Seinna Tessalonikabrævið kap. 3

Uppsetan
3. Concern for the Church
3:1-18:1
a. Request for Prayer
3:1-5:1
1 Síðani, brøður – biðið fyri okkum, at orð Harrans skal ganga fram og verða dýrmett eins og hjá tykkum,
2 og at vit skulu verða bjargaðir frá hinum rangvørgu og óndu menniskjum – tí trúgvin er ikki hvørs mans!
3 Men trúfastur er Harrin – Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er.
4 Vit hava tað álit á tykkum í Harranum, at tit bæði gera og hereftir fara at gera tað, sum vit áleggja tykkum.
b. A Warning against Idleness
3:6-15:1
6 Men tað boð geva vit tykkum, brøður, í navni Harra okkara Jesu Krists, at tit skulu halda tykkum burtur frá hvørjum bróður, sum livir óregluliga og ikki eftir lærdóminum, ið hann fekk frá okkum.
7 Tit vita jú sjálvir, hvussu eigur at verða fylgt okkum eftir. Vit bóru okkum ikki óregluliga at millum tykkara;
8 ei heldur ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; nei, vit arbeiddu við stríði og møði nátt og dag fyri ongum tykkara at vera til byrði.
9 – Ikki tí vit ikki hava rætt til tað; men vit vildu geva tykkum fyridømi í okkum sjálvum, fyri at tit skuldu fylgja okkum eftir.
10 Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.
11 Tí vit hoyra, at nøkur av tykkum liva óregluliga og arbeiða ikki, men fáast við slíkt, sum ikki kemur teimum við.
12 Slíkum geva vit tað boð og áminna tey í Harranum Jesusi Kristi, at tey arbeiða still og eta sítt egna breyð.
14 Um onkur aktar ikki orð okkara her í brævinum, tá merkið tykkum hann – havið ongan felagsskap við hann, so hann kann skammast!
c. Signature and Final Greetings
3:16-18:1
16 Og Hann sjálvur, Harri friðarins, gevi tykkum friðin, altíð, á allan hátt! Harrin veri við tykkum øllum!
17 Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond; tað er merki í hvørjum brævi; soleiðis skrivi eg.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul