Nahum kap. 3
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Fall of Assyria
3:1-19:1
a.
Woe to the City of Blood
3:1-4:1
1
Vei blóðstaðnum, ið fullur er av lygn og yvirgangsverkum, allur sum hann er! – Aldri gevur hann uppat at ræna!
2
Smellandi koyril, skramblandi hjól, rennandi hestar, hoppandi vagnar,
3
hestmenn, ið rúka avstað, skínandi svørð, skyggjandi spjót, mongd av dripnum, dungar av líkum! Ikki stendur til at telja hinar deyðu kropparnar, ein dettur um hinar deyðu kropparnar!
4
Alt hetta kemur av hinum nógva siðloysi, ið hon dreiv, skøkjan, hin fagra, fulllærd í gandi, hon, ið seldi fólkasløg við siðloysi sínum og heilar ættir við gandi sínum.
b.
Judgment of Assyria
3:5-19:1
5
Men Eg skal venda Mær móti tær – sigur HARRIN Gud herskaranna – og Eg skal lyfta faldin á klæðum tínum upp fyri andlit títt og lata fólkasløg síggja teg nakna og ríki síggja skomm tína.
6
Eg skal kasta skarn á teg, lata vanæru koma á teg og gera teg til sjónleik.
7
Ein og hvør, ið fær teg at síggja, skal flýggja frá tær og siga: „Nineve er oydd! Hvørjum man tykjast synd í henni!“ – Ja, hvar skal Eg leita tær eftir troystarum!
8
Manst tú vera betri enn No-Amon, sum sat í hásæti millum Nilgreinarnar, við vatni rundan um seg, sum hevði hav til vernd og hav til múr!
9
Etioparar í mongd og Egyptar, sum ikki stóð til at telja, hevði tað til hjálparmenn, Putearar og Libýarar.
10
Eisini tað noyddist at fara í útlegd sum fangi, eisini smábørn tess vórðu sorað sundur á hvørjum vegamóti; um frægastu menn tess varð kastaður lutur, og allir stórmenn tess vórðu bundnir við leinkjum.
11
Eisini tú skalt verða drukkin og frá tær sjálvari; eisini tú skalt leita tær eftir vernd móti fíggindanum.
12
Øll verndarvirki tíni eru sum fikutrø við ávøksti, ið tíðliga er staðin; verða tey rist, detta fikurnar í munnin á tí, sum vil eta tær.
13
Herfólkið, ið tú hevur hjá tær, er sum kvinnur; portur lands tíns standa á víðum veggi fyri fíggindum tínum; eldurin hevur oytt sláir tínar.
14
Oys tær vatn at hava, meðan tú ert kringsett! Ger verndarvirki tíni sterk! Far út í evjuna og traðka leirið, gríp til tigulformin!
15
Har skal eldurin oyða teg, svørðið týna teg, gera enda á tær sum bítararnir,* um tú so savnar tær skarar, so fjølmentar sum bítararnar, skarar, so fjølmentar sum grashoppurnar.
16
Keypmenn tínir kunnu gjarna vera fleiri enn stjørnurnar á himli – bítararnir breiddu út veingirnar og flugu avstað.
17
Høvdingar tínir eru sum grashoppur; høvdingar tínir líkjast grashoppuflokki, ið setur seg á múrarnar kaldan dag; sólin kemur upp, og tær flúgva avstað, og eingin veit, hvat av teimum verður.
18
Hirðar tínir eru sovnaðir, kongurin í Assur! Kappar tínir blunda; fólk títt er spjatt á fjøllunum, og eingin savnar tað.
19
Skaða tín stendur ikki til at bøta, sár títt er ógrøðandi. Øll, ið hoyra tíðindini um teg, klappa saman hendur – tí hvør fekk ikki samt og javnt óndskap tín at kenna!