Lukas kap. 19

Uppsetan
6. Jesus and Zacchaeus
19:1-10:1
3 Hann royndi at fáa at síggja, hvør ið var Jesus, men kundi ikki fyri fólkinum, tí hann var lítil av vøkstri.
4 Tá rann hann frammanundan og kleiv upp í morberjatræ fyri at fáa Hann at síggja; tí Hann skuldi koma framvið har.
5 Táið nú Jesus kom hagar, hugdi Hann upp og sá hann; og Hann segði við hann: „Zakeus, skunda tær og kom niður! Í dag skal Eg vera til hús hjá tær.“
7 Táið tey sóu hetta, knarraðu tey øll og søgdu: „Hann er farin inn at gista hjá syndigum manni!“
8 Men Zakeus steig fram og segði við Harran: „Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!“
9 Tá segði Jesus um hann: „Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham.
7. The Parable of the Ten Minas
19:11-27:1
11 Meðan tey lurtaðu eftir hesum, legði Hann eisini líknilsi aftrat, við tað at Hann var nær við Jerusalem, og tey hugsaðu, at ríki Guds fór at koma til sjóndar tá við tað sama.
12 Hann segði tá: „Háborin maður fór til land langt burtur at fáa kongavald og so koma aftur.
13 Hann kallaði tá til sín tíggju av tænarum sínum, gav teimum tíggju pund og segði við teir: „Handlið við hesum, inntil eg komi aftur!“
14 Men landsmenn hansara hataðu hann og lótu sendiboð fara aftan á honum við hesum boðum: „Vit vilja ikki, at hesin skal vera kongur yvir okkum!“
15 Táið hann so hevði fingið kongavaldið og kom aftur, beyð hann, at hesir tænarar, sum hann hevði latið fingið peningin, skuldu verða kallaðir fram fyri hann, so hann kundi fáa at vita, hvat hvør teirra hevði vunnið.
16 Tá steig hin fyrsti fram og segði: „Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær!“
17 Hann segði við hann: „Gott, tú góði tænari! Við tað at tú hevur verið trúgvur í hinum minsta, skalt tú ráða yvir tíggju býum.“
20 Ein annar kom og segði: „Harri, hygg, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turriklæði!
21 Tí eg ræddist teg, av tí at tú ert strangur maður; tú tekur tað, ið tú ikki lætst á goymslu, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.“
22 Hann segði við hann: „Eftir tínum egna munni dømi eg teg, ringi tænari tín! Tú visti, at eg eri strangur maður, sum taki tað, ið eg ikki læt á goymslu, og heysti tað, sum eg ikki sáaði.
23 Hví setti tú tá ikki pening mín inn í banka, so eg kundi fingið hann aftur við rentum, táið eg kom heim!“
24 Síðani segði hann við teir, ið hjá honum stóðu: „Takið pundið av honum og latið tann fáa tað, sum hevur hini tíggju pundini!“
26 – „Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
27 Men hesir fíggindar mínir, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur yvir teimum, leiðið teir higar og høggið teir niður fyri eygum mínum!““
4. Jesus’ Ministry in Jerusalem
19:28-23:56
a. Jesus Arrives in Jerusalem
19:28-48:1
i. The Triumphal Entry
19:28-40:1
29 Táið Hann nú nærkaðist Betfage og Betania við fjallið, ið kallast Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði:
30 „Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Táið tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar!
31 Spyr onkur tykkum: „Hví loysa tit tað?“ – skulu tit siga so: „Harrin skal nýta tað.““
33 Táið teir loystu fylið, søgdu teir, ið áttu tað, við teir: „Hví loysa tit fylið?“
35 So leiddu teir tað til Jesus; og teir løgdu klæði síni á fylið og lótu Jesus seta Seg á tað.
37 Táið Hann nú nærkaðist staðnum, har sum oman verður gingið av Oljufjallinum, fór allur flokkurin av lærisveinum glaður at prísa Gudi hart fyri allar kraftargerðirnar, ið teir høvdu sæð; teir søgdu:
38 „Signaður veri kongurin, sum kemur, í navni Harrans! Friður í Himli, og dýrd á hæddini!“
39 Nakrir av Farisearunum í fólkahópinum søgdu við Hann: „Meistari, hav at lærisveinum Tínum!“
ii. Jesus Weeps over Jerusalem
19:41-44:1
42 „Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.
43 Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum.
44 Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær – tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.“
iii. Jesus Cleanses the Temple
19:45-48:1
46 og Hann segði við teir: „Skrivað er: „Hús Mítt er bønhús.“ Men tit gera tað til ránsmannabøli.“
47 Hann lærdi hvønn dag í templinum. Men høvuðsprestarnir, hinir skriftlærdu og hinir fremstu menn fólksins royndu at fáa Hann beindan av vegnum.
48 Men teir vistu sær eingi ráð, hvat teir skuldu gera; tí alt fólkið hekk uppi í Honum og lurtaði eftir Honum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul