Kolossibrævið kap. 1

Uppsetan
1. Introduction
1:1-14:1
a. Greetings from Paul and Timothy
1:1-2:1
2 – til hinar heilagu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara!
b. Thanksgiving and Prayer
1:3-14:1
3 Vit takka Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists, altíð táið vit biðja fyri tykkum;
4 tí vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Kristus Jesus og kærleikan, ið tit hava til øll hini heilagu
5 – fyri vónarinnar skuld, sum tykkum er goymd í Himlunum, og sum tit frammanundan hava hoyrt um við orði sannleikans í evangeliinum,
6 sum komið er til tykkara, eins og tað eisini er í øllum heiminum, og ber ávøkst og veksur – sum hjá tykkum, frá tí degi tit hoyrdu tað og av sonnum lærdu at kenna náði Guds.
7 Hitt sama hava tit jú eisini lært av Epafrasi, hinum elskaða okkara, sum tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum,
9 Frá tí degi vit hoyrdu tað, hava vit tí ikki hildið uppat at biðja fyri tykkum og bøna um, at tit skulu fyllast við kunnskapi um vilja Hansara í øllum vísdómi og andaligum viti
10 til at liva Harranum verdiga, sum Honum líkar á allan hátt, og við kunnskapinum um Gud bera ávøkst, vaksa í øllum góðum verki
11 og styrkjast við allari styrki eftir kraft dýrdar Hansara til alt tol og langmóð,
12 so tit við gleði takka Faðirinum, sum gjørdi okkum før fyri at fáa part í arvaluti hinna heilagra í ljósinum,
2. The Supremacy of the Son
1:15-23:1
16 Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara,
18 Hann er høvd likamsins – samkomunnar – Hann, sum er upphavið, hin frumborni av hinum deyðu. Soleiðis skuldi Hann í øllum vera hin fyrsti.
20 og við Honum at gera alt sátt við Seg – veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er – táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara.
21 Eisini tykkum, sum einaferð vóru gjørd Honum fremmand og vóru fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum –
22 tykkum hevur Hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami Hansara við deyðanum, fyri at føra tykkum fram fyri ásjón Sína, heilag, lýtaleys og ólastandi
23 – so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin.
3. The Suffering Apostle
1:24-2:5
a. Paul’s Suffering for the Church
1:24-29:1
24 Nú gleðist eg í líðingum mínum fyri tykkum; og tað, sum enn vantar á í kristslíðingunum, sum eg í holdi mínum má tola, uppfylli eg nú fyri likam Hansara, samkomuna;
25 tí tænari hennara eri eg vorðin eftir tí húshaldi Guds, sum mær er givið tykkara millum: Til fulnar at kunngera orð Guds,
26 loyndarmálið, sum hevur verið dult frá upphavi alra tíða og ætta, men nú er vorðið opinberað hinum heilagu Hansara.
27 Tí teimum vildi Gud kunngera, hvussu ríkt í dýrd tað er millum heidningarnar, hetta loyndarmál, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar.
28 Hann kunngera vit, táið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi.
29 Fyri hetta arbeiði eisini eg – og stríði við kraft Hansara, sum veldiga virkar í mær.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul