Mika kap. 6
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Third Cycle of Judgment and Restoration
6:1-7:20
a.
Judgment on Israel
6:1-7:6
i.
The Case against Israel
6:1-8:1
1
Hoyrið, hvat HARRIN sigur: Reis teg, ber søk tína fram fyri fjøllini, lat heyggjarnar hoyra rødd tína!
2
Hoyrið søk HARRANS, tit fjøll, lurtið eftir, tit ævigu grundvøllir jarðarinnar! Tí HARRIN hevur søk móti fólki Sínum, og Hann gongur til dóms við Ísrael.
3
Hvat havi Eg gjørt tær, fólk Mítt, og við hvørjum havi Eg troyttað teg! Vitna móti Mær!
4
Eg leiddi teg út av Egyptalandi og loysti teg úr trælahúsinum, og Eg sendi Móses, Áron og Mirjam at ganga undan tær!
5
Fólk Mítt! Minst ráðini, sum Balak kongur í Móab hevði lagt, og svarið, sum Bileam, sonur Beor, gav honum – tað, ið hendi á vegnum úr Sittim til Gilgal – so tú kanst skilja rættvísu gerðir HARRANS!
6
– „Við hvørjum skal eg stíga fram fyri HARRAN, boyggja meg niður fyri Gudi á hæddini? Skal eg stíga fram fyri Hann við brenniofrum, við vetringum?
7
Man HARRANUM líka veðrar í túsundtali, oljuløkir í tíggjutúsundtali? Skal eg lata hin frumborna mín fyri misbrot mítt, lívsfrukt mína sum syndoffur fyri sál mína?“
8
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
ii.
The Punishment of Israel
6:9-16:1
9
Rødd HARRANS rópar á staðin, og eftir vísdómi hyggur navn Títt; hoyrið straffina, og hvør ið hevur ásett hana!
10
Eru enn í húsi hins gudleysa skattir, ið hann hevur vunnið við gudloysi, og ein ov lítil efa, ein bannað?
11
Kann eg vera reinur við vektskálum gudloysis og við følskum vektsteinum í punginum!
12
– Tú staður, hvørs ríkmenn eru fullir av órætti, og hvørs íbúgvar tala lygn og hava svikafulla tungu í munninum!
13
Tí skal Eg eisini sláa teg við ólívssárum, forkoma tær fyri syndir tínar.
14
Tú skalt eta, men ikki verða mettur – líka tómur skalt tú vera innan; tú skalt ikki bjarga tí, sum tú krógvar burtur, og tað, ið tú bjargar, gevi Eg svørðinum.
15
Tú skalt sáa, men ikki heysta, tú skalt persa oljuber, men ikki salva teg við olju; tú skalt persa vínber, men ikki drekka vín.
16
– Tí fyriskipanum Omri akta tey væl eftir og fylgja eftir øllum tí, sum hús Akabs hevur gjørt. – Tit ganga eftir ráðum teirra, so at Eg noyðist at gera teg til oyðimørk, og tey, sum í tær búgva, til spott; vanæru fólks Míns skulu tit bera.