Efesusbrævið kap. 1
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1.
Paul’s Greeting to the Ephesians
1:1-2:1
1
Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu – til hini heilagu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus.
2
Náði veri við tykkum og friður, frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
2.
God’s Purpose for the Church
1:3-3:21
a.
Spiritual Blessings
1:3-14:1
3
Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing í hinum himmalska í Kristusi,
4
eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heilag og ólastandi fyri ásjón Síni!
5
Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns
6
– náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða.
7
Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,
8
sum Hann ríkliga læt koma yvir okkum í øllum vísdómi og viti,
9
táið Hann kunngjørdi okkum loyndarmál vilja Síns – eftir fría ráði Sínum, sum Hann hevði tikið hjá Sær sjálvum
10
– um húshald í fylling tíðanna: At Hann aftur skuldi savna alt til eitt í Kristusi, tað, sum í Himlunum er, og tað, sum á jørðini er.
11
Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns
12
– fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Kristus.
13
Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var,
14
Hann, sum er panturin um arv okkara – at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís.
b.
Spiritual Wisdom
1:15-23:1
15
Síðani eg fekk at hoyra um trúgv tykkara á Harran Jesus og kærleika tykkara til øll hini heilagu,
16
havi eg tí ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, táið eg minnist tykkum í bønum mínum,
17
at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg
18
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,
19
og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva – soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar,
20
sum Hann vísti í Kristusi, táið Hann reisti Hann upp frá hinum deyðu og setti Hann við høgru hond Sína í Himli,
21
høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald og harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, ikki bert í hesi verøld, men eisini í hini komandi.
22
Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum,
23
henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum.