At sáa frø
135 versir um "At sáa frø"
Versir
Síða 2 av 3Matteus 13:49 Matteus
Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu
Matteus 13:50 Matteus
og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.
Matteus 13:51 Matteus
Hava tit fatað alt hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Ja.“
Matteus 13:52 Matteus
Tá segði Hann við teir: „Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur.“
Matteus 13:53 Matteus
Táið Jesus hevði sett fram øll hesi líknilsi, fór Hann avstað haðani.
Matteus 13:54 Matteus
Hann kom nú til heimbygd Sína og lærdi tey í sýnagogu teirra, so at tey vórðu ovfarin og søgdu: „Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir?
Matteus 13:55 Matteus
Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas!
Matteus 13:56 Matteus
Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?“
Matteus 13:57 Matteus
So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.“
Matteus 13:58 Matteus
Og Hann gjørdi ikki mangar kraftargerðir har; tí tey trúðu ikki.
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Efesusbrævið 6:8 Efesusbrævið
Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur!
Prædikarin 11:6 Prædikarin
Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi! Tí tú veitst ikki, hvat ið fer at lukkast, hetta ella hitt, ella um báðir partar verða góðir.
Fyrra Korintbrævið 9:11 Fyrra Korintbrævið
Hava vit sáað tykkum hitt andaliga góða, er tað tá nakað stórt, um vit heysta tímiliga góða tykkara!
Job 4:8 Job
Eftir tí, sum eg havi sæð, hava tey, ið pløgdu órætt og sáaðu neyð, eisini heystað tað sjálv.
Orðtøkini 22:8 Orðtøkini
Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan.
Esaias 59:1 Esaias
Ja, hond HARRANS er ikki so stutt, at hon fær ikki hjálpt, og oyra Hansara er ikki so deyvt, at tað kann ikki hoyra.
Jeremias 4:3 Jeremias
Ja, so sigur HARRIN við Judamenn og við Jerusalem: Takið tykkum nýggja mark at velta í, og sáið ikki millum tornir!
Markus 4:1 Markus
Aftur fór Hann at læra við vatnið. Og ógvuliga nógv fólk savnaðist rundan um Hann, so Hann var noyddur at fara í bát og sita í honum úti á vatninum; og alt fólkið stóð inni á landi við vatnið.
Markus 4:2 Markus
Hann lærdi tey tá nógv í líknilsum og segði við tey, meðan Hann lærdi:
Markus 4:3 Markus
„Hoyrið nú! Sáðmaður fór út at sáa.
Markus 4:4 Markus
Í tí hann sáaði, bar so á, at nakað fall við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp.
Markus 4:5 Markus
Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold; tað kom skjótt upp, við tað at har var ikki djúpt.
Markus 4:6 Markus
Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað.
Markus 4:7 Markus
Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst.
Markus 4:8 Markus
Men nakað fall í góða jørð; tað kom upp og vaks og bar grøði; tríati-, seksti- og hundraðfalda gav tað.“
Markus 4:9 Markus
Og Hann segði: „Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“
Markus 4:10 Markus
Táið Hann var vorðin einsamallur, spurdu teir tólv og hinir, ið við Honum vóru, Hann um líknilsini.
Markus 4:11 Markus
Tá segði Hann við teir: „Tykkum er loyndarmál Guds ríkis givið; men teimum, ið uttanfyri eru, verður alt sagt í líknilsum,
Markus 4:12 Markus
fyri at tey síggjandi skulu síggja og ikki skilja og hoyrandi hoyra og ikki fata – fyri at tey skulu ikki umvenda seg og fáa fyrigeving.“
Markus 4:13 Markus
Og Hann segði við teir: „Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá skilja øll hini líknilsini!
Markus 4:14 Markus
Sáðmaðurin sáar orðið.
Markus 4:15 Markus
Tey við vegin eru tey, sum orðið verður sáað í, og táið tey hava hoyrt tað, kemur Satan við tað sama og tekur burt orðið, sum sáað er í tey.
Markus 4:16 Markus
Somuleiðis tey, sum sáað verða í gaddajørð; tað eru tey, sum alt fyri eitt taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað.
Markus 4:17 Markus
Men tey hava ikki rót í sær; tey halda út bert eina tíð; táið so trongd ella atsókn kemur fyri orðsins skuld, verða tey fyri falli við tað sama.
Markus 4:18 Markus
Uppaftur onnur eru tey, sum sáað verða millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið,
Markus 4:19 Markus
og tímilig stúran, svikaliga lokkan ríkdómsins og tráan eftir øðrum kemur inn og køvir orðið, so tað verður ávakstarleyst.
Markus 4:20 Markus
Men tey, sum vórðu sáað í góða jørð, eru tey, sum hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst: Tríati-, seksti- og hundraðfaldan.“
Markus 4:21 Markus
Síðani segði Hann við teir: „Man ljósið koma inn at verða sett undir skeppumálið ella undir song! Kemur tað ikki at verða sett í ljósastakan!
Markus 4:22 Markus
Tí einki er loynt uttan fyri at koma upp; ei heldur varð nakað dult uttan fyri at koma í ljós.
Markus 4:23 Markus
Hevur onkur oyru at hoyra við, hann hoyri!“
Markus 4:24 Markus
Og Hann segði við teir: „Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.
Markus 4:25 Markus
Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.“
Markus 4:26 Markus
So segði Hann: „Við ríki Guds er so, sum táið maður kastar sáðið í jørðina
Markus 4:27 Markus
og svevur og fer upp, nátt og dag, og sáðið nælir og veksur upp, hann veit ikki sjálvur, hvussu.
Markus 4:28 Markus
Av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst strá, so aks, so fult korn í aksinum.
Markus 4:29 Markus
Men táið grøðin er staðin, sendir hann við tað sama út akurknívin; tí heystið er komið.“
Markus 4:30 Markus
Síðani segði Hann: „Hvat skulu vit líkna ríki Guds við, hvat líknilsi skulu vit nýta um tað?
Markus 4:31 Markus
Tað er eins og sinnopskorn, sum, táið tað verður sáað í jørðina, er minni enn alt annað fræ á jørðini;
Markus 4:32 Markus
men táið tað er sáað, veksur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so fuglar himmalsins fáa bygt reiður í skugga tess.“