Fyrra Jóhannesarbrævið kap. 2

Uppsetan
b. Outward Displays of Understanding
2:1-17:1
i. Jesus Our Advocate: Obedience
2:1-6:1
1 Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa;
2 Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
4 Tann, ið sigur: „Eg kenni Hann!“ – og heldur ikki boð Hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.
5 Men tann, ið heldur orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. – Av hesum vita vit, at vit eru í Honum.
6 Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.
ii. Love Properly
2:7-17:1
1. A New Commandment: Love One Another
2:7-14:1
7 Tit elskaðu! Tað er ikki nýtt boð, eg skrivi tykkum, men gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi. Hitt gamla boðið er orðið, ið tit hava hoyrt.
8 Og tó er tað nýtt boð, eg skrivi tykkum, og tað er satt, í Honum og í tykkum; tí myrkrið víkur burt, og hitt sanna ljós skínur longu.
9 Tann, ið sigur seg vera í ljósinum – og hatar bróður sín – er í myrkrinum enn.
10 Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt.
11 Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.
12 Eg skrivi til tykkara, børn míni, tí syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns Hansara skuld.
13 Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, tí tit hava sigrað hin illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn míni, tí tit kenna Faðirin.
14 Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, tí tit eru sterk, orð Guds verður verandi í tykkum, og tit hava sigrað hin illa.
2. Do Not Love the World
2:15-17:1
15 Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
16 Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
17 Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
2. The Second Test of Fellowship
2:18-3:24
a. Understanding Antichrists
2:18-23:1
18 Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími.
19 Teir eru farnir út frá okkum – men teir vóru ikki av okkum; tí høvdu teir verið av okkum, so høvdu teir verðið verandi hjá okkum. Men tað skuldi verða opinbert, at ikki allir eru av okkum!
21 Eg havi ikki skrivað til tykkara, fyri tað at tit ikki kenna sannleikan, men tí tit kenna hann og vita, at eingin lygn er av sannleikanum.
22 Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus – hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin.
23 Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin.
b. Outward Displays of Understanding
2:24-3:24
i. Remain in Christ: Do Not Be Deceived
2:24-29:1
24 Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum.
27 Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!
28 Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara!
29 Vita tit, at Hann er rættvísur, so vita tit eisini, at hvør tann, ið ger rættvísi, er føddur av Honum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul