bundinleikar
1343 versir um "bundinleikar"
Versir
Síða 23 av 27Fyrra Korintbrævið 7:9 Fyrra Korintbrævið
Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið
Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið
og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.
Fyrra Korintbrævið 7:12 Fyrra Korintbrævið
Við hini* sigi eg – ikki Harrin: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu – og hon vil búgva saman við honum – so skilji hann seg ikki frá henni!
Fyrra Korintbrævið 7:13 Fyrra Korintbrævið
Og hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!
Fyrra Korintbrævið 7:14 Fyrra Korintbrævið
Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið
Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.
Fyrra Korintbrævið 7:16 Fyrra Korintbrævið
Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína!
Fyrra Korintbrævið 7:17 Fyrra Korintbrævið
Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum.
Fyrra Korintbrævið 7:18 Fyrra Korintbrævið
Varð ein kallaður sum umskorin, skal hann ikki aftur gera seg líkan hinum óumskornu; varð ein kallaður sum óumskorin, skal hann ikki lata seg umskera.
Fyrra Korintbrævið 7:19 Fyrra Korintbrævið
At vera umskorin hevur einki at týða; at vera óumskorin hevur einki at týða – men at halda boð Guds.
Fyrra Korintbrævið 7:20 Fyrra Korintbrævið
Ein og hvør verði verandi í tí kalli, sum hann varð kallaður í!
Fyrra Korintbrævið 7:21 Fyrra Korintbrævið
Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað!*
Fyrra Korintbrævið 7:22 Fyrra Korintbrævið
Tí tann, sum kallaður er í Harranum sum trælur, er hin frígivni Harrans; á sama hátt er eisini tann, ið kallaður er sum frælsur, trælur Kristusar.
Fyrra Korintbrævið 7:23 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt – verðið ikki menniskjatrælir!
Fyrra Korintbrævið 7:24 Fyrra Korintbrævið
Í tí standi, sum ein og hvør varð kallaður í, brøður – í honum verði hann verandi hjá Gudi!
Fyrra Korintbrævið 7:25 Fyrra Korintbrævið
Nú, viðvíkjandi hinum ógiftu – tá havi eg einki boð frá Harranum; men eg sigi tað, ið eg haldi – sum tann, ið Harrin av náði hevur givið at vera trúverdur.
Fyrra Korintbrævið 7:26 Fyrra Korintbrævið
Eg haldi tá, við teirri neyð fyri eyga, sum nú er, at tað menniskja ger væl, ið verður verandi, sum tað er.
Fyrra Korintbrævið 7:27 Fyrra Korintbrævið
Ert tú bundin til konu, so royn ikki at verða loystur! Ert tú ikki bundin til konu, so søk ikki konu!
Fyrra Korintbrævið 7:28 Fyrra Korintbrævið
Men um so er, at tú giftist, syndar tú ikki, og um hin ógifta kvinnan giftist, syndar hon ikki; tó koma slík at fáa trongd í holdinum – men eg vildi spart tykkum.
Fyrra Korintbrævið 7:29 Fyrra Korintbrævið
Men tað sigi eg, brøður, at tíðin er stutt; tí mugu hereftir bæði teir, ið konur hava, vera, sum teir onga høvdu,
Fyrra Korintbrævið 7:30 Fyrra Korintbrævið
tey, ið gráta, sum tey høvdu ikki grátið, tey, ið gleðast, sum tey høvdu ikki glett seg, tey, ið keypa, sum tey høvdu einki átt,
Fyrra Korintbrævið 7:31 Fyrra Korintbrævið
og tey, ið nýta heimin, sum tey høvdu ikki nýtt hann; tí hesin heimur – soleiðis sum hann nú sær út – forgongur;
Fyrra Korintbrævið 7:32 Fyrra Korintbrævið
og eg vildi, at tit kundu sloppið frá at stúrt. Hin ógifti hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hann kann toknast Harranum;
Fyrra Korintbrævið 7:33 Fyrra Korintbrævið
men hin gifti hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hann kann toknast konuni.
Fyrra Korintbrævið 7:34 Fyrra Korintbrævið
Eisini er munur á konu og ógiftari kvinnu. Hin ógifta hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hon kann vera heilag, bæði í likami og anda; men hin gifta hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hon kann toknast manninum.
Fyrra Korintbrævið 7:35 Fyrra Korintbrævið
Hetta sigi eg til tykkara egna gagn, ikki fyri at seta snerru fyri tykkum, men fyri at fremja tað, sum sømiligt er: At tit óhindrað halda fast við Harran.
Fyrra Korintbrævið 7:36 Fyrra Korintbrævið
Men heldur onkur, at hann ger ikki væl við moyggj sína,* um hon** er farin um ungdómsárini, so geri hann, sum hann vil, táið nú so má vera – hann syndar ikki – giftist tey!
Fyrra Korintbrævið 7:37 Fyrra Korintbrævið
Men tann, sum stendur fastur í hjarta sínum og er ikki undir noyðslu, men er mentur at gera, sum hann vil, og hevur sett sær fyri í hjarta sínum, at hann skal varðveita moyggj sína* – hann ger væl.
Fyrra Korintbrævið 7:38 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum gevur* í hjúnaband, ger tí væl, og tann, sum ikki gevur** í hjúnaband, ger betur.
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið
Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.
Fyrra Korintbrævið 7:40 Fyrra Korintbrævið
Men lukkuligari er hon, um hon verður verandi, sum hon er – eftir áskoðan míni, og eg haldi meg eisini hava Anda Guds!
Fyrra Korintbrævið 8:1 Fyrra Korintbrævið
Viðvíkjandi kjøtinum av avgudaofrum, so vita vit, at vit øll hava kunnskap – kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp;
Fyrra Korintbrævið 8:2 Fyrra Korintbrævið
heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita;
Fyrra Korintbrævið 8:3 Fyrra Korintbrævið
men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum –.
Fyrra Korintbrævið 8:4 Fyrra Korintbrævið
Nú, viðvíkjandi at eta kjøt av avgudaofrum, so vita vit, at eingin avgudur er til í heiminum, og at eingin Gud er uttan ein.
Fyrra Korintbrævið 8:5 Fyrra Korintbrævið
Tí um nú sokallaðir gudar eru – tað veri í himli ella á jørð – sum jú nógvir gudar eru, og nógvir harrar –
Fyrra Korintbrævið 8:6 Fyrra Korintbrævið
so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við.
Fyrra Korintbrævið 8:7 Fyrra Korintbrævið
– Tó, henda kunnskap hava ikki øll; nei, summi gera sær enn samvitsku fyri avgudsins skuld og eta tað tí sum avgudaoffurkjøt – og samvitska teirra, sum veik er, verður órein.
Fyrra Korintbrævið 8:8 Fyrra Korintbrævið
Matur gevur okkum jú ikki virði fyri Gudi; vit standa einki fremri, um vit eta, og líka lítið standa vit nakað aftari, um vit ikki eta.
Fyrra Korintbrævið 8:9 Fyrra Korintbrævið
Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt!
Fyrra Korintbrævið 8:10 Fyrra Korintbrævið
Tí sær onkur teg, sum kunnskap hevur, sita til borðs í avgudahúsi, kemur tá ikki samvitska hansara, ið veikur er, at fáa dirvi at eta avgudaoffurkjøt!
Fyrra Korintbrævið 8:11 Fyrra Korintbrævið
Og so gongur av kunnskapi tínum hin veiki til grundar – bróðirin, sum Kristus er deyður fyri!
Fyrra Korintbrævið 8:12 Fyrra Korintbrævið
Táið tit soleiðis synda móti brøðrunum og særa veiku samvitsku teirra, synda tit móti Kristusi.
Fyrra Korintbrævið 8:13 Fyrra Korintbrævið
Um tí matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg skal ikki vera bróður mínum ástoyt.
Fyrra Korintbrævið 9:1 Fyrra Korintbrævið
Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum!
Fyrra Korintbrævið 9:2 Fyrra Korintbrævið
Eri eg ikki øðrum ápostul, so eri eg tykkum tað, ið hvussu er; tit eru í Harranum innsigli ápostlaembætis míns.
Fyrra Korintbrævið 9:3 Fyrra Korintbrævið
Hetta er verja mín móti teimum, ið døma meg.
Fyrra Korintbrævið 9:4 Fyrra Korintbrævið
Hava vit ikki rætt at eta og drekka!
Fyrra Korintbrævið 9:5 Fyrra Korintbrævið
Hava vit ikki rætt at føra eina systur við okkum sum konu – líka væl sum hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas!