Seinna Timoteusarbrævið kap. 1
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1.
Encouragement for Timothy
1:1-2:26
a.
Paul’s Greeting to Timothy
1:1-2:1
1
Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu, til at kunngera lyftið um lívið í Kristi Jesusi –
2
til Timoteus, elskaða barn mítt. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara!
b.
Faithfulness under Persecution
1:3-12:1
3
Eg takki Gudi, sum eg eins og forfedrar mínir tæni í góðari samvitsku; tí uttan íhald minnist eg teg í bønum mínum nátt og dag,
4
fullur av tráan eftir at síggja teg – táið eg minnist tár tíni – fyri at eg kann verða fyltur við gleði.
5
Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni – trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.
6
Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína.
7
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
8
Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliinum í kraft Guds,
9
sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum,
10
men nú er vorðin opinber við opinbering Frelsara okkara Jesu Krists, Hansara, sum gjørdi deyðan til einkis og við evangeliinum førdi fram í ljósið lív og óforgeingiligleika;
11
til at boða evangeliið eri eg settur prædikari, ápostul og lærari heidninga.
12
Tí líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað, tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag.
c.
Holding to Sound Teaching
1:13-18:1
13
Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi!
14
Varðveit við Heilaga Andanum, sum í okkum býr, hin fagra skatt, ið tær er givin í hendur!
15
Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes.
16
Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! Tí hann hevur mangan styrkt meg og hevur ikki skammast við leinkjur mínar;
17
nei, táið hann var í Róm, gjørdi hann sær nógvan ómak at leita eftir mær, og fann meg.
18
Harrin gevi honum at finna miskunn hjá Harranum hin dag! Og hvussu nógva tænastu hann gjørdi í Efesus, veitst tú best.