Titusarbrævið kap. 3

Uppsetan
4. In the World
3:1-11:1
a. Heirs of Grace
3:1-8:1
1 Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,
2 ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
3 Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.
4 Men táið góðska Guds, Frelsara okkara, og kærleiki Hansara til menniskjuni vórðu opinberað,
5 frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,
7 so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív.
8 Tað er trúvert orð, og um hetta vil eg, at tú skalt vitna við kraft, so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk. Hetta er menniskjum gott og gagnligt.
b. Avoid Divisions
3:9-11:1
9 Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.
10 Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,
11 við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.
5. Final Remarks and Greetings
3:12-15:1
12 Táið eg sendi Artemas ella Týkikus til tín, kom tá til mín í Nikopolis, um tú á nakran hátt kanst! Har havi eg sett mær fyri at verða í vetur.
13 Zenasi hinum lógkøna og Apollosi skalt tú gera tær ómak fyri at hjálpa á veg, so einki fattast teimum.
14 Eisini okkara mugu læra at gera góð verk, alt eftir sum trongd er til, so tey vera ikki ávakstarleys.
15 Allir, ið hjá mær eru, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul