Lukas kap. 17

Uppsetan
3. Temptations and Trespasses
17:1-4:1
1 Og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Ómøguligt er annað, enn at tað, sum voldir fall, má koma, men vei tí, sum tað kemur við!
2 Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.
4 Og um hann so sjey ferðir um dagin syndar móti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: „Eg angri tað!“ – so skalt tú fyrigeva honum.“
4. The Power of Faith
17:5-10:1
6 Tá segði Harrin: „Høvdu tit trúgv sum sinnopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: „Rív teg upp við rót og planta teg í havið!“ – Og tað skuldi aktað tykkum.
7 Men hvør tykkara, sum hevur tænara, ið pløgir ella situr hjá kríatúrum, sigur við hann, táið hann kemur heim av markini: „Far alt fyri eitt og set teg til borðs!“
8 Man hann ikki heldur siga við hann: „Ger til tað, sum eg skal hava til nátturða, og gyrð teg og gakk mær til handa, meðan eg eti og drekki – so kanst tú eta og drekka!“
10 Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: „Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.““
c. The Third Section of the Journey
17:11-19:27
i. The Coming of the Kingdom
17:11-18:8
1. The Ten Lepers
17:11-19:1
12 Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur.
14 Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir.
15 Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd;
16 hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum – og hesin var Samverji.
19 Og Hann segði við hann: „Reis teg og far avstað – trúgv tín hevur frelst teg!“
2. The Coming of the Kingdom
17:20-37:1
20 Táið Hann av Farisearunum varð spurdur, nær ríki Guds fór at koma, svaraði Hann teimum: „Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum.
21 Heldur ikki fer at verða sagt: „Hygg, her er tað!“ ella: „Hygg, har er tað!“ Tí ríki Guds er innan í tykkum.“
22 Hann segði við lærisveinarnar: „Dagar skulu koma, táið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum Menniskjasonarins, og tit skulu ikki fáa hann at síggja.
23 Og sagt fer at verða við tykkum: „Hygg, her er Hann!“ „Hygg, har er Hann!“ – Farið ikki, og leypið ikki eftir tí!
24 Tí eins og snarljósið, táið tað skyggir, lýsir líka úr øðrum enda himmalsins í hin, so skal Menniskjasonurin vera á degi Sínum.
27 Tey ótu og drukku, tey giftust og vórðu burturgift, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og flóðin kom og gjørdi enda á øllum.
28 Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu;
29 men tann dag Lot fór úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum
31 Tann dag má tann, ið er á takinum og hevur lutir sínar í húsinum, ikki fara niður eftir teimum, og heldur ikki má tann, ið úti á markini er, fara aftur til hús.
33 Tann, ið roynir at bjarga lívi sínum, skal missa tað, og tann, ið missir tað, skal bjarga tí.
34 Eg sigi tykkum: Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir.
35 Tvær kvinnur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur skal verða latin eftir.
36 Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir.“
37 Tá svaraðu teir Honum: „Hvar, Harri?“ Hann segði við teir: „Har sum ræið er, flykkjast eisini ørnirnar.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul