at vera samkyndur

129 versir um "at vera samkyndur"

Versir

Síða 3 av 3
Matteus 19:26 Matteus

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“

2
Matteus 19:27 Matteus

Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær – hvat skulu vit tá fáa?“

2
Matteus 19:28 Matteus

Jesus segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Í endurføðingini, táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.

2
Matteus 19:29 Matteus

Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív.

2
Matteus 19:30 Matteus

Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst.“

2
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

2
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið

Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

2
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið

Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:2 Fyrra Timoteusarbrævið

– til Timoteus, ektabarn mítt í trúnni. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara!

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:3 Fyrra Timoteusarbrævið

Eg biði teg – nú sum táið eg fór til Makedonia – at verða verandi í Efesus, fyri at tú skalt áleggja summum, ikki at ganga við fremmandari læru

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:4 Fyrra Timoteusarbrævið

og ikki at lurta eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum meiri elva trætur enn fremja húshald Guds í trúnni.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:5 Fyrra Timoteusarbrævið

Endamál tess, ið álagt er, er kærleiki av reinum hjarta, góðari samvitsku og trúgv, ið ikki bert er eiti.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:6 Fyrra Timoteusarbrævið

Frá hesum eru summi vilst burtur og hava vent sær til tómt tos;

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:7 Fyrra Timoteusarbrævið

tey vilja vera lóglærarar, tóat tey hvørki skilja tað, sum tey siga, ella tað, sum tey tala um við slíkum sjálváliti.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:8 Fyrra Timoteusarbrævið

Vit vita, at lógin er góð, um onkur nýtir hana, sum lógin eigur at verða nýtt,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:9 Fyrra Timoteusarbrævið

so hann skilir hetta, at lógin er til, ikki fyri hin rættvísa, men fyri lógleys og sjálvráðin, gudleys og syndarar, vanheilag og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti faðir og móður, fyri manndráparar,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:10 Fyrra Timoteusarbrævið

siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin – og alt annað, sum er ímóti hini heilnæmu læru,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:11 Fyrra Timoteusarbrævið

eftir evangeliinum um dýrd hins sæla Guds, sum mær er litið upp í hendur.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:12 Fyrra Timoteusarbrævið

Eg takki Honum, sum gav mær kraft, Kristi Jesusi, Harra okkara, at Hann roknaði meg trúgvan og setti meg til tænastuna,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:13 Fyrra Timoteusarbrævið

meg, sum áður var spottari, atsøkjari og yvirgangskroppur; men eg fann miskunn, av tí at eg visti ikki betur, táið eg í vantrúgv gjørdi so.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:14 Fyrra Timoteusarbrævið

Ja, náði Harra okkara varð ómetaliga stór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:15 Fyrra Timoteusarbrævið

Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:16 Fyrra Timoteusarbrævið

Men tí fann eg miskunn – fyri at Jesus Kristus kundi á mær – sum fyrstur var – vísa alt langmóð Sítt, teimum til fyridømi, sum skuldu trúgva á Hann til ævigt lív.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Men kongi aldanna, hinum óforgeingiliga, ósjónliga, einasta Gudi, veri heiður og dýrd í aldur og allar ævir! Amen.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Hetta boð líti eg tær upp í hendur, barn mítt Timoteus, eftir profetaorðunum, ið frammanundan eru talað um teg, fyri at tú eftir teimum skalt stríða hitt góða stríð,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:19 Fyrra Timoteusarbrævið

havandi trúgv og góða samvitsku – sum nøkur hava kastað frá sær og liðið skipbrot, trúnni viðvíkjandi.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 1:20 Fyrra Timoteusarbrævið

Millum teirra eru Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Satan, fyri at teir skulu verða tyktaðir so, at teir lata vera at spotta.

2
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

2