Bozez
110 versir um "Bozez"
Versir
Síða 2 av 3Fyrra Sámuelsbók 14:51 Fyrra Sámuelsbók
– Kis, faðir Saul, og Ner, faðir Abner, vóru synir Abiel.
Fyrra Sámuelsbók 14:52 Fyrra Sámuelsbók
Bardagin við Filistarar var harður alla ævi Sauls; og hitti Saul ein djarvan mann, ið dugdi væl til hermann, tók hann hann í tænastu hjá sær.
Fyrra Sámuelsbók 13:1 Fyrra Sámuelsbók
Saul hevði nú verið kongur eitt ár; og táið hann hevði verið kongur yvir Ísrael tvey ár,
Fyrra Sámuelsbók 13:2 Fyrra Sámuelsbók
valdi hann sær 3000 mans av Ísrael; av teimum vóru 2000 hjá Saul í Mikmas og á Betelsfjøllum, og 1000 vóru hjá Jónatan í Gibea í Benjamin; tað, ið eftir var av herfólkinum, læt hann fara, hvønn heim til sín sjálvs.
Fyrra Sámuelsbók 13:3 Fyrra Sámuelsbók
Tá drap Jónatan filistaravaktina í Geba. Hetta fingu Filistarar at frætta; men Saul læt blása í horn um alt landið og segði: „Hebrearar skulu hoyra tað!“
Fyrra Sámuelsbók 13:4 Fyrra Sámuelsbók
Alt Ísrael fekk at hoyra tíðindini um, at Saul hevði dripið filistaravaktina, og at Filistarar fyri hetta høvdu kastað hatur á Ísrael. Og fólkið varð stevnt saman í Gilgal at fylgja eftir Saul.
Fyrra Sámuelsbók 13:5 Fyrra Sámuelsbók
Filistarar savnaðust nú til bardaga móti Ísrael, 3000 vagnar, 6000 hestmenn og fótfólk so nógv í tali sum sandurin á sjóvarstrond; teir hildu avstað og tóku støðu í Mikmas, beint yvir av Bet-Aven.
Fyrra Sámuelsbók 13:6 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú menn Ísraels sóu vandan, teir vóru í – tí fólkið var trongt statt – krógvaði fólkið seg í hellum, tornarunnum, gjáum, bergskorum og brunnum.
Fyrra Sámuelsbók 13:7 Fyrra Sámuelsbók
Summir Hebreararnir fóru um Jordan til Gads- og Gileadsland; men Saul var í Gilgal enn, og alt fólkið fylgdi honum hjartkipt eftir.
Fyrra Sámuelsbók 13:8 Fyrra Sámuelsbók
Hann bíðaði nú sjey dagar, inntil ta tíðina ið Sámuel hevði ásett; men Sámuel kom ikki til Gilgal, og fólkið spjaddist og fór frá honum.
Fyrra Sámuelsbók 13:9 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul: „Fáið mær brenniofrið og takkofrini higar!“ So ofraði hann brenniofrið.
Fyrra Sámuelsbók 13:10 Fyrra Sámuelsbók
Men júst sum hann var liðugur at ofra brenniofrið – tá kom Sámuel! Og Saul fór ímóti honum at heilsa honum.
Fyrra Sámuelsbók 13:11 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Sámuel: „Hvat hevur tú gjørt!“ Saul svaraði: „Eg sá, at fólkið spjaddist og fór frá mær; men tú komst ikki ta ásettu tíðina, og Filistarar savnaðust saman við Mikmas;
Fyrra Sámuelsbók 13:12 Fyrra Sámuelsbók
so hugsaði eg: „Nú leggja Filistarar á meg í Gilgal, og eg havi ikki blíðkað HARRAN enn!“ – Tá tók eg mót í meg og ofraði brenniofrið.“
Fyrra Sámuelsbók 13:13 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel segði við Saul: „Tú hevur borið teg at sum ein dári! Hevði tú hildið boðið, ið HARRIN Gud tín gav tær, so hevði HARRIN nú grundfest kongadømi títt yvir Ísrael til ævigar tíðir.
Fyrra Sámuelsbók 13:14 Fyrra Sámuelsbók
Men nú skal kongadømi títt ikki verða standandi; HARRIN hevur valt Sær út mann eftir hjarta Sínum, og hann hevur HARRIN kallað til høvdinga yvir fólki Sínum – við tað at tú hevur ikki hildið tað, ið HARRIN beyð tær!“
Fyrra Sámuelsbók 13:15 Fyrra Sámuelsbók
So fór Sámuel avstað og fór úr Gilgal til Gibea í Benjamin. Saul taldi fólkið, ið hann hevði hjá sær, um 600 mans.
Fyrra Sámuelsbók 13:16 Fyrra Sámuelsbók
Saul og sonur hansara Jónatan og fólkið, ið teir høvdu hjá sær, hildu seg í Geba í Benjamin, og Filistarar høvdu tikið støðu við Mikmas.
Fyrra Sámuelsbók 13:17 Fyrra Sámuelsbók
Úr Filistaraherinum fór nú ránsmannaskari út í trimum flokkum; ein flokkurin tók leiðina til Ofra í Sualslandi,
Fyrra Sámuelsbók 13:18 Fyrra Sámuelsbók
ein tók leiðina til Bet-Horon, og ein tók leiðina til hæddina, ið hallar niður ímóti Zebo’imsdali – yvir ímóti oyðimørkini.
Fyrra Sámuelsbók 13:19 Fyrra Sámuelsbók
– Eingin jarnsmiður var í øllum Ísraelslandi tá; tí Filistarar hugsaðu sum so: „Hebrearar kundu smíðað sær svørð og spjót!“
Fyrra Sámuelsbók 13:20 Fyrra Sámuelsbók
Tí noyddist alt Ísrael at fara til Filistarar at fáa hvest plógjørn, grev, øksir og píkar –
Fyrra Sámuelsbók 13:21 Fyrra Sámuelsbók
táið eggin var óhvøss á plógjørnum og grevum, ella við kvíslum og øksum – ella fyri at fáa ein pík ísettan.
Fyrra Sámuelsbók 13:22 Fyrra Sámuelsbók
Av hesum kom tað, at tann dagin, ið bardagin stóð við Mikmas, hevði eingin av monnunum, ið við Saul og Jónatan vóru, svørð ella spjót – eingin hevði vápn uttan Saul og sonur hansara Jónatan.
Fyrra Sámuelsbók 13:23 Fyrra Sámuelsbók
Filistarar settu nú oddaflokk í Mikmasskarð.
Fyrra Sámuelsbók 15:1 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel segði við Saul: „Tað var meg, ið HARRIN sendi at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki Sínum; akta tí nú orð HARRANS!
Fyrra Sámuelsbók 15:2 Fyrra Sámuelsbók
So sigur HARRIN Gud herskaranna: „Eg skal straffa Amalek fyri tað, ið hann gjørdi Ísrael, at hann forðaði tí vegin, táið tað kom úr Egyptalandi!“
Fyrra Sámuelsbók 15:3 Fyrra Sámuelsbók
Far nú og vinn sigur á Amalek! Tú skalt sláa við banni teir og alt, ið teir eiga – spar tey ikki, men drep bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, neyt og seyð, kamelar og esil!“
Fyrra Sámuelsbók 15:4 Fyrra Sámuelsbók
Saul stevndi so fólkinum saman og taldi teir í Tela’im, 200000 mans av fótfólki og 10000 mans úr Juda.
Fyrra Sámuelsbók 15:5 Fyrra Sámuelsbók
Síðani fór Saul móti býi Amalekita, og hann legði menn á lúr í dalinum.
Fyrra Sámuelsbók 15:6 Fyrra Sámuelsbók
Men við Kenitar segði Saul: „Skiljið tykkum frá Amalekitum og farið leið tykkara, so eg geri ikki enda á tykkum saman við teimum! Tí tit gjørdu væl við allar Ísraelsmenn, táið teir komu úr Egyptalandi.“ – Kenitar komu sær tá burtur frá Amalek.
Fyrra Sámuelsbók 15:7 Fyrra Sámuelsbók
Saul vann nú sigur á Amalekitum og elti teir úr Havila líka til Sur, sum liggur eystan fyri Egyptaland.
Fyrra Sámuelsbók 15:8 Fyrra Sámuelsbók
Agag, kongin í Amalek, tók hann livandi, men alt fólkið sló hann við banni og høgdi tey niður við svørði.
Fyrra Sámuelsbók 15:9 Fyrra Sámuelsbók
Saul og fólkið spardi Agag og tað besta av smáfænum og neytunum, tey feitu kríatúrini, tey, sum vóru væl í holdum – alt tað besta; tað vildu teir ikki sláa við banni. Men alt tað vánaliga fæið, tað, sum einki var vert, slógu teir við banni.
Fyrra Sámuelsbók 15:10 Fyrra Sámuelsbók
Tá kom orð HARRANS til Sámuel; Hann segði:
Fyrra Sámuelsbók 15:11 Fyrra Sámuelsbók
„Eg angri, at Eg gjørdi Saul til kong; tí hann hevur vent sær frá Mær og hevur ikki hildið boð Míni!“ Tá tendraðist vreiði Sámuels, og hann rópti til HARRAN alla náttina.
Fyrra Sámuelsbók 15:12 Fyrra Sámuelsbók
Tíðliga morgunin eftir, táið Sámuel ætlaði at fara ímóti Saul, kom ein og segði við hann: „Saul er komin til Karmel, og har hevur hann reist sær minnismerki; síðani vendi hann við og fór haðani til Gilgal.“
Fyrra Sámuelsbók 15:13 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú Sámuel kom til Saul, segði Saul við hann: „HARRIN signi teg! Eg havi hildið boð HARRANS.“
Fyrra Sámuelsbók 15:14 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði: „Hvat er hetta fyri jarm frá smáfæi, ið ljóðar fyri oyrum mínum? Og hvat er tað fyri neytabelj, ið eg hoyri?“
Fyrra Sámuelsbók 15:15 Fyrra Sámuelsbók
Saul svaraði: „Teir tóku tað við frá Amalekitum; fólkið spardi tað besta av smáfænum og neytunum, til at ofra tað til HARRAN Gud tín; men hitt hava vit sligið við banni.“
Fyrra Sámuelsbók 15:16 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Sámuel við Saul: „Tig nú, so skal eg lata teg vita tað, sum HARRIN í nátt hevur sagt mær!“ Hann svaraði: „Tala!“
Fyrra Sámuelsbók 15:17 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel segði: „Táið tú vart lítil í egnum eygum, gjørdist tú høvd yvir ættum Ísraels, og HARRIN salvaði teg til kong yvir Ísrael.
Fyrra Sámuelsbók 15:18 Fyrra Sámuelsbók
Og HARRIN sendi teg avstað og segði: „Far og slá hasar syndararnar, Amalekitar, við banni, og barst við teir, inntil tú hevur gjørt enda á teimum!“
Fyrra Sámuelsbók 15:19 Fyrra Sámuelsbók
Hví aktaði tú tá ikki orð HARRANS, men kastaði teg yvir herfongin og gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS?“
Fyrra Sámuelsbók 15:20 Fyrra Sámuelsbók
Saul svaraði Sámuel: „Eg havi aktað orð HARRANS og eri farin leiðina, ið HARRIN sendi meg; eg havi tikið Agag, kong Amaleks, við higar, og sligið Amalek við banni!
Fyrra Sámuelsbók 15:21 Fyrra Sámuelsbók
Men fólkið tók av fonginum smáfæ og neyt, tað besta av hinum bannlýsta, til at ofra tað til HARRAN Gud tín, í Gilgal.“
Fyrra Sámuelsbók 15:22 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði: „Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!
Fyrra Sámuelsbók 15:23 Fyrra Sámuelsbók
Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur!“
Fyrra Sámuelsbók 15:24 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul við Sámuel: „Eg havi syndað, tí eg havi brotið boð HARRANS og orð tíni – men eg óttaðist fólkið og eftirlíkaði teimum.
Fyrra Sámuelsbók 15:25 Fyrra Sámuelsbók
Men fyrigev mær nú synd mína og kom aftur við mær, so eg kann tilbiðja HARRAN!“