Matteus kap. 24

Uppsetan
6. The Last Things
24:1-27:66
a. The Olivet Discourse
24:1-25:46
i. Temple Destruction Foretold
24:1-2:1
1 Jesus fór nú út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar.
2 Men Hann tók til orða og segði við teir: „Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“
ii. Signs of the End of the Age
24:3-35:1
1. Let No Man Deceive You
24:3-8:1
3 Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“
5 Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Eg eri Kristus!“ Og teir skulu villleiða mong.
6 Og tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi. Síggið til, at tit lata tykkum ikki ræða! Tí so má verða; men endin er ikki enn.
7 Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.
2. Witnessing to All Nations
24:9-14:1
9 Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld.
10 Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.
14 Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.
3. The Abomination of Desolation
24:15-25:1
15 Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –
21 Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
22 Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
23 Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Har er Hann!“ skulu tit ikki trúgva tí.
24 Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
4. The Return of the Son of Man
24:26-31:1
26 Um tá verður sagt við tykkum: „Hann er í oyðimørkini!“ so farið ikki út hagar! – „Hann er í kømurunum!“ so trúgvið tí ikki!
27 Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.
29 Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
30 Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
31 Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
5. The Lesson of the Fig Tree
24:32-35:1
32 Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
33 Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.
34 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.
iii. Readiness at Any Hour
24:36-51:1
36 Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
38 Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,
39 og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.
40 Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.
41 Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.
43 Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.
44 Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.
45 Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?
50 so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,
51 og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul