Fyrra Jóhannesarbrævið kap. 1

Uppsetan
1. The First Test of Fellowship
1:1-2:17
a. Understanding Christ and Sin
1:1-10:1
i. The Word of Life: Jesus Christ
1:1-4:1
1 Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við – tað er Orð lívsins, vit tala um.
2 Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum.
3 – Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus.
ii. Walking in the Light: View of Sin
1:5-10:1
5 Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt frá Honum og kunngera tykkum, at Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum.
6 Siga vit, at vit hava samfelag við Hann – og liva í myrkrinum – so lúgva vit og gera ikki sannleikan.
7 Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.
8 Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.
9 Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
10 Siga vit, at vit hava ikki syndað, so gera vit Hann til lygnara, og orð Hansara er ikki í okkum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul