Titusarbrævið kap. 1

Uppsetan
1. Paul’s Greeting to Titus
1:1-4:1
1 Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta,
3 Og táið tíðin var komin, opinberaði Hann orð Sítt í prædikuni, sum mær er litin upp í hendur eftir boði Guds, Frelsara okkara
4 – til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náði og friður frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara!
2. For the Leaders
1:5-16:1
a. Appointing Elders on Crete
1:5-9:1
5 Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,
6 um onkur er, sum er ólastandi, maður einar kvinnu, og hevur trúgvandi børn, sum ikki hava ringt orð á sær fyri óskikkiligt lív ella eru treisk.
7 Tí umsjónarmaður skal vera ólastandi sum húshaldari Guds, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, ikki gjarnur eftir ljótum vinningi,
8 men gestablíður, elskandi hitt góða, høviskur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi,
9 ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni – fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti.
b. Correcting False Teachers
1:10-16:1
10 Tí mong eru, sum ikki vilja vita av ræði, sum fara við tómum tosi og leiða í villu; serliga eru tað tey av umskeringini.
11 Slík eiga at verða tept; tí tey villleiða heil hús við at læra tað, sum ikki eigur at verða lært – fyri at fáa ljótan vinning.
12 Ein teirra – ein av teirra egnu profetum – hevur sagt: „Kretingar eru altíð lygnarar, óargadýr, letibúkar.“
13 – Hesin vitnisburður er sannur. Tí skalt tú hava strangliga at teimum, so tey kunnu verða heilbjargin í trúnni
14 og ikki akta eftir jødiskum ævintýrum og boðum manna, sum venda sær burtur frá sannleikanum.
15 Alt er hinum reinu reint; men hinum óreinu og vantrúgvandi er einki reint; nei, bæði sinni og samvitska teirra eru dálkað.
16 Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul