Efesusbrævið kap. 5
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
Imitators of God
5:1-7:1
1
Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
2
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
3
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
4
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
5
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
6
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
7
Havið tí einki við tey at gera!
iii.
Children of Light
5:8-20:1
8
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
9
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
10
– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!
11
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
12
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
13
Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós.
14
Tí sigur skriftin: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“
15
Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,
16
og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!
17
Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er!
18
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
19
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
20
og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!
c.
Authority and Submission
5:21-6:9
i.
Submit to One Another
5:21
21
Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!
ii.
Wives and Husbands
5:22-33:1
22
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!
23
Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
24
Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
25
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
26
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
27
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
28
Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
29
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
30
Tí vit eru limir likams Hansara.
31
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
32
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
33
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.