Jóhannes kap. 3

Uppsetan
iii. On Baptism
3:1-36:1
1. Jesus and Nicodemus
3:1-21:1
2 Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: „Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“
3 Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“
4 Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“
5 Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.
8 Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“
11 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara.
12 Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!
13 Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli.
14 Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
16 Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
17 Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
18 Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
19 Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.
20 Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.
21 Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað – at tey eru gjørd í Gudi.“
2. John’s Testimony about Jesus
3:22-36:1
22 Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar Hansara um Judealand, og Hann var har við teimum og doypti.
23 Men eisini Jóhannes doypti, í Enon, stutt frá Salim, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa.
26 Og teir komu til Jóhannes og søgdu við hann: „Rabbi! Hann, sum var hjá tær hinumegin Jordan, Hann, sum tú gavst vitnisburð – nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!“
28 Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: „Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum.“
29 Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.
31 Hann, sum kemur omanífrá, er yvir øllum; hann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; Hann, sum kemur av Himli, er yvir øllum.
32 Tað, ið Hann hevur sæð og hoyrt, vitnar Hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði Hansara.
33 Tann, sum tekur ímóti vitnisburði Hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður.
36 Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul