Markus kap. 4

Uppsetan
ii. Parables of the Kingdom
4:1-34:1
1. The Parable of the Sower
4:1-9:1
1 Aftur fór Hann at læra við vatnið. Og ógvuliga nógv fólk savnaðist rundan um Hann, so Hann var noyddur at fara í bát og sita í honum úti á vatninum; og alt fólkið stóð inni á landi við vatnið.
4 Í tí hann sáaði, bar so á, at nakað fall við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp.
5 Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold; tað kom skjótt upp, við tað at har var ikki djúpt.
6 Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað.
7 Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst.
8 Men nakað fall í góða jørð; tað kom upp og vaks og bar grøði; tríati-, seksti- og hundraðfalda gav tað.“
2. The Purpose of Jesus’ Parables
4:10-12:1
10 Táið Hann var vorðin einsamallur, spurdu teir tólv og hinir, ið við Honum vóru, Hann um líknilsini.
11 Tá segði Hann við teir: „Tykkum er loyndarmál Guds ríkis givið; men teimum, ið uttanfyri eru, verður alt sagt í líknilsum,
12 fyri at tey síggjandi skulu síggja og ikki skilja og hoyrandi hoyra og ikki fata – fyri at tey skulu ikki umvenda seg og fáa fyrigeving.“
3. The Parable of the Sower Explained
4:13-20:1
13 Og Hann segði við teir: „Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá skilja øll hini líknilsini!
15 Tey við vegin eru tey, sum orðið verður sáað í, og táið tey hava hoyrt tað, kemur Satan við tað sama og tekur burt orðið, sum sáað er í tey.
16 Somuleiðis tey, sum sáað verða í gaddajørð; tað eru tey, sum alt fyri eitt taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað.
17 Men tey hava ikki rót í sær; tey halda út bert eina tíð; táið so trongd ella atsókn kemur fyri orðsins skuld, verða tey fyri falli við tað sama.
18 Uppaftur onnur eru tey, sum sáað verða millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið,
19 og tímilig stúran, svikaliga lokkan ríkdómsins og tráan eftir øðrum kemur inn og køvir orðið, so tað verður ávakstarleyst.
20 Men tey, sum vórðu sáað í góða jørð, eru tey, sum hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst: Tríati-, seksti- og hundraðfaldan.“
4. The Lesson of the Lamp
4:21-25:1
21 Síðani segði Hann við teir: „Man ljósið koma inn at verða sett undir skeppumálið ella undir song! Kemur tað ikki at verða sett í ljósastakan!
22 Tí einki er loynt uttan fyri at koma upp; ei heldur varð nakað dult uttan fyri at koma í ljós.
24 Og Hann segði við teir: „Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.
25 Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.“
5. The Seed Growing Secretly
4:26-29:1
27 og svevur og fer upp, nátt og dag, og sáðið nælir og veksur upp, hann veit ikki sjálvur, hvussu.
29 Men táið grøðin er staðin, sendir hann við tað sama út akurknívin; tí heystið er komið.“
6. The Parable of the Mustard Seed
4:30-34:1
30 Síðani segði Hann: „Hvat skulu vit líkna ríki Guds við, hvat líknilsi skulu vit nýta um tað?
31 Tað er eins og sinnopskorn, sum, táið tað verður sáað í jørðina, er minni enn alt annað fræ á jørðini;
32 men táið tað er sáað, veksur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so fuglar himmalsins fáa bygt reiður í skugga tess.“
33 Í mongum slíkum líknilsum talaði Hann orðið til teirra, eftir sum tey vóru før fyri at fata;
34 og uttan líknilsi talaði Hann ikki til teirra; men táið Hann og lærisveinar Hansara vóru einsamallir, legði Hann alt út fyri teimum.
iii. The Authority of Jesus
4:35-5:20
1. Jesus Calms the Storm
4:35-41:1
35 Sama dagin, táið kvøldið var komið, segði Hann við teir: „Latið okkum fara yvirum!“
36 So lótu teir fólkið fara og tóku Hann við, sum Hann sat í bátinum; eisini aðrir bátar fylgdust við Honum.
38 Men sjálvur lá Hann og svav í bakskutinum á kodda. Teir vaktu Hann tá og søgdu við Hann: „Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?“
39 Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð.
41 Teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at bæði vindur og vatn eru Honum lýðin?“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul