Bozez

110 versir um "Bozez"

Versir

Síða 3 av 3
Fyrra Sámuelsbók 15:26 Fyrra Sámuelsbók

Men Sámuel segði við Saul: „Eg komi ikki aftur við tær! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur HARRIN vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur yvir Ísrael!“

2
Fyrra Sámuelsbók 15:27 Fyrra Sámuelsbók

So vendi Sámuel sær og skuldi fara. Men Saul tók í hornið á kappa hansara, og tað varð skrætt av.

2
Fyrra Sámuelsbók 15:28 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Sámuel við hann: „HARRIN hevur í dag skrætt kongadømið yvir Ísrael frá tær og givið einum øðrum tað, einum, sum er betri enn tú!

2
Fyrra Sámuelsbók 15:29 Fyrra Sámuelsbók

Vissuliga, Hann lýgur ikki og angrar ikki, trúfasti Gud Ísraels – Hann er ikki menniskja, so Hann skuldi angrað!“

2
Fyrra Sámuelsbók 15:30 Fyrra Sámuelsbók

Saul svaraði: „Eg havi syndað; men lat nú kortini hinar elstu í fólki mínum og Ísrael síggja, at tú ærir meg – kom aftur við mær, so skal eg tilbiðja HARRAN Gud tín!“

2
Fyrra Sámuelsbók 15:31 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel fór tá aftur við Saul, og Saul tilbað HARRAN.

2
Fyrra Sámuelsbók 15:32 Fyrra Sámuelsbók

Síðani segði Sámuel: „Komið higar til mín við Agag, kongi Amaleks!“ Og glaður í huga kom Agag til hansara; Agag segði: „Vissuliga, beiskleiki deyðans er nú burtur!“

2
Fyrra Sámuelsbók 15:33 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Sámuel: „Sum svørð títt hevur gjørt kvinnur barnleysar, so skal nú fram um aðrar kvinnur móðir tín verða barnleys!“ So høgdi Sámuel Agag niður fyri ásjón HARRANS í Gilgal.

2
Fyrra Sámuelsbók 15:34 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel fór nú til Rama, og Saul fór heim til sín sjálvs í Gibea Sauls.

2
Fyrra Sámuelsbók 15:35 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel vildi ikki síggja Saul aftur, líka til deyðadag sín, tí Sámuel syrgdi um Saul. – Men HARRIN angraði, at Hann hevði gjørt Saul til kong yvir Ísrael.

2