aðrir henda rætt yvir tykkum, skuldu vit tá ikki enn meiri havt hann! Tó hava vit ikki nýtt henda rætt; nei, vit tola alt, fyri at vit skulu einki hindur leggja fyri evangelium Kristusar.
Fyrra Korintbrævið 9:13 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at teir, sum gera tænastu í templinum, fáa føði sína úr templinum, og at teir, ið tæna við altarið, fáa part saman við altarinum!
Fyrra Korintbrævið 9:14 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum.
Fyrra Korintbrævið 9:15 Fyrra Korintbrævið
Men eg havi ongum av hesum gjørt nýtslu av. Heldur ikki skrivi eg hetta, fyri at so skal verða við mær; eg vildi fyrr doyð, enn at nakar skal gera rós mítt til einkis.
Fyrra Korintbrævið 9:16 Fyrra Korintbrævið
Tí um eg kunngeri evangeliið, er tað einki at rósa mær av; tað eri eg noyddur til; vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið!
Fyrra Korintbrævið 9:17 Fyrra Korintbrævið
Geri eg tað av fríum vilja, eigi eg løn, og geri eg tað av noyðslu, so er tað húshald, ið mær er litið upp í hendur.
Fyrra Korintbrævið 9:18 Fyrra Korintbrævið
Hvat er tá løn mín? At eg, táið eg kunngeri evangeliið, geri tað fyri einki og soleiðis ikki geri nýtslu av rætti mínum í evangeliinum.
Fyrra Korintbrævið 9:19 Fyrra Korintbrævið
Tí tóat eg eri fríur frá øllum, havi eg kortini gjørt meg til tænara alra, fyri at eg kann vinna tess fleiri.
Fyrra Korintbrævið 9:20 Fyrra Korintbrævið
Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi – fyri at vinna Jødar; teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er – tóat eg sjálvur eri ikki undir lóg – fyri at vinna tey, sum undir lógini eru;
Fyrra Korintbrævið 9:21 Fyrra Korintbrævið
teimum, ið uttan lóg eru, eri eg vorðin sum ein, ið uttan lóg er – tóat eg eri ikki uttan lóg fyri Gudi, men undir lóg Kristusar – fyri at vinna tey, sum uttan lóg eru.
Fyrra Korintbrævið 9:22 Fyrra Korintbrævið
Hinum veiku eri eg vorðin veikur – fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur!
Fyrra Korintbrævið 9:23 Fyrra Korintbrævið
Alt geri eg fyri evangeliums skuld, fyri at eg kann fáa part saman við tí.
Fyrra Korintbrævið 9:24 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!
Fyrra Korintbrævið 9:25 Fyrra Korintbrævið
Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.
Fyrra Korintbrævið 9:26 Fyrra Korintbrævið
Eg renni tí ikki eins og upp á óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina;
Fyrra Korintbrævið 9:27 Fyrra Korintbrævið
nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður.
Fyrra Korintbrævið 10:1 Fyrra Korintbrævið
Eg vil ikki, brøður, at tykkum skal vera ókunnigt, at fedrar okkara vóru allir undir skýnum, gingu allir gjøgnum havið,
Fyrra Korintbrævið 10:2 Fyrra Korintbrævið
vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og í havinum,
Fyrra Korintbrævið 10:3 Fyrra Korintbrævið
ótu allir sama andaliga mat
Fyrra Korintbrævið 10:4 Fyrra Korintbrævið
og drukku allir sama andaliga drykk; tí teir drukku av hinum andaliga kletti, ið fylgdi teimum – og kletturin var Kristus.
Fyrra Korintbrævið 10:5 Fyrra Korintbrævið
Tó hevði Gud ongan tokka til flestar av teimum; teir vórðu jú slignir niður í oyðimørkini.
Fyrra Korintbrævið 10:6 Fyrra Korintbrævið
Hetta hendi okkum til fyridømi, fyri at vit skulu ikki hava hug til hitt illa, eins og teir høvdu hug til tað.
Fyrra Korintbrævið 10:7 Fyrra Korintbrævið
Verðið heldur ikki avgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum – sum skrivað er: „Fólkið settist niður at eta og drekka og reistist at spæla“!
Fyrra Korintbrævið 10:8 Fyrra Korintbrævið
Latið okkum ikki heldur dríva siðloysi, eins og nakrir av teimum drivu siðloysi – og fullu 23000 ein dag!
Fyrra Korintbrævið 10:9 Fyrra Korintbrævið
Latið okkum heldur ikki freista Harran, eins og nakrir av teimum freistaðu Hann – og vórðu dripnir av ormum!
Fyrra Korintbrævið 10:10 Fyrra Korintbrævið
Knarrið heldur ikki, eins og nakrir av teimum knarraðu – og vórðu oyddir av oyðaranum!
Fyrra Korintbrævið 10:11 Fyrra Korintbrævið
Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til.
Fyrra Korintbrævið 10:12 Fyrra Korintbrævið
Tann, ið heldur seg standa, síggi tí til, at hann fellur ikki!
Fyrra Korintbrævið 10:14 Fyrra Korintbrævið
Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!
Fyrra Korintbrævið 10:15 Fyrra Korintbrævið
Eg tali til tykkara sum til tey, ið duga á at skyna – dømið sjálv tað, sum eg sigi!
Fyrra Korintbrævið 10:16 Fyrra Korintbrævið
Kalikur signingarinnar, sum vit signa – er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta – er tað ikki samfelag við likam Kristusar!
Fyrra Korintbrævið 10:17 Fyrra Korintbrævið
Av tí at breyðið er eitt, eru vit, hini mongu, eitt likam; tí vit hava øll part í hinum eina breyði.
Fyrra Korintbrævið 10:18 Fyrra Korintbrævið
Hyggið Ísrael eftir holdinum! – Hava teir, sum eta ofrini, ikki samfelag við altarið!
Fyrra Korintbrævið 10:19 Fyrra Korintbrævið
Hvat sigi eg tá? – At avgudaoffurkjøt er nakað! Ella at avgudur er nakað!
Fyrra Korintbrævið 10:20 Fyrra Korintbrævið
Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.
Fyrra Korintbrævið 10:21 Fyrra Korintbrævið
Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda.
Fyrra Korintbrævið 10:22 Fyrra Korintbrævið
Ella skulu vit vekja vreiði Harrans! Eru vit sterkari enn Hann!
Fyrra Korintbrævið 10:23 Fyrra Korintbrævið
Alt er loyviligt – men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt – men ikki alt byggir upp!
Fyrra Korintbrævið 10:24 Fyrra Korintbrævið
Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!
Fyrra Korintbrævið 10:25 Fyrra Korintbrævið
Alt, sum í kjøtbúð verður selt, kunnu tit eta og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað;
Fyrra Korintbrævið 10:26 Fyrra Korintbrævið
tí jørðin og alt, ið hana fyllir, hoyrir Harranum til.
Fyrra Korintbrævið 10:27 Fyrra Korintbrævið
Og býður onkur av hinum vantrúgvandi tykkum inn – og tit vilja fara – so kunnu tit eta alt, ið fyri tykkum verður sett, og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað.
Fyrra Korintbrævið 10:28 Fyrra Korintbrævið
Men sigur onkur við tykkum: „Hetta er offurkjøt!“ so latið vera at eta tað – fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld!
Fyrra Korintbrævið 10:29 Fyrra Korintbrævið
– Eg meini ikki við eins egnu samvitsku, men samvitsku næstans; tí hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitsku eins annars!