2. Mósebók / útgangan úr Egyptalandi

111 versir um "2. Mósebók / útgangan úr Egyptalandi"

Versir

Síða 2 av 3
Onnur Mósebók 2:2 Onnur Mósebók

Og kvinnan varð við barn og átti son. Táið hon sá, at barnið var vakurt, hevði hon hann krógvaðan í tríggjar mánaðir.

2
Onnur Mósebók 2:3 Onnur Mósebók

Men táið hon ikki fekk krógvað hann longur, tók hon kistu av røri, tætti hana við jørðbiki og tjøru, legði so drongin í hana og setti hana í sevið við áarbakkan.

2
Onnur Mósebók 2:4 Onnur Mósebók

Og systir hansara stóð nakað burtur frá fyri at vita, hvussu fór at gangast við honum.

2
Onnur Mósebók 2:5 Onnur Mósebók

Tá kom dóttir Farao at baða sær í ánni, og gentur hennara gingu har á áarbakkanum. Hon kom tá at síggja kistuna í sevinum og sendi gentu sína avstað at taka hana.

2
Onnur Mósebók 2:6 Onnur Mósebók

Táið hon nú læt hana upp, sá hon barnið – har lá ein drongur og græt. Tá tykti henni synd í honum, og hon segði: „Hetta er eitt av dreingjabørnum Hebrearanna!“

2
Onnur Mósebók 2:7 Onnur Mósebók

Nú segði systir hansara við dóttur Farao: „Skal eg fara og fáa tær eina daddu av teimum hebraisku kvinnunum at fostra tær barnið upp?“

2
Onnur Mósebók 2:8 Onnur Mósebók

Dóttir Farao svaraði henni: „Ja, far!“ – Og gentan fór eftir mammuni at barninum.

2
Onnur Mósebók 2:9 Onnur Mósebók

Dóttir Farao segði tá við hana: „Tak henda drongin og fostra mær hann upp, eg skal lata teg fáa løn fyri tað!“ So tók konan drongin og fostraði hann upp.

2
Onnur Mósebók 2:10 Onnur Mósebók

Men táið drongurin var tilkomin, fór hon við honum til dóttur Farao, og hon tók hann sum son sín og gav honum navnið Móses; „tí,“ segði hon, „eg havi drigið hann upp úr vatninum.“

2
Onnur Mósebók 2:11 Onnur Mósebók

Um hesa tíðina fór Móses, sum nú var vaksin, út til brøður sínar og hugdi at, hvussu teir trælaðu og sleipaðu. Og tá fekk hann at síggja ein Egypta sláa ein Hebreara, ein av brøðrum sínum.

2
Onnur Mósebók 2:12 Onnur Mósebók

Tá hugdi hann rundan um seg í allar ættir, og táið hann sá, at eingin var har um vegir, so drap hann Egyptan og gróv hann niður í sandin.

2
Onnur Mósebók 2:13 Onnur Mósebók

Men táið hann so dagin eftir aftur fór út, fekk hann at síggja tveir Hebrearar berjast. Tá segði hann við hann, ið órættin hevði: „Skalt tú sláa landsmann tín!“

2
Onnur Mósebók 2:14 Onnur Mósebók

Hann svaraði: „Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum! Tú ætlar kanska at drepa meg, sum tú drapst Egyptan!“ – Tá varð Móses ræddur og hugsaði: „So sanniliga er tað komið út!“

2
Onnur Mósebók 2:15 Onnur Mósebók

Eisini Farao fekk tað at vita og royndi at fáa Móses dripnan; men Móses flýddi undan Farao og slapp sær til Midjansland, og har setti hann seg við ein brunn.

2
Onnur Mósebók 2:16 Onnur Mósebók

Presturin í Midjan hevði sjey døtur; tær komu nú hagar og oystu vatn upp og fyltu trogini fyri at brynna smáfænum hjá faðir sínum.

2
Onnur Mósebók 2:17 Onnur Mósebók

Tá komu hirðarnir og ætlaðu at reka tær burtur; men Móses reisti seg og hjálpti teimum og brynti smáfæi teirra.

2
Onnur Mósebók 2:18 Onnur Mósebók

Táið tær so komu heimaftur til Re’uel, faðir sín, segði hann: „Hvussu ber tað til, at tit koma so tíðliga til hús í dag?“

2
Onnur Mósebók 2:19 Onnur Mósebók

Tær svaraðu: „Har var ein Egypti, sum hjálpti okkum móti hirðunum, ja, hann oysti eisini vatn fyri okkum og brynti smáfænum.“

2
Onnur Mósebók 2:20 Onnur Mósebók

Tá segði hann við døtur sínar: „Hvar er hann tá? Hví lótu tit mannin verða verandi harúti? Bjóðið honum inn, so hann kann fáa at eta!“

2
Onnur Mósebók 2:21 Onnur Mósebók

Og Móses samtykti í at verða verandi hjá manninum, og hann gav Mósesi dóttur sína Zipporu til konu.

2
Onnur Mósebók 2:22 Onnur Mósebók

Hon fekk son, og hann gav honum navnið Gersom; „tí,“ segði hann, „eg eri vorðin gestur í fremmandum landi.“

2
Onnur Mósebók 2:23 Onnur Mósebók

So gekk nú long tíð, og ímeðan doyði kongurin í Egyptalandi. Og Ísraelsmenn suffaðu undir trældómi sínum og gramdu seg; og róp teirra undan trældóminum náddu upp til Gud.

2
Onnur Mósebók 2:24 Onnur Mósebók

Gud hoyrdi suff teirra, og Gud mintist sáttmála Sín við Ábraham, Ísak og Jákup;

2
Onnur Mósebók 2:25 Onnur Mósebók

Gud sá til Ísraelsmenn, og Gud kendist við teir.

2
Onnur Mósebók 3:1 Onnur Mósebók

Móses røktaði nú smáfæið hjá verfaðir sínum, Jetro, prestinum í Midjan. Einaferð rak hann smáfæið yvir um oyðimørkina og kom til fjall Guds, Horeb.

2
Onnur Mósebók 6:1 Onnur Mósebók

Men HARRIN segði við Móses: „Nú skalt tú fáa at síggja tað, ið Eg skal gera við Farao! Við sterku hond Míni skal hann verða tvingaður at lata tey fara, ja, hann skal við sterku hond Míni verða tvingaður at reka tey av landi sínum!“

2
Onnur Mósebók 6:2 Onnur Mósebók

Og Gud talaði við Móses og segði við hann: „Eg eri HARRIN!

2
Onnur Mósebók 6:3 Onnur Mósebók

Fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi opinberaði Eg Meg sum Gud hin Alvaldi, men undir navni Mínum HARRIN var Eg ikki kendur av teimum.

2
Onnur Mósebók 6:4 Onnur Mósebók

Eg gjørdi sáttmála Mín við teir, at Eg skuldi geva teimum Kána’ansland, landið, ið teir búðu í sum fremmandir.

2
Onnur Mósebók 6:5 Onnur Mósebók

Og nú havi Eg hoyrt, hvussu Ísraelsmenn suffa, tí Egyptar halda teir í trældómi, og Eg havi minst sáttmála Mín!

2
Onnur Mósebók 6:6 Onnur Mósebók

Tú skalt tí siga við Ísraelsmenn: „Eg eri HARRIN, og Eg skal fría tykkum undan trælaarbeiðinum hjá Egyptum, frelsa tykkum úr trældóminum undir teimum og loysa tykkum út við útrættum armi og stórum revsidómum!

2
Onnur Mósebók 6:7 Onnur Mósebók

Eg skal taka tykkum til fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara; tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum fríar tykkum undan trælaarbeiðinum hjá Egyptum!

2
Onnur Mósebók 6:8 Onnur Mósebók

Eg skal føra tykkum til landið, ið Eg við upplyftari hond havi svorið at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; Eg skal geva tykkum tað í ogn! Eg eri HARRIN!““

2
Onnur Mósebók 6:9 Onnur Mósebók

Hetta segði Móses nú Ísraelsmonnum; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi; teir vóru mótfalnari enn so, og trælaarbeiðið var tyngri enn so.

2
Onnur Mósebók 6:10 Onnur Mósebók

Tá talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Onnur Mósebók 6:11 Onnur Mósebók

„Far og sig við Farao, kongin í Egyptalandi, at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum!“

2
Onnur Mósebók 6:12 Onnur Mósebók

Men Móses tók soleiðis til orða, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: „Tú sært, at Ísraelsmenn lurta ikki eftir mær – hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær, eg, sum havi óumskornar varrar aftrat!“

2
Onnur Mósebók 6:13 Onnur Mósebók

– Men HARRIN talaði við Móses og Áron og sendi teir til Ísraelsmenn og til Farao, kongin í Egyptalandi, at leiða Ísraelsmenn út av Egyptalandi.

2
Onnur Mósebók 6:14 Onnur Mósebók

Hesir eru høvdini fyri fedrahúsum teirra: Ruben, hin frumborni Ísraels, átti hesar synir: Hanok, Pallu, Hezron og Karmi; hetta vóru ættir Rubens.

2
Onnur Mósebók 6:15 Onnur Mósebók

Synir Símeon vóru Jemuel, Jamin, Ohad, Jakin og Zohar – og Saul, sum ein kána’anitisk kvinna átti; hetta vóru ættir Símeons.

2
Onnur Mósebók 6:16 Onnur Mósebók

Hetta eru nøvnini á sonum Levi, eftir ættum teirra: Gerson, Kahat og Merari. – Levi varð 137 ár.

2
Onnur Mósebók 6:17 Onnur Mósebók

Synir Gerson vóru Libni og Sime’i, eftir ættum teirra.

2
Onnur Mósebók 6:18 Onnur Mósebók

Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. – Kahat varð 133 ár.

2
Onnur Mósebók 6:19 Onnur Mósebók

Synir Merari vóru Mali og Musi. – Hetta eru ættir Levi, eftir ættartali teirra.

2
Onnur Mósebók 6:20 Onnur Mósebók

Amram tók faðirsystur sína Jokebed til konu, og við henni fekk hann Áron og Móses. – Amram varð 137 ár.

2
Onnur Mósebók 6:21 Onnur Mósebók

Synir Jizhar vóru Kora, Nefeg og Zikri.

2
Onnur Mósebók 6:22 Onnur Mósebók

Synir Uzziel vóru Misael, Elzafan og Sitri.

2
Onnur Mósebók 6:23 Onnur Mósebók

Áron tók Elisebu til konu; hon var dóttir Amminadab og systir Nahason; við henni fekk hann Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.

2
Onnur Mósebók 6:24 Onnur Mósebók

Synir Kora vóru Assir, Elkana og Abiasaf – hetta vóru ættir Kora’ita.

2
Onnur Mósebók 6:25 Onnur Mósebók

Eleazar, sonur Áron, tók eina av døtrum Putiel til konu, og við henni fekk hann Pinehas. – Hetta eru høvdini fyri fedrahúsum Levita, eftir ættum teirra.

2