Seinna Timoteusarbrævið kap. 3

Uppsetan
2. Warning of Difficulties Ahead
3:1-4:22
a. Evil in the Last Days
3:1-9:1
2 Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
3 kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,
4 svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;
5 tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.
6 Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum
8 Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.
9 Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert – eins og eisini vitloysi hinna* varð.
b. The Means to Overcome Apostasy
3:10-4:8
i. All Scripture is God-Breathed
3:10-17:1
10 Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,
11 í atsóknum, í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.
13 Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.
14 Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;
15 og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.
16 Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul