at fara frá / gevast
179 versir um "at fara frá / gevast"
Versir
Síða 4 av 4Sálmarnir 119:150 Sálmarnir
Nær eru teir, ið skammiliga liggja eftir mær; frá lóg Tíni eru teir langt burtur.
Sálmarnir 119:151 Sálmarnir
Tú ert nær, HARRI, og øll boð Tíni eru sannleiki.
Sálmarnir 119:152 Sálmarnir
Eg visti longu langt síðani av vitnisburðum Tínum, at Tú hevur grundfest teir í allar ævir.
Sálmarnir 119:153 Sálmarnir
Hygg neyð mín – frels meg! Tí eg havi ikki gloymt lóg Tína.
Sálmarnir 119:154 Sálmarnir
Flyt mál mítt og loys meg út, halt mær á lívi eftir orði Tínum!
Sálmarnir 119:155 Sálmarnir
Frelsan er langt frá gudleysum; tí tey spyrja ikki eftir fyriskipanum Tínum.
Sálmarnir 119:156 Sálmarnir
Miskunn Tín er stór, HARRI! Halt mær á lívi eftir dómum Tínum!
Sálmarnir 119:157 Sálmarnir
Mangir eru teir, ið liggja eftir mær og standa mær ímóti; frá vitnisburðum Tínum eri eg ikki vikin.
Sálmarnir 119:158 Sálmarnir
Mær býður ímóti, táið eg síggi hini trúleysu, tey, ið ikki halda orð Títt.
Sálmarnir 119:159 Sálmarnir
Hugsa um, at eg havi elskað boð Tíni, HARRI – halt mær á lívi eftir náði Tíni!
Sálmarnir 119:160 Sálmarnir
Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst.
Sálmarnir 119:161 Sálmarnir
Høvdingar lógu eftir mær uttan grund; men hjarta mítt óttaðist fyri orðum Tínum.
Sálmarnir 119:162 Sálmarnir
Eg gleði meg um orð Títt, sum ein, ið hevur vunnið stóran herfong.
Sálmarnir 119:163 Sálmarnir
Eg hati og skýggi lygn; men lóg Tína elski eg.
Sálmarnir 119:164 Sálmarnir
Sjey ferðir um dagin lovi eg Tær fyri rættvísilógir Tínar.
Sálmarnir 119:165 Sálmarnir
Nógvan frið hava tey, ið elska lóg Tína, og einki er, sum fær tey at falla.
Sálmarnir 119:166 Sálmarnir
Eg bíði eftir frelsu Tíni, HARRI, og eg havi hildið boð Tíni.
Sálmarnir 119:167 Sálmarnir
Sál mín hevur hildið vitnisburðir Tínar; teir eru mær ógvuliga kærir.
Sálmarnir 119:168 Sálmarnir
Eg havi hildið boð Tíni og vitnisburðir Tínar; tí Tú kennir allar vegir mínar.
Sálmarnir 119:169 Sálmarnir
HARRI, lat róp mítt koma fram fyri ásjón Tína, gev mær vit eftir orði Tínum!
Sálmarnir 119:170 Sálmarnir
Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, frels meg eftir orði Tínum!
Sálmarnir 119:171 Sálmarnir
Lovsongur skal streyma mær av vørrunum; tí Tú lærir meg fyriskipanir Tínar.
Sálmarnir 119:172 Sálmarnir
Tunga mín skal syngja um orð Títt; tí øll boð Tíni eru rættvísi.
Sálmarnir 119:173 Sálmarnir
Lat hond Tína vera mær til hjálpar! Tí eg havi valt boð Tíni.
Sálmarnir 119:174 Sálmarnir
Mær leingist eftir frelsu Tíni, HARRI, og lóg Tín er gleði mín.
Sálmarnir 119:175 Sálmarnir
Lat sál mína liva og lova Tær, og lat dómar Tínar hjálpa mær!
Sálmarnir 119:176 Sálmarnir
– Eg eri vilstur; leita upp tænara Tín sum burturmistan seyð! Tí eg havi ikki gloymt boð Tíni.
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Onnur Mósebók 33:14 Onnur Mósebók
Hann svaraði: „Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?“