at vera ein pílagrímur

125 versir um "at vera ein pílagrímur"

Versir

Síða 3 av 3
Hebrearabrævið 11:16 Hebrearabrævið

Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.

2
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,

2
Hebrearabrævið 11:18 Hebrearabrævið

og sum sagt varð við: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“

2
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið

Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.

2
Hebrearabrævið 11:20 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga.

2
Hebrearabrævið 11:21 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Jákup, táið hann doyði, báðar synir Jósef, og tilbað lútandi yvir stav sín.

2
Hebrearabrævið 11:22 Hebrearabrævið

Við trúgv talaði Jósef, táið hann lá at doyggja, um burturferð sona Ísraels og gav boð um bein síni.

2
Hebrearabrævið 11:23 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins.

2
Hebrearabrævið 11:24 Hebrearabrævið

Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao.

2
Hebrearabrævið 11:25 Hebrearabrævið

Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd.

2
Hebrearabrævið 11:26 Hebrearabrævið

Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.

2
Hebrearabrævið 11:27 Hebrearabrævið

Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.

2
Hebrearabrævið 11:28 Hebrearabrævið

Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir.

2
Hebrearabrævið 11:29 Hebrearabrævið

Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi – men Egyptar druknaðu, táið teir buðu til.

2
Hebrearabrævið 11:30 Hebrearabrævið

Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir.

2
Hebrearabrævið 11:31 Hebrearabrævið

Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum.

2
Hebrearabrævið 11:32 Hebrearabrævið

– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,

2
Hebrearabrævið 11:33 Hebrearabrævið

sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva,

2
Hebrearabrævið 11:34 Hebrearabrævið

sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja.

2
Hebrearabrævið 11:35 Hebrearabrævið

Kvinnur fingu hinar deyðu sínar aftur við uppreisn. Onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing – fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn.

2
Hebrearabrævið 11:36 Hebrearabrævið

Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús;

2
Hebrearabrævið 11:37 Hebrearabrævið

tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð

2
Hebrearabrævið 11:38 Hebrearabrævið

– heimurin var tey ikki verdur – tey flakkaðu um í oyðimørkum og fjøllum, í hellum og skorum jarðarinnar.

2
Hebrearabrævið 11:39 Hebrearabrævið

Og øll hesi – tóat tey høvdu vitnisburð fyri trúgv sína – fingu tó ikki tað, sum lovað var.

2
Hebrearabrævið 11:40 Hebrearabrævið

Tí Gud hevði frammanundan ætlað okkum nakað betri, so tey skuldu ikki fullkomast uttan okkum.

2