Matteus kap. 22

Uppsetan
d. The Parable of the Banquet
22:1-14:1
3 Og hann sendi tænarar sínar út at biðja hini bodnu koma í brúdleypið; men tey vildu ikki koma.
4 Aftur sendi hann út aðrar tænarar og segði: „Sigið við hini bodnu: „Eg havi gjørt máltíð mína til; oksar mínir og feitineyt míni eru dripin, og alt er til reiðar – komið í brúdleypið!““
5 Men tey løgdu ikki í tað og fóru avstað, eitt út á bø sín, annað í handil sín;
7 Tá varð kongurin illur og sendi út herar sínar og drap hesar manndráparar og setti eld á stað teirra.
8 So segði hann við tænarar sínar: „Tilgjørt er til brúdleypið; men hini bodnu vóru tað ikki verd.
10 So fóru hesir tænarar út á vegirnar og savnaðu saman øll, ið teir hittu, bæði ónd og góð; og brúdleypshúsið varð fult av gestum.
11 Táið nú kongurin fór inn at síggja gestirnar, sá hann har mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum.
12 Hann segði við hann: „Vinur! Hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypsklæðum?“ Men hann tagdi.
13 Tá segði kongurin við tænararnar: „Bindið hendur og føtur hansara og kastið hann út í myrkrið uttanfyri!“ – Har skal vera grátur og tannagrísl.
2. The Herodians Question Taxes to Caesar
22:15-1
16 So sendu teir lærisveinar sínar til Hansara saman við Heródingum og lótu teir siga: „Meistari! Vit vita, at Tú ert sannorðaður og lærir veg Guds í sannleika og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun.
18 Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!
21 Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
3. The Sadducees Question the Resurrection
22:23-33:1
23 Sama dag komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er; teir spurdu Hann:
24 „Meistari! Móses hevur sagt: „Táið ein doyr og eingi børn hevur, skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom.“
25 Nú vóru hjá okkum sjey brøður; hin fyrsti giftist og doyði; og við tað at hann einki avkom átti, læt hann bróður sínum konuna eftir seg.
28 Hvør av hesum sjey skal nú hava hana til konu í uppreisnini? Teir hava jú havt hana allir.“
29 Jesus svaraði teimum: „Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds.
30 Tí í uppreisnini taka tey ikki til ekta, verða ei heldur givin til ekta; nei, tey eru sum einglar Guds í Himli.
31 Men viðvíkjandi tí, at hini deyðu rísa upp aftur, hava tit tá ikki lisið tað, sum talað er til tykkara av Gudi, táið Hann sigur:
32 „Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups“? Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi.“
4. The Pharisees Question the Greatest Commandment
22:34-40:1
37 Hann svaraði honum: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“
5. Jesus Questions the Pharisees
22:41-23:39
a. Whose Son Is the Christ?
22:41-46:1
42 „Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er Hann?“ Teir svaraðu Honum: „Dávids.“
43 Tá segði Hann við teir: „Hvussu kann Dávid tá í Andanum kalla Hann Harra! Hann sigur jú:
44 „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar undir føtur Tínar!““
46 Og eingin fekk svarað Honum orð; ei heldur tordi nakar aftur at seta Honum spurningar eftir tann dag.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul