at skriva dagbók / andaliga dagbók

174 versir um "at skriva dagbók / andaliga dagbók"

Versir

Síða 2 av 4
Dániel 4:29 Dániel

Tólv mánaðir eftir hetta gekk hann einaferð uppi á taki kongshallarinnar í Bábel.

5
Dániel 4:30 Dániel

Tá tók kongurin til orða og segði: „Er hetta ikki hitt stóra Bábel, sum eg havi bygt til kongssæti við veldisstyrki míni og dýrd míni til heiður!“

5
Dániel 4:31 Dániel

Kongurin hevði valla sagt hesi orð, tá kom rødd av himli: „Nebukadnezar kongur! Tær verður nú kunngjørt, at ríkið er av tær tikið!

5
Dániel 4:32 Dániel

Frá menniskjum verður tú rikin burtur, og hjá dýrunum á markini skal bústaður tín vera; urtir skalt tú eta sum neytini, og sjey tíðir skulu ganga yvir teg – inntil tú sannar, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað.“

5
Dániel 4:33 Dániel

Í somu stund gekk hetta orðið út á Nebukadnezar: Hann varð rikin burtur frá menniskjunum og át urtir sum neytini; og av døgg himmalsins varð kroppur hansara vátur, inntil hár hansara vaks og varð sum arnarfjarðar, og neglir hansara vórðu sum fuglakløur.

5
Dániel 4:34 Dániel

Men táið tíðin var gingin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygunum móti Himli og fekk vit mítt aftur, og eg lovaði hinum Hægsta og prísaði Honum og ærdi Hann, sum livir í allar ævir; tí harradømi Hansara er ævigt harradømi, og ríki Hansara varir mann eftir mann.

5
Dániel 4:35 Dániel

Øll tey, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at rokna, og bæði við her himmalsins og við tey, sum á jørðini búgva, ger Hann, sum Hann vil; eingin er, sum er mentur at forða Honum og siga við Hann: „Hvat gert tú!“

5
Dániel 4:36 Dániel

Samstundis fekk eg tá vit mítt aftur, og eg fekk eisini tign og dýrd mína aftur, ríki mínum til heiður; ráðharrar og stórmenn mínir leitaðu meg upp, og eg varð innaftur settur í kongadømi mítt og fekk enn størri vald enn áður.

5
Dániel 4:37 Dániel

Nú prísi eg, Nebukadnezar, kongi Himmalsins, seti Hann høgt og æri Hann; tí øll verk Hansara eru sannleiki, og gøtur Hansara rættvísi; tann, sum livir í hugmóði, er Hann mentur at eyðmýkja.

5
Josva 1:8 Josva

Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.

4
Galatiabrævið 4:1 Galatiabrævið

Men eg sigi: So leingi sum arvingin er barn, er eingin munur á honum og træli, tóat hann er harri yvir øllum;

4
Galatiabrævið 4:2 Galatiabrævið

nei, hann er undir fíggjarhaldsmonnum og húshaldarum inntil ta tíð, sum faðirin hevur ásett.

4
Galatiabrævið 4:3 Galatiabrævið

Soleiðis vóru eisini vit, ta tíðina vit vóru børn, trælir undir barnalærdómi heimsins.

4
Galatiabrævið 4:4 Galatiabrævið

Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini,

4
Galatiabrævið 4:5 Galatiabrævið

fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin.

4
Galatiabrævið 4:6 Galatiabrævið

Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!“

4
Galatiabrævið 4:7 Galatiabrævið

Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.

4
Galatiabrævið 4:8 Galatiabrævið

Ta tíðina tit ikki kendu Gud, trælaðu tit undir gudunum, sum av náttúru eingir gudar eru.

4
Galatiabrævið 4:9 Galatiabrævið

– Og nú tit hava lært Gud at kenna, ja, tað, sum meiri er – eru kendir av Gudi, hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir!

4
Galatiabrævið 4:10 Galatiabrævið

Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár

4
Galatiabrævið 4:11 Galatiabrævið

– eg eri ræddur fyri, at tað skal vera til einkis, eg havi møtt meg við tykkum!

4
Galatiabrævið 4:12 Galatiabrævið

Verðið sum eg! Tí eg eri jú sum tit, brøður. – Eg biði tykkum! – Tit hava ongan órætt gjørt mær.

4
Galatiabrævið 4:13 Galatiabrævið

Men tit vita, at tað var likamligur veikleiki hjá mær, sum gjørdi, at eg fyrstu ferð kom at kunngera tykkum evangeliið.

4
Galatiabrævið 4:14 Galatiabrævið

Og tað í holdi mínum, sum var tykkum til freisting, vanvirdu og skýggjaðu tit meg ikki fyri; nei, tit tóku ímóti mær sum eingli Guds, ja, sum Kristi Jesusi.

4
Galatiabrævið 4:15 Galatiabrævið

– Sum tit prísaðu tykkum lukkuligar tá! Tí eg gevi tykkum tann vitnisburð, at hevði tað verið møguligt, so rivu tit eyguni úr tykkum og góvu mær tey.

4
Galatiabrævið 4:16 Galatiabrævið

Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara við at siga tykkum sannleikan?

4
Galatiabrævið 4:17 Galatiabrævið

Teir royna eftir tykkum við ídni, sum ikki er av góðum; tað, teir vilja, er at fáa skilt tykkum frá, fyri at tit skulu vera ídnir fyri teimum.

4
Galatiabrævið 4:18 Galatiabrævið

Men gott er at vera íðin fyri tí, sum gott er, altíð, og ikki bert, táið eg eri hjá tykkum.

4
Galatiabrævið 4:19 Galatiabrævið

Børn míni, sum eg nú aftur føði við kvølum, inntil Kristus er vorðin sjónskur í tykkum!

4
Galatiabrævið 4:20 Galatiabrævið

– Eg vildi ynskt, eg var hjá tykkum nú og kundi talað við aðrari rødd; tí eg eri ráðaleysur tykkum viðvíkjandi!

4
Galatiabrævið 4:21 Galatiabrævið

Sigið mær, tit, sum vilja vera undir lógini, hoyra tit ikki lógina?

4
Galatiabrævið 4:22 Galatiabrævið

Skrivað er jú, at Ábraham átti tveir synir, ein við trælkvinnuni og ein við hini frælsu kvinnuni.

4
Galatiabrævið 4:23 Galatiabrævið

Sonur trælkvinnuna er føddur eftir holdinum, sonur hina frælsu kvinnuna harímóti eftir lyftinum.

4
Galatiabrævið 4:24 Galatiabrævið

Hetta hevur jú myndarliga merking; tí hesar kvinnur eru sáttmálarnir báðir; annar er sáttmálin av Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóm – tað er Hagar.

4
Galatiabrævið 4:25 Galatiabrævið

Tí „Hagar“ er Sinaifjall í Arabia og svarar til Jerusalem, ið nú er; tí tað er í trældómi við børnum sínum.

4
Galatiabrævið 4:26 Galatiabrævið

Men Jerusalem, ið omanfyri er, tað er frítt, og tað er móðir okkara.

4
Galatiabrævið 4:27 Galatiabrævið

Tí skrivað er: „Ver glað, tú hin ófruktbara, sum ikki føðir! Sker í og rópa, tú, sum ikki hevur verkir! Tí mong eru børn hinnar einsligu kvinnu – fleiri enn hennara, sum mann hevur.“

4
Galatiabrævið 4:28 Galatiabrævið

– Og vit, brøður, eru børn lyftisins, eins og Ísakur.

4
Galatiabrævið 4:29 Galatiabrævið

Men eins og ta ferðina hann, ið føddur var eftir holdinum, lá eftir honum, ið føddur var eftir Andanum, so nú við.

4
Galatiabrævið 4:30 Galatiabrævið

Tó, hvat sigur skriftin? – „Rek út trælkvinnuna og son hennara! Sonur trælkvinnuna skal als ikki arva saman við syni hina frælsu kvinnu.“

4
Galatiabrævið 4:31 Galatiabrævið

So eru vit, brøður, ikki børn trælkvinnunnar, men hinnar frælsu kvinnu.

4
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

4
Opinberingin 21:1 Opinberingin

Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.

4
Opinberingin 21:2 Opinberingin

Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.

4
Opinberingin 21:3 Opinberingin

Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: „Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.

4
Opinberingin 21:4 Opinberingin

Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“

4
Opinberingin 21:5 Opinberingin

Hann, sum í hásætinum sat, segði: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ Og Hann segði við meg: „Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.“

4
Opinberingin 21:6 Opinberingin

Hann segði við meg: „Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins.

4
Opinberingin 21:7 Opinberingin

Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín.

4
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

4