Fyrra Kongabók kap. 15

Uppsetan
b. The Kings of Judah and Israel
15:1-16:34
i. Abijam of Judah
15:1-8:1
1. Abijam the Wicked King
15:1-7:1
1 Átjanda árið ið Jeroboam, sonur Nebat, sat við stýrið, varð Abiam kongur yvir Juda.
2 3 ár stýrdi hann í Jerusalem. Móðir hansara æt Ma’aka; hon var dóttir Abisalom.
3 Hann livdi í øllum syndunum, sum faðir hansara hevði gjørt fyri honum; hjarta hansara var ikki heilt við HARRANUM, Gudi hansara, sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið.
4 Men fyri Dávids skuld læt HARRIN Gud hansara hann hava lampu í Jerusalem; Hann reisti son hansara upp eftir hann og læt Jerusalem verða standandi
5 – aftur fyri at Dávid hevði gjørt tað, sum rætt var í eygum HARRANS og aldri í lívinum vikið frá nøkrum av tí, sum Hann hevði álagt honum – uttan viðvíkjandi Uria Hetiti.
7 Tað, ið annars er at siga um Abiam, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Eisini millum Abiam og Jeroboam var ófriður.
2. Asa Succeeds Abijam
15:8
8 So legðist Abiam til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði; og sonur hansara Asa tók ríkið eftir hann.
ii. Asa of Judah
15:9-24:1
1. Good King Asa
15:9-1
9 Tjúgunda árið ið ísraelskongur Jeroboam sat við stýrið, varð Asa kongur yvir Juda.
10 41 ár stýrdi hann í Jerusalem. Móðir hansara æt Ma’aka; hon var dóttir Abisalom.
11 Asa gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, eins og Dávid, faðir hansara, hevði gjørt.
12 Hann rak mansskøkjurnar av landinum og fekk burtur allar avgudarnar, ið fedrar hansara høvdu gjørt.
13 Um tað so var Ma’aku, móður sína, setti hann hana av sum drotning, aftur fyri at hon hevði gjørt eina ræðuliga skurðmynd fyri Asjeru; Asa høgdi niður ræðuligu skurðmynd hennara og brendi hana í Kidronsdali.
14 Víst hildu offurheyggjarnir við at vera; men hjarta Asa var kortini heilt við HARRANUM alla tíð hansara.
15 Hann læt flyta inn í hús HARRANS bæði tað, ið faðir hansara hevði halgað, og tað, ið hann sjálvur hevði halgað – silvur, gull og íløt.
2. War between Asa of Judah and Baasha of Israel
15:16-23:1
17 Baesa kongur í Ísrael kom ímóti Juda og víggirdi Rama, so at eingin maður skuldi sleppa inn ella út hjá Asa kongi í Juda.
18 Tá tók Asa alt silvurið og gullið, sum eftir var í skattkømurum hús HARRANS, og somuleiðis skattirnar í kongshøllini, og gav tænarum sínum tað upp í hendur; síðani sendi Asa kongur teir til Benhadad kong í Áram, sum búði í Damaskus og var sonur Tabrimmon, son Hezjon, við hesum orðum:
19 „Sáttmáli er jú millum meg og teg, eins og var millum faðir mín og faðir tín. Her sendi eg tær gávu í silvuri og gulli – brót nú sáttmála tín við Baesa kong í Ísrael, so hann fer burtur frá mær!“
20 Benhadad gjørdi, sum Asa segði, sendi herhøvdingar sínar móti býum Ísraels og tók Ijon, Dan, Abel-Bet-Ma’aka og alt Kinneret, somuleiðis alt Naftaliland.
21 Táið Baesa frætti hetta, gav hann uppat at víggirða Rama og helt seg síðani í friði í Tirza.
22 Men Asa kongur stevndi saman øllum monnum í Juda – eingin var undantikin – og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Baesa hevði nýtt, táið hann víggirdi Rama; við hesum víggirdi Asa kongur Geba í Benjamin og Mizpa.
23 Tað, ið annars er at siga um Asa, um øll stórverk hansara, um alt, ið hann gjørdi, og býirnar, ið hann bygdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Men á elliárum varð hann sjúkur í fótunum.
3. Jehoshaphat Succeeds Asa
15:24
24 So legðist Asa til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í staði Dávids, faðirs síns; og sonur hansara Jósafat tók ríkið eftir hann.
iii. Nadab of Israel
15:25-32:1
1. Nadab The Evil King
15:25-26:1
25 Nadab, sonur Jeroboam, varð kongur yvir Ísrael, annað árið ið judakongur Asa sat við stýrið, og hann stýrdi Ísrael 2 ár.
26 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gekk somu leið sum faðir sín og livdi í synd hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera.
2. Nadab Assassinated and Succeeded by Baasha
15:27-32:1
27 Men Baesa, sonur Ahia, av húsi Issakars, fekk í lag samansvørjing móti honum, og Baesa drap hann við Gibbeton, sum Filistarar áttu, meðan Nadab og alt Ísrael hildu Gibbeton kringsett.
28 Baesa drap hann, triðja árið ið Asa kongur í Juda sat við stýrið, og tók so ríkið eftir hann.
29 Og táið hann var vorðin kongur, drap hann alt hús Jeroboams; hann læt ikki livandi sál verða eftir av húsi Jeroboams, men oyddi tað – eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænara Sínum Ahia úr Silo
30 – aftur fyri syndirnar, ið Jeroboam hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, og tí hann hevði vakt vreiði HARRANS Guds Ísraels.
31 Tað, ið annars er at siga um Nadab, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
iv. Baasha of Israel
15:33-16:7
1. Baasha the Evil King
15:33-6:5
33 Triðja árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Baesa, sonur Ahia, kongur yvir øllum Ísrael, og 24 ár stýrdi hann í Tirza.
34 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, steig í fótaspor Jeroboams og livdi í synd hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul