2. Mósebók / útgangan úr Egyptalandi

111 versir um "2. Mósebók / útgangan úr Egyptalandi"

Versir

Síða 3 av 3
Onnur Mósebók 6:26 Onnur Mósebók

Hesar menn, Áron og Móses, var tað, ið HARRIN segði so við: „Leiðið Ísraelsmenn út av Egyptalandi, her eftir her!“

2
Onnur Mósebók 6:27 Onnur Mósebók

Tað vóru teir, ið søgdu við Farao, kongin í Egyptalandi, at Ísraelsmenn skuldu verða leiddir út av Egyptalandi – hesir menninir, Móses og Áron.

2
Onnur Mósebók 6:28 Onnur Mósebók

Og ta ferðina ið HARRIN talaði við Móses í Egyptalandi,

2
Onnur Mósebók 6:29 Onnur Mósebók

segði Hann so við Móses: „Eg eri HARRIN! Sig við Farao, kongin í Egyptalandi, alt tað, ið Eg sigi við teg!“

2
Onnur Mósebók 6:30 Onnur Mósebók

Men Móses segði, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: „Tú veitst, at eg havi óumskornar varrar – hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær!“

2
Onnur Mósebók 12:1 Onnur Mósebók

Nú talaði HARRIN við Móses og Áron í Egyptalandi og segði:

2
Onnur Mósebók 12:2 Onnur Mósebók

„Hesin mánaðurin skal vera fyrsti mánaður hjá tykkum; við hesum mánaði skal árið byrja hjá tykkum.

2
Onnur Mósebók 12:13 Onnur Mósebók

Men hjá tykkum skal blóðið á húsunum, sum tit eru í, verða til tekin; táið Eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum, táið Eg slái Egyptaland.

2
Onnur Mósebók 14:14 Onnur Mósebók

HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!“

2
Onnur Mósebók 15:13 Onnur Mósebók

Tú leiddi í miskunn Tíni fólkið, ið Tú loysti út, Tú leiðir tey í megi Tíni til heilaga bústað Tín.

2
Onnur Mósebók 28:34 Onnur Mósebók

eina gullbjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina gullbjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra.

2