at læna øðrum pening
164 versir um "at læna øðrum pening"
Versir
Síða 3 av 4Orðtøkini 24:20 Orðtøkini
Tí hini óndu hava onga framtíð, lampa gudleysra sløknar.
Orðtøkini 24:21 Orðtøkini
Óttast HARRAN og kongin, sonur mín! Teir, sum seta seg upp móti teimum, mást tú einki hava við at gera.
Orðtøkini 24:22 Orðtøkini
Tí brádliga kemur vanlukkan frá teimum, og oyðingin frá teimum báðum – hvør kennir hana!
Orðtøkini 24:23 Orðtøkini
Eisini hesi eru orðtøk vísmanna: Dómari eigur ikki at gera mannamun.
Orðtøkini 24:24 Orðtøkini
Tann, sum sigur við hin seka: „Tú ert sakleysur!“ honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir;
Orðtøkini 24:25 Orðtøkini
men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey.
Orðtøkini 24:26 Orðtøkini
Koss á varrar gevur tann, ið svarar við røttum orðum.
Orðtøkini 24:27 Orðtøkini
Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
Orðtøkini 24:28 Orðtøkini
Ver ikki uttan grund vitni móti næsta tínum! – Ella vilt tú gera svik við vørrum tínum?
Orðtøkini 24:29 Orðtøkini
Sig ikki: „Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!“
Orðtøkini 24:30 Orðtøkini
Eg kom gangandi fram við mark eins letinga, fram við víngarði eins menniskja, sum einki vit hevði.
Orðtøkini 24:31 Orðtøkini
Og veitst tú – alt var undirgingið í tistlum, heilt fjalt av notum, grótgarðurin rundanum lá niðri!
Orðtøkini 24:32 Orðtøkini
Eg skoðaði og legði mær tað í huga, eg sá og tók læru av tí:
Orðtøkini 24:33 Orðtøkini
[Sigur tú:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 24:34 Orðtøkini
– sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Lukas 6:1 Lukas
Næstfyrsta sabbat gekk Hann nú gjøgnum akur; og lærisveinar Hansara slitu øks og gníggjaðu tey sundur við hondunum og ótu.
Lukas 6:2 Lukas
Tá søgdu nakrir av Farisearunum: „Hví gera tit tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat?“
Lukas 6:3 Lukas
Jesus svaraði teimum: „Hava tit tá ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, hann og teir, ið við honum vóru –
Lukas 6:4 Lukas
hvussu hann fór inn í hús Guds og tók sýnisbreyðini og át, og gav eisini teimum, ið við honum vóru? Og tey hevur eingin loyvi at eta uttan prestarnir eina.“
Lukas 6:5 Lukas
Og Hann segði við teir: „Menniskjasonurin er Harri sabbatsins við.“
Lukas 6:6 Lukas
Ein annan sabbat kom Hann inn í sýnagoguna og lærdi. Har var tá maður, sum høgra hond var visin á.
Lukas 6:7 Lukas
Hinir skriftlærdu og Fariseararnir høvdu eyguni eftir Honum, um Hann mundi fara at grøða sabbat, fyri at teir kundu finna okkurt at klaga Hann fyri.
Lukas 6:8 Lukas
Men Hann visti, hvat teir hugsaðu, og so segði Hann við mannin, sum hevði hina visnu hondina: „Reis teg og kom fram higar!“ Hann reisti seg tá og kom.
Lukas 6:9 Lukas
So segði Jesus við teir: „Eg spyrji tykkum: Hvat er loyviligt sabbat: At gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at forkoma tí?“
Lukas 6:10 Lukas
Hann hugdi runt á teir allar, og so segði Hann við hann: „Rætt út hondina!“ Hann so gjørdi; tá varð hond hansara frísk aftur sum hin.
Lukas 6:11 Lukas
Men teir vórðu heilt ovursintir og tosaðu hvør við annan um, hvat teir skuldu gera við Jesus.
Lukas 6:12 Lukas
Um ta tíðina fór Hann einaferð niðan á fjallið at biðja; og Hann varð har alla náttina í bøn til Gud.
Lukas 6:13 Lukas
Táið so dagurin kom, kallaði Hann til Sín lærisveinar Sínar og útvaldi tólv av teimum, sum Hann eisini kallaði ápostlar:
Lukas 6:14 Lukas
Símun, sum Hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, Jákup og Jóhannes, Filip og Bartolomeus,
Lukas 6:15 Lukas
Matteus og Tummas, Jákup, son Alfeus, og Símun, sum kallaðist Zelotes,
Lukas 6:16 Lukas
Judas, son Jákup, og Judas Iskariot, hann, sum varð svíkjari.
Lukas 6:17 Lukas
So fór Hann oman við teimum og steðgaði á einum slætta; og har var stórur flokkur av lærisveinum Hansara og stór mongd av fólki úr øllum Judea, úr Jerusalem og úr landinum fram við sjógvin við Týrus og Sidon,
Lukas 6:18 Lukas
sum vóru komin at hoyra Hann og verða grødd fyri sjúkur sínar. Tey, sum vóru plágað av óreinum andum, vórðu grødd;
Lukas 6:19 Lukas
og alt fólkið royndi at fáa nomið við Hann; tí kraft gekk út frá Honum og grøddi øll.
Lukas 6:20 Lukas
Hann lyfti tá upp eygu Síni, hugdi á lærisveinar Sínar og segði: „Sæl eru tit fátæku; tí ríki Guds er tykkara.
Lukas 6:21 Lukas
Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa.
Lukas 6:22 Lukas
Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum, táið tey ikki vilja vita av tykkum, og táið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld.
Lukas 6:23 Lukas
Gleðist tann dag og leypið av frøi! Tí løn tykkara er stór í Himli. Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar.
Lukas 6:24 Lukas
Men vei tykkum, tit ríku! Tí tit hava longu fingið troyst tykkara.
Lukas 6:25 Lukas
Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta.
Lukas 6:26 Lukas
Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar.
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Lukas 6:28 Lukas
signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út!
Lukas 6:29 Lukas
Táið ein slær teg undir annan vangan, so rætt honum hin við, og táið ein tekur kappan frá tær, so sýt honum heldur ikki kyrtilin!
Lukas 6:30 Lukas
Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!
Lukas 6:31 Lukas
Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.
Lukas 6:32 Lukas
Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir.
Lukas 6:33 Lukas
Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama.
Lukas 6:34 Lukas
Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
Lukas 6:35 Lukas
Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.